hósdagur 5. desember 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
Í apríl/ mai í ár vórðu tveir
royndartúrar
gjørdir
við
partrolarunum, Heyki og
Falki. Túrarnir vórðu gjørdir í
samstarvi millum Havstovu
na, Vørn, Vónina og Faroe
Origin, sum eigur skipini.
Endamálið við túrunum var
at kanna, hvørja ávirkan
skiljirist hevur á veiðina
eftir upsa, og í hvønn mun
ristirnar skilja smáan upsa
úr veiðini.
Meðan royndirnar vórðu
gjørdar, sluppu skipini at
fiska í stongdum kassum.
Skipini høvdu tilsamans 46
tóv - 21 uttan rist og 25 við
rist, har ristin skuldi skilja
smáa upsan burtur úr. Miðal
støddin á upsanum var 3
sentimetrar størri við rist
(57,6 sentimetrar) enn uttan
rist (54,6 sentimetrar).
Skilir 60% burturúr
Havstovan sigur í frágreiðing
um verkætlanina, at veiðan
av smáum upsa (smærri enn
55 sentimetrar) var munandi
minni við rist enn uttan rist.
-
Ristin
skilti
umleið
60% (í vekt) av upsa smærri
enn
55
sentimetrar
frá.
Miðal veiðiparturin í tali
av ungfiski (smærri enn 55
sentimetrar) var 53%, tá rist
ikki varð brúkt og 29%, tá rist
varð brúkt. Eingin munur
var á veiðini fyri stóran upsa.
Lagt verður aftrat, at sam
anlagda veiðan við rist var
minni enn uttan rist, men
við verandi fiskaprísum fekk
skipið við rist út við eina
krónu meira fyri kilo fyri
fiskin enn skipið, sum ikki
hevði rist.
Tá
royndirnar
vórðu
gjørdar, var soleiðis skipað
fyri, at Falkur á fyrra túri
num hevði rist undir, meðan
Heykur brúkti vanligan reið
skap - og síðan býttu skipini
um á seinna túrinum.
Svumu frá trolinum
- Filmsbrotini bendu á, at
fiskurin ikki tekur stóran
skaða
av
ristini.
Allir
fiskarnir, sum fóru út gjøg
num ristina, svumu væl
frá trolinum. Ristin riggaði
væl, og mælt verður til, at
hon verður brúkt í øllum
vanligum
fiskiskapi
eftir
upsa. Ynskiligt er tó, at fleiri
royndir verða gjørdar, áðrenn
veruligar niðurstøður verða
gjørdar, sigur Havstovan í
síni frágreiðing.
Skiljirist skilir 60% av
smáum upsa úr veiðini
- Ynskiligt er, at fleiri royndir
verða gjørdar, áðrenn veruligar
niðurstøður verða gjørdar, sigur
Havstovan í síni frágreiðing um
royndirnar við rist í trolinum
Vilmund Jacobsen
Ávísar leiðir eru stongdar
fyri trolveiði. Hetta er partvís
fyri at skilja húkareiðskap
og trol at, men eisini fyri at
verja smáa upsan.
Í upsaveiði er ikki loyvt
- uttan fráboðan - at hava
meira enn 30% av ungfiski í
tali í hvørjum háli.
At ein munandi partur av
landgrunninum er stongdur
fyri trolveiði, ger, at teir, ið
eiga og reka partrolararnar,
kenna seg avmarkaðar av
hesum stongdu leiðum. Ein
avleiðing er, at skip stundum
noyðast at sigla í nógvar tím
ar millum øki, sum ikki eru
stongd.
Reiðaríini hjá partrolar
unum eru áhugaði í at sleppa
at royna í økjunum, sum í dag
eru stongd, og tey eru sinnað
at brúka rist í trolinum, sum
skilir smáa upsan úr veiðini.
Fleiri kanningar
Havstovan vísir í sínari frá
greiðing um royndir við
skiljirist á, at tørvur er á
fleiri kanningum og neyvari
metingum um, hvørt tað er
ráðiligt at loyva partrolarum
við rist at royna í núverandi
stongdum kassum eftir upsa.
- Tað er tó einki at ivast í,
at ristin virkar, men um hon í
nóg stóran mun skilir smáan
upsa frá, er ein annar spurn
ingur. Sambært kanningini
fiskar ristin framvegis annan
hvønn upsa, sum er 55 senti
metrar langur.
Havstovan heldur tí, at
framtíðar kanningar eisini
skuldu verið gjørdar aðrar
tíðir á árinum, og fleiri hál
skuldu eisini verið gjørd
uttan fyri stongdar kassar.
Partrolarar kenna seg avmarkaðar
- Tað er einki at ivast í, at skiljiristin virkar, men um hon í nóg stóran
mun skilir smáan upsa frá, er ein annar spurningur, heldur Havstovan
At ein munandi partur av landgrunninum er stongdur
fyri trolveiði, ger, at teir, ið eiga og reka hesi skip,
kenna seg avmarkaðar av stongdu leiðunum
Reiðaríini hjá
partrolarunum vilja
sleppa at royna í stongdu
økjunum - við skiljirist
Ristin riggaði væl,
og mælt verður til, at
hon verður brúkt í øllum
vanligum fiskiskapi
- Smáupsi, sum ristin skilir úr aftur trolinum, fær
ikki stóran skaða av ristini. Allir fiskarnir svumu væl frá
trolinum, sigur Havstovan