hósdagur 5. desember 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í morgin, leygardagin 7. de
sember, verður Nelly Sør
ensen í Leivsgøtu í Havn 85
ár. Føðingardagin helt hon
síðsta leygardag, tá ið tey
vóru mong, sum nýttu høvi
at heilsa henni og hennara í
hølunum hjá Starvsmanna
felagnum.
Vøggan stóð í Nólsoy.
Foreldrini vóru Sofía fødd
Danielsen úr Lon og Niels
Nielsen í Liða. Tey fingu
seks børn, og Nelly var ein
asta gentan og ein ordilig
ur eftirnølari. Elstur var
Jacob (1902-1978). Hann var
skipari og vitameistari og
eitt skifti eisini tingmaður
fyri javnaðarflokkin. Næsti
drongurin, Karl , doyði sum
smádrongur, og so var tað
Karl (1909-1990), sum búði í
Havn og var skipari. Jóannes
(1914-1990) búði í Nólsoy og
var útróðrarmaður burturav.
Eliesar ella Essa (1918-1991) fór
til Danmarkar fyri kríggið.
Hann búsettist niðri, men
sambandið til Føroya varð
varðveitt m. a. tí hann í mong
ár sigldi við DFDS skipunum,
ið røktu rutuna henda vegin.
Tá ið Nelly nakað eftir
krígslok kom til Havnar,
arbeiddi
hon
á
Telefon
verkinum, sum tá var stórt
arbeiðspláss, og har tað var
nógv ferðsla. Í høvuðsstað
num hitti hon Otto Sørensen
úr Porkeri. Dámligi, friðarligi
og snøggi maðurin arbeiddi
fyrstu árini í Skipshandlinum.
Seinni var Otto í mong ár
álitismaður í fyrisitingini hjá
Landsverkfrøðinginum.
Tá ið Nelly og Otto giftust
í 1950, fluttu tey í nýggj hús
úti í Grønlandi, og har hava
tey búð síðani. Tey eiga trý
børn: Niels (1952), Sunnva
(1956) og Katrin (1963). Tey
búgva øll í høvuðsstaðnum.
Nelly eigur seks ommubørn
og tveir langommusynir.
Í sjeyti árunum fór Nelly
í Skipshandilin, og har var
hon, inntil hon var farin um
pensiónsaldur. At hon er
arbeiðssom, røkin og sam
vitskufull mundi koma ar
beiðsplássinum og so mong
um øðrum, sum Nelly hevur
verið uppi í, til góða.
Heimið hevur altíð verið
opið og blíðsskapurin stórur.
Í Ebenezer var Nelly millum
teirra, sum tóku stór tøk, tá ið
nýggjársveitslur og t. d. erv
og brúdleyp og føðingardagar
vóru, og í Zarepta hevur hon
mangan verið í køkinum.
Eitt nú hevði hon í mong ár
ábyrgdina fyri matgerðini
á árligu leguni hjá teimum,
sum bera brek.
Trúfesti hevur verið og er
stórt. Nelly røkir vinabond,
og hon hevur ikki gloymt
føðioynna. Í nógv ár vóru tey
hvørt summar í fleiri vikur í
Nólsoy.
Hjartaliga til lukku á
føðingardegnum. Takk fyri
alt gott í farnari tíð og alt tað
besta verður ynskt tær og
Otto og øllum tykkara.
Jóannes Hansen
Tann 26. november bleiv Torkil stóribeiggi til eina gentu.
Hon vigaði 3620 g og var 54 cm long. Foreldrini eru Marin
Kamban og Einar Hansen, Tórshavn.
16. november fingu Súsan og Fróði Benjaminsen, Tórshavn
eina dóttur. Hon vigaði 3090 gr og var 51 cm long.
17. november fingu Niels Waag og Barba Jansdóttir, Aarhus
eina dóttur. Hon vigaði 3106 gr og 49 cm long.
20. november fingu Susan Brockie og Bárður Lava Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4050
gr.
Mikudagin 4. desember fingu Rakul Jansdóttir og Morten
Abildgaard Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3510 gr.
17. nov. fingu Maria og Sveinur eina lítlasystur, sum vigaði
3830 gr. og var 52 cm long. Foreldur teirra eru Eilin Petersen
og Høgni Vesturdal. Tey búgva í Tórshavn.
Nelly Sørensen
85 ár
Føðingar
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
-20%
ALLIR BREYÐRISTARAR
Jólagávuhugskot
BORG ynskiR øllum eini
Gleðilig jól
ALLIR NILFISK DUSTSÚGVARAR
-50%
Nelly Sørensen við langommusoninum Nils Ega