týsdagur 3. desember 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 4. desember 2013 · Nr. 140
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
er tað Frederiksberg, sum
vinnur.
Birgit eigur sjálv avgerandi
bóltin, tá fjórða settið kemur
í hús. Hevarin, sum annars
hevnar ov lágt tað mesta av
tíðini, hevnar endiliga í røttu
hædd. Tá er tað barnamatur
hjá Birgit, at smasja bóltin í
gólvið. Frederiksberg vinnur
25-21. Nú kókar tað í høllini
og áskoðararnir liva av álvara
við.
Í fimta setti byrjar Birgit
við at smasja bóltin í gólvið
enn eina ferð. Luftin er farin
úr Lyngby og Frederiksberg
vinnur
fimta
sett
15-10.
Frederiksberg
hevur
við
sigrinum yvirhálað Lyngby
á triðja plássi.
Kunnu væl fylgja við
Hóast støðan er nógv broytt
frá tíðini í Mjølni, so eru
Birgit og Sofía báðar á einum
máli um, at tær eru ikki nógv
aftanfyri hinar. Munurin er
bara, at tað eru fleiri spælarar
um boðið.
– Eg haldi vit eru á sama
stigi sum tær, men tað er
so javnt millum allar, at tað
kemur ann upp á hvør hevur
ein góðan dag, sigur Birgit
Guttesen, sum ikki er heilt
nøgd við avrikið í dag.
– Eg haldi, at hetta var
ein rótutur dystur. Vit spæla
sikkurt og væl í fyrsta setti.
Í øðrum og triðja setti riggar
einki. Vit gera nógvar feilir og
fáa ikki blokkin at rigga, men
tíbetur fáa vit tikið okkum
saman og vinna dystin, sigur
Birgit víðari.
Hóast flogbólturin er á
hægri stigi, so er vinnaraviljin
tann sami.
– Eg hugsi framvegis sum
í Føroyum. At vit skulu nokk
klára hetta her, sigur Birgit
um løtuna tá mest stóð á.
Sofía Purkhús er ikki von
við at sita uttanfyri, men
hevur vónir um at spæla
meiri næstu ferð.
– Tað er ongantíð stuttligt
at sita uttanfyri, men kantar
nir spæla væl í dag. Tá er
ongin orsøk at skifta út.
Tað er hart at sita uttanfyri,
men so fái eg møguleikan
onkra aðru ferð, sigur Sofía
Purkhús.
Størri trýst og
meiri venjing
Tað hevur ikki bara verið lætt
at umstilla seg til danskan
flogbólt, men í løtuni gongur
tað væl.
– Í Føroyum eri eg von við
at spæla sum eg havi hug til,
men her fái eg allatíð at vita
hvat eg skal gera betri. Tað
er nógv meiri trýst á, greiðir
Birgit frá.
– Vit venja meiri her enn
vit gjørdu í Føroyum. Vit
venja eina ferð meiri flogbólt
um vikuna, men venja so
eisini fitnessvenjing, sigur
Birgit.
– Her er nógv meiri trýst
á og vit skulu liva upp til
nógv hægri krøv, leggur Sofía
afturat.
Umframt at spæla flog
bólt, so lesur sofía eisini.
– Sum tað er í løtuni, so klári
eg lesa og spæla flogbólt sam
stundis. Eg trúgvi ikki eg hevði
kunna spælt á hægri stigi enn
hetta, og lisið samstundis. So
eg vænti ikki, at eg fari nakran
veg tey næstu fimm árini,
meðan eg lesi í Danmark, sigur
Sofía Purkhús.
Birgit Guttesen fór til
Danmark fyri at menna seg
sum flogbóltsspælara, men
hon hevur ikki tikið eina av
gerð, um hvat framtíðin bjóð
ar uppá.
– Eg taki tað bara sum tað
kemur. Nú fáa vit at síggja,
um eg havi hug at halda fram
tá kappingarárið er liðugt.
Ella um eg kundi hugsað mær
at spælt á einum uppaftur
hægri stigi, ella bara spæla
fyri at spæla. Ta avgerðina
havi eg ikki tikið enn, sigur
Birgit.
Vilja vinna gull
Við sigrinum sunnudagin
yvirhálaði
Frederiksberg
mótstøðuliðið, Lyngby, og
liggur nummar trý. Men
Birgit og Sofía ætla sær meiri
enn eitt bronsu heiðurs
merki.
– Eg haldi ikki vit kappast
um triðja plássið, eg haldi vit
kunnu gott kappast við um
fyrsta plássið. Vit klára at
vinna í dag, tá vit eru aftan
fyri í settum móti einum lið
ið, sum hevur fleiri sterkar
spælarar, men vit klára tað
alíkavæl, sigur Sofía avgjørd
á málinum.
– Vit ætla so heilt víst at
vinna og fara eftir gullinum,
leggur Birgit afturat.
Frederiksberg skal í næst
um spæla móti Brøndby í
hálvfinaluni í steypakapp
ingini.
– Vit skulu spæla báðar
hálvfinalurnar móti Brøndby
nú í desembur, so tað verður
spennandi, men vit trúgva
upp á tað. Seinast taptu vit
fyri teimum, men tað var
okkara egna skyld. Vit kunnu
gott gera tað betri, sigur Sofía
Purkhús at enda.
Birgit Guttesen og Sofía
Purkhús eru ikki komnar til
Danmarkar fyri at lata seg
imponera av donskum flog
bólti. Tær hava sett sær eitt
greitt mál, um at halda fram
við at fáa gullheiðursmerki
um hálsin.
trondur@sosialurin.fo
flogbóltur
ítróttur
Birgit Guttesen
Fødd: 27. mai 1990
Foreldur: Jónvør og Gutte Guttesen
Systkin: Katrina, Helga og Beinir Guttesen
Starv: Húshjálp
Pláss á vøllinum: Diagonal / kantur
Landsdystir: 34
Fyrrverandi feløg: Sí og Mjølnir
Sofía Purkhús
Fødd: 16. oktober 1992
Foreldur: Tina og Kári Purkhús Elisabeth
Systkin: Rasmus Purkhús
Starv: Lesi Sálarfrøði á Københavns Universitet
Pláss á vøllinum: Kantur
Landsdystir: 18
Fyrrverandi feløg: Mjølnir
Vit klára at vinna í dag, tá vit eru aftanfyri
í settum móti einum liðið, sum hevur fleiri
sterkar spælarar, men vit klára tað alíkavæl
Mynd: Frederiksberg Volley
Myndir: Frederiksberg Volley / Eydbii Myndir