hósdagur 5. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. desember 2013 · Nr. 141
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er ein tvídráttur millum
Region Hovedstaden, ið varð
ar av Skt. Hans Hospital, og
Heilsumálaráðið, hvør skal
gjalda tær 8.588.958 krón
urnar, ið Romeo Galgo Tibo
bos hevur kostað Skt. Hans
Hospital.
Tibobos hevur ongantíð
verið í Føroyum, burtursæð
frá tí vikuni, ið nevndarting
ið vardi, og so eitt stutt tíð
arskeið upp á fáar vikur frá
26. juli fram til 12. september
2005, tá hann varð fluttur til
Danmarkar.
Tórsvík lá í altjóða sjógvi
á leiðini uttan fyri Helgeland
og Kristiansund, tá Romeo
Galgo Tibobos fyrst breyt
seg inn í kamarið hjá stýri
manninum og hótti hann við
einum knívi og streympistól,
áðrenn hann bant hann við
einum ledningi.
Síðani fór hann upp á
brúnna, har hann stakk skip
aran einar 12 ferðir. Síðani helt
hann skipinum undir sínari
varðveitslu í umleið tveir
tímar, áðrenn tað endaliga
eydnaðist manningini, at táa
bilbukt við filipinaranum.
Skiparin var í skundi
fluttur á St. Olavs Hospital í
Tróndheimi.
Fyrstu
søgurnar
vóru
eitt sindur mangulfullar og
søgdu millum annað, at bert
føroyingar
og
norðmenn
vóru umborð á Tórsvík. Hetta
vísti seg ikki at vera rætt, tí
álopsmaðurin var filipini.
Fyrstu søgurnar vildu eis
ini vera við, at filipinin varð
fluttur í land við báti, men
hetta var heldur ikki rætt, tí
hann var umborð á Tórsvík,
til skipið kom til lands í
Kristiansund um miðnáttina
29./30. juni.
Sat í Noregi
Komin til lands, handtók
politiið í Kristiansund Romeo
Galgo Tibobos, og fyrsta upp
gávan var at finna ein tolk, so
maðurin kundi avhoyrast.
Hann sat so varðhalds
fongslaður í Noreg ina tíð,
áðrenn hann var fluttur
til Føroya, men her sat
hann bert nakrar fáar vik
ur, áðrenn hann var flutt
ur til Danmarkar, har hann
millum annað skuldi mental
kannast.
Hesar kanningar vóru
lidnar beint undan jólum
2005, og tær vístu, at »obser
vanten er sindsyg«, sum
sakførarin hjá Regin Hoved
staden málbar seg.
Hann
varð
staðfestur
sum paranoid skitsofrenur,
og føroyska ákæruvaldið
metti hann ov vandamiklan
at hava varðhaldsfongslaðan
í Føroyum.
Hann var so aftur í Før
oyum eina viku fyrst í ok
tober í 2006, meðan Føroya
Rættur viðgjørdi sakarmálið
móti honum.
Talan var um nevninga
ting, har átta kvinur og fýra
menn skuldu taka avgerð
í málinum, og fríggjadagin
13. oktober fall so avgerðin.
Maðurin var kendur sekur í
fýra av teimum fimm ákær
unum.
Síðani skuldi avgerð tak
ast um, hvørja revsing Ro
meo Galgo Tibobos skuldi
hava. Revsingin bleiv sálarlig
viðgerð í óásetta tíð.
Og hendan tíðin skuldi
vara fýra ár og tríggjar mán
aðar - 1554 dagar.
Gloymt navnið
Tað tóktist heilt náttúrligt, at
viðgerðin skuldi fara fram í
Danmark, ítøkiliga Skt. Hans
Hospital.
Tað var føroyska ákæru
valdið ið metti, at maðurin
var ov vandamikil at hava
í Føroyum. Og føroyska
ákæruvaldið er sum kunnugt
danskt.
Í november 2007 setti
visiterandi
yvirlæknin
á
Skt. Hans Hospital, Michael
Andersen, seg í samband við
psykiatriska depilin í Før
oyum og tosaði við ein før
oyskan yvirlækna um Romeo
Galgo Tibobos.
Teir samdust um, at tað
vóru so fá pláss á afturlætnu
deildini á deplinum, at tað
var frægast, at Tibobos var
Heilsumálaráðið stevnt
Tað var grivið upp í einum gomlum rættarmálið móti filipinska Romeo Galgo Tibobos, sum 28.
juni 2005 stakk føroyska skiparan umborð á Tórsvík. Rættarmálið endaði við, at Tibobos var
dømdur í viðgerð á psykiatriskum sjúkrahúsið, og spurningurin er nú, hvør skal gjalda
Málið um drápsroynd var eitt av heilt
stóru málunum í Føroya Rætti í 2006,
sum Sosialurin 16. oktober skrivaði
um avgerðina hjá nevningunum í
rættargongdini móti filipinanum