hósdagur 5. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
Mánadagin var Sosialurin
inni á gólvinum hjá Vørn,
har Elmar Højgaard, leiðari
á Fiskiveiðieftirlitinum, vísti
okkum høvuðskort yvir trol
friðingar og aðrar friðingar á
landgrunninum.
Saman við kortinum eru
viðmerkingar um, hvørji av
hesum økjum eru friðað per
manent - og hvørji øki eru
opin ein part av árinum.
Í onkrum av hesum økj
um eru korallir, sum skulu
verjast, men talan er um
lutfalsliga fá øki, ið eru
stongd, tí koralbotnur skal
verjast. Flestu øki eru so
leiðis stongd, tí politiski
myndugleikin
ynskir
tað
- antin sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap ella í
øðrum kunngerðum, sum
eru galdandi fyri ávísu økini.
Nógv er stongt
Meðan vit hyggja at korti
num yvir friðingar á land
grunninum, spyrja vit Elmar
Højgaard, um tað er rætt,
sum ført hevur verið fram,
at umleið 40% av land
grunninum meira ella minni
permanent er friðaður fyri
trolveiði.
- Nú havi eg ikki roknað
neyvt upp á, júst hvør pro
sentparturin við friðaðum
økjum er, men tað man fara
at passa rættiliga væl, at
umleið 40% av landgrunni
num er friðaður fyri trol
veiði.
Leiðarin á Fiskiveiðieftir
litinum sigur, at tá talan er
um
sjálvan
landgrunnin,
verður vanliga hugsað um
dýpið, sum røkkur niður á
umleið 200 metrar. Millum
grunnarnar eru tó einstakir
djúpari geirar.
- Aftrat hesum friðingum,
sum kortið vísir, lýsa vit eisini
av og á bráðfeingisfriðingar í
14 dagar, tá staðfest verður,
at ov nógvur smáur upsi er í
trolinum yvir eina tíð.
Elmar Højgaard vísir á,
at fyri umleið einum ella
hálvum øðrum ári síðan lýsti
eftirlitið javnan bráðfeingis
friðingar, tí partrolarar fingu
nógvan smáupsa í veiðini.
- Einstakar bráðfeingis
friðingar eru eisini lýstar í
hesum árinum, men ikki nær
til so nógvar sum undanfarin
ár. Tað vísir seg, at nøgdirnar
av smáum upsa í veiðini hava
ikki verið so stórar í ár sum
eitt nú í fjør.
Leiðarin á Fiskiveiðieftir
litinum heldur, at smáupsin,
sum var ein trupulleiki í
veiðini, er vaksin í hesum
tíðarskeiði, og tí eru trupul
leikarnir minni í dag.
- Men, vit fáa framvegis
javnan fráboðanir um, at
smáupsi er uppi í veiðini, tó
at hesar eru nógv færri, enn
tær vóru, tá fráboðaninar
vóru flestar.
Ikki ólógligt at fiska
Elmar Højgaard vísir á, at
tað er ikki ólógligt at fiska
og landa upsa, sum er smærri
enn 55 sentimetrar, men tað
er brot á fiskiveiðireglurnar,
um skipini eftir hvørt hál sær
ikki boða eftirlitinum frá, tá
30% ella meira av talinum av
fiski ikki røkkur mát.
- Tað er heldur ikki so
leiðis, at vit lýsa bráðfeingis
veiðibann, hvørja ferð pro
sentparturin fer um hetta
mark, men vit fylgja neyvt
gongdini, og gerst trupul
leikin ov stórur, verður lýst
veiðibann í 14 dagar.
Leiðarin sigur, at tað er
munur á, tá nøgdin av smá
um upsa fer beint yvir há
markið - og tá talan er um
stórar
og
afturvendandi
nøgdir, sum ikki røkka mát.
- Vit royna ikki at vera
ólagaligir og ei heldur at
leypa fram av, nú so nógvar
leiðir á landgrunninum fram
manundan eru stongdar fyri
trolveiði, sigur Elmar Høj
gaard.
Leiðarin á Fiskiveiðieftir
litinum hevur annars onga
almenna meining um, hvørt
tað kanska hevði verið betri
fyri landgrunnin og fiska
stovnarnar, um skipini í
tíðarskeiðum sluppu inn í
stongdu leiðirnar at fiska.
- Eg havi ikki førleikan at
meta um, hvørt tað kanska
hevði tænt fiskastovnunum,
um botnurin av og á var
”veltur” eitt sindur - í mun til,
at hann í løtuni ikki verður
nortin við troli.
Royndir við rist
Elmar hevur fylgt við teim
um
royndum,
sum
eru
gjørdar eftir upsa við skilji
rist í trolinum, og hann held
ur, at royndirnar eru áhuga
verdar, og at hesar kanska
kunnu lata upp fyri nýggj
um veiðimøguleikum á land
grunninum.
- Nú verður tað upp til
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum og fiskifrøði
ligu ráðgevingina at meta
um, hvørt royndarveiða í
størri mun skal loyvast í
stongdum økjum, sigur Elm
ar Højgaard, leiðari á Fiski
veiðieftirlitinum.
Umleið 40% av
landgrunninum
er uttan trolveiði
- Vit lýsa ikki bráðfeingisveiðibann, hvørja ferð prosentparturin
av smáupsa fer um markið, men vit fylgja neyvt gongdini, og
gerst trupulleikin ov stórur, verður lýst veiðibann í 14 dagar. Vit
royna ikki at vera ólagaligir og ei heldur at leypa fram av, nú so
nógvar leiðir á landgrunninum frammanundan eru stongdar fyri
trolveiði, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum
Smáupsin, sum var
ein trupulleiki, er vaksin,
og tí eru trupulleikarnir
minni í dag
Elmar Højgaard hevur fylgt við teimum royndum, sum eru gjørdar eftir
upsa við skiljirist í trolinum, og hann heldur, at royndirnar eru áhugaverdar,
og at hesar kanska lata upp fyri nýggjum veiðimøguleikum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kortið vísir trolfriðingar á landgrunninum,
harav fleiri av hesum friðingum eru
permanentar. - Jú, tað man líða væl, at
umleið 40% av landgrunninum er friðaður
fyri trolveiði, sigur Elmar Højgaard,
leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum