hósdagur 5. desember 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 5. desember 2013 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eftir 8,5 milliónum
krea
LÝSING EFTIR
GRANSKINGARVERKÆTLANUM
TIL GRANSKARASETRIÐ iNOVA
Í sambandi við, at Vinnuframi hevur fingið til
uppgávu at útvega tól at seta í Granskarasetrið,
verður við hesum lýst eftir granskingarverk-
ætlanum.
Endamálið við hesum átaki, er at menna
gransking í Føroyum, við at útvega framkomin
tól til granskingarverkætlanir. Tað verður sostatt
møguleiki hjá fyritøkum og stovnum, hvør sær,
ella saman, at fara í holt við nýggjar
granskingarverkætlanir í iNOVA.
Vinnuframi útvegar einans tól til verkætlanina.
Annar kostnaður, í sambandi við verkætlanina,
verður hildin av umsøkjara.
Leigusáttmáli verður gjørdur við iNOVA í
sambandi við verkætlanina.
Ein ráðgevandi bólkur verður settur at meta um
innkomnu umsóknirnar og gevur síðani sítt
tilmæli til stýrið í Vinnuframa til endaliga
støðutakan.
Umsóknirnar skulu í minsta lagi lýsa:
• Endamál við verkætlanini
• Verkætlanarleiðari
• Væntað ítøkilig úrslit av verkætlanini
• Nágreinilig tíðarætlan
• Samstarvsfelagar
• Lýsing av tilfari, tólum og mannagongdum,
ið vera nýttar í verkætlanini
• Rakstrarætlan yvir alt verkætlanartíðarskeiðið
við lýsing av fíggingarleistinum
• Lýsing av, hvussu viðkomandi tól kann nýtast á
annan hátt, ella til annað endamál, annaðhvørt
við síðna av granskingarverkætlanini, ella
eftir verkætlanina.
Um tørvur er á meiri upplýsingum og kunning,
ber til at seta seg í samband við Regin W.
Dalsgaard, stýrisformann, á telefon 596061, ella
teldupost: vinnuframi@vinnuframi.fo
Umsóknin skal vera Vinnuframa í hendi í seinasta
lagi tann 20. januar 2014.
Hoyvíksvegur 51 / FO-100 Tórshavn
vinnuframi@vinnuframi.fo
www.vinnuframi.fo
Hoyvíksvegur 51
FO 100 Tórshavn
inova@inova.fo
verandi á Skt. Hans
Trupulleikin
var
bara
tann, at tann einasti, ið hevði
heimild at taka slíka avgerð
var Tormóð Stórá, ið hevði
tikið við sum ovasti leiðari
á psykiatriska deplinum 1.
februar 2006. Og hann kendi
einki til málið.
Ein annar trupulleiki var,
at hóast Michael Andersen
hevði tikið notatir frá sam
røðuni, hevði hann gloymt at
fingið navnið á viðkomandi
yvirlækna við. Tað einasta
hann mintist í so máta var,
at talan var um ein mann.
Talan kundi tískil bert
vera um ein vikarierandi
yvirlækna, og tað kann tí
tykjast undarligt, at ein
slíkur skuldi havt tikið sær
sjálvum tað frælsi at gera av
slíkt.
Tormóður Stórá hevði
ongantíð havt nakað sam
band við Tibobos, og var
ongantíð spurdur um hann.
Heldur ikki, um føroyska
sálarliga sjúkrahúsið hevði
umstøður og kvalifikatiónir
at viðgera filipinan.
Viðgjørdur í Danmark
Romeo Galgo Tibobos heldur
so fram við viðgerðini á Skt.
Hans Hospital, og tykist hava
tað væl. Hann er góður at
fáast við og trívist.
Og tað er eisini tað, sum
bæði Michael Andersen og
Tormóður Stórá vísa á.
Eg skilti als ikki kravið
um, at Tibobos skuldi viðger
ast hjá okkum, tí hann vísti
góðan atburð og tóktist at
fáa tað betri og betri sum
tíðin leið, segði Michael And
ersen.
Og Tormóður Stórá er
samdur.
Tað er einki ið bendir á,
at hann var vandamikil. Eg
eri eisini sannførdur um, at
vit saktans høvdu kunna
viðgjørt Tibobos, vit fingu
bara ongantíð nakra áheitan.
Hvat
onkur
vikarierandi
yvirlækni kann hava sagt
við Michael Andersen, fái eg
ikki fyrihildi meg til, sigur
Tormóður Stórá.
Men
Heilsumálaráðið
fekk størri innlit í málið í
2007, tá ein rokning frá Regi
on Hovedstaden kemur send
andi.
Eg fái rokningina á borðið,
men eg vildi ikki kautionera
hana. Eg var tann einasti,
ið kundi senda sjúklingar
til Danmarkar til viðgerðar,
umframt eina visitatións
nevnd, og eg kendi einki til
nakra avtalu. Tí skrivaði eg
ikki undir kautiónina, segði
Tormóður Stórá.
Tað var eitt ávíst samband
millum partarnar gjøgnum
árini, eisini eftir at Romeo
Galgo Tibobos 5. oktober 2010
verður sendur av landinum
aftur til Filipsoyggjar, sum
eisini var ein partur av dóm
inum 13. oktober 2006.
Dómurin varð staðfestur
av Hægstarætti, men tað
kom ongantíð fram, um mál
ið var kært beinleiðis frá
Føroya Rætti til Hægstarætt,
ella Eystari Landsrættur var
ímillum.
Millum danskar
myndugleikar
Í endaligu viðmerkingunum
segði sakførarin hjá Region
Hovedstaden, at tað hevði
verið kotuma, at eitt øki altíð
rindar fyri viðgerð fyri ein
persón, ið fær viðgerð uttan
fyri egið øki.
Hon vísti til lógartekstin,
bæði í regiónunum og tjóð
skaparliga. Somuleiðis vísti
eisini til lógartekstin í sam
bandi við yvirtøkuna av
sjúkrahúsverkinum
sum
sigur, at føroyska sjúkrahús
verkið skal gjalda fyri við
gerð, ið fer fram á donskum
sjúkrahúsum.
Hon vísti eisini til regións
lógir og statsligar lógir, sum
siga tað sama.
Tann veruleiki, at Romeo
GalgoTibobos var umborð
á einum føroyskum skipi,
ábyrgdar Føroyar, segði hon.
Hon segði eisini, at tað vr
føroyski
statsadvokaturin,
ið var orsøkin til, at Tibobos
endaði í Skt. Hans Hospital.
Verjin, Jógvan Elias Winth
er Poulsen, vísti í sínum
endaligu viðmerkingum á, at
tað er eingin føroyskur stats
advokatur, tí tað er ein donsk
institutión, eins og restin av
ákæru- og politivaldinum er
donsk.
Hann nevndi, at føroysk
heilsulóg einki nevnir um
rættarpsykiatriska viðgerð
fyri dømdar í persónar.
Jógvan
Elias
Winther
Poulsen segði at enda, at
føroysku heilsumyndugleik
ararnir einki høvdu við málið
at gera, men at tað í staðin er
millum tveir danskar mynd
ugleikar.
Dómarin tekur sær rímiliga
góða
umhugsingartíð,
tí
dómurin fellur ikki fyrr enn
13. januar komandi ár.