Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 “Heima er tó altíð best at vera” yrkti Símun av Skarði, og somuleiðis í dag hugsa flest øll, at fyrsta heim okkara var gott, men seinni fáa vit tó sjálvi longsul eftir egnum heimi, sum karm um lívið og litað av okkara samleika. Takksom fyri tað, sum var, rætta vit okkum eftir byrjanini til okkara egna. Tí heima kenna vit okkum heima. Søgan sigur okkum, at serligir stovnar fyri fólk, ið bera brek, vóru so at siga pakkaloysnir - bústaður, skúli, arbeiðspláss og frítíðarítriv. Hóast kærkomnar broytingarnar og staðfestingina av, at fólk, ið bera brek, eru vorðin natúrligari partur í samfelagnum, varð á altjóða brekdegnum 3. desember, sum var hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum, spurt, hvussu langt eru vit komin við bústaði til øll? Tað, sum seinastu tíðina er skrivað og lagt upp til, boðar frá einum politiskum ynski um, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so øll fáa eitt nøktandi heim í mun til teirra tørv. Vakra ynski er tó í dag bókstavir, sum tørva lív. Ynski um egnan bústað eigur at gerast veruleiki, tí hvat ger tað við sjálvvirði títt, at tú ikki kanst búgva í egnum bústaði? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at fólk ikki vísa í verki, at tey virða tín tørv? Hvat ger tað við sjálvvirði títt, at møguleiki ikki er at gerast so sjálvbjargin, sum gjørligt? Óneyðugt er at svara spurningunum, tí grundleggjandi tørvur okkara er at vera sædd og fáa tørv okkara stillaðan. Júst tað mennir sjálvvirði og ger okkum før fyri at vaksa sum menniskjað. Lyklaorðið er virðing. Virðing fyri fyritreytunum, sum tryggja góða lívsgóðsku, og hetta ynski hava øll. Bústaðarpolitikkurin í Føroyum eigur sjálvsagt at geva rúm fyri, at fólk, ið bera brek, fáa egnan bústað við tilknýttum tænastum og møguligum hjálpitørvi í boði. Hetta fram um pláss á bústovni. Gleðiligt er, at eitt nú undir Kongavarða í Tórshavn og á Norðoyri eru íbúðir, sum eru atkomuligar fyri koyristólar. Hetta er ein byrjan. Um allar íbúðir, ið bygdar vera, eru egnaðar t.d. til fólk við rørslutarni ger hetta, at hesi, eins og onnur, fáa møguleikan frítt at velja, hvar og hvussu tey ynskja at búgva. MBF viðmerkti soleiðis fyri árum síðani, at: “Hesin hugburður til bústaðarbygging leggur beinleiðis upp til eina samantvinning av fólki við breki og øðrum, samstundis sum tað verður fyribyrgt at fólk við breki verða stúvaði saman í ávís økir.” Ímyndið tykkum, um nú matvøruhandlar kravdu, at kundarnir skuldu standa á hondunum í 5 minuttir fyri at fáa vøruna, ella um allir skóhandlar kravdu, at kundarnir skuldu leypa tveir metrar hæddarlop fyri at keypa skógvar uttan nakað undantak ella tillaging. Tá hugsi eg, at trupult hevði verið hjá fleiri at keypt bæði mat og skógvar. Sjálvandi eru hetta ikki krøv, tí tað er meiningsleyst at krevja nakað av fólki, sum tey ikki megna. Hetta hevði gjørt stóran mismun á kundunum og mong høvdu tá verið bæði svong og skóleys – eins syrgiligt og at vera heimleysur. Hvat gera vit, tá ið vilji at møta ynskinum hjá fleiri føroyingum at fáa egið heim ikki verður vístur í verki? Samfelagsmyndin sær í nøkrum førum soleiðis út. Tí, sum er, eru øki, har ein bólkur í samfelagnum, ikki er vælkomin. Eisini eiga vit at minnast til, at hesi ongan áhugað hava í at vera í avmarkaða bólkunum, men tað eru onnur, sum gera avmarkingarnar - so hjartaliga. Tóra við Keldu lærari EYGA MÁLIÐ Heima er so hjartaligt eitt orð kjak kjak Borgarlig rættindi fyri allar borgarar Rigmor Dam Løgtingskvinna Tey flestu hava roynt at fella fyri einum øðrum menniskja. Vit minnast smílandi tær kitl­andi, ja, brúsandi, kensl­ urnar, og tær fyrstu djúpu og lívgevandi løturnar - saman. Tá er lukkan í lívinum. Men vit duga vit ikki at forklára, hvat tað er sum hendir, ella hví tað hendir, tá vit verða forelskað. Sjálvt ikki sálarfrøðin ella onnur vísind dugir at forklára, hví vit fella fyri ávísum menniskjum. Tað var ein, sum lýsti fyrstu tíðina saman við táver­ andi sjeikinum - núverandi manninum – soleiðis: »Hví fellur man fyri fólki? Tað veit eg ikki. Altso.. sum menniskja er hann ótrúligur. Hann hugs­ar seg um og handlar ikki for­hastað, tað dámar mær væl. Hann er eitt stórt menn­iskja«. Men hvat, tá eg sigi, at tann, sum lýsti mannin hjá sær við hesum vøkru orðum, sjálvur er ein maður? Tekur tað nakað av kær­ leik­anum? Minkar hann í virði? Er kærleikin millum hesar menninar minni verdur - minni ektaður, enn millum onnur menniskju? Eg haldi tað ikki. Sitatið kemur frá føroyska dokumentarfilminum »úr myrkrinum« frá 1994. Ein film­ur um samkyndar, før­ oysk­ar menn. Menn, sum eru falnir fyri øðrum monnum - uttan at teir duga at greiða frá, hvat tað var, sum hendi - ella hví tað hendi. Sum kærleikin búnast, frá forelskilsi til at elska, ynskja mong okkara at giftast. Hjúnalagið er ein avtala millum tvey myndug og samtykkjandi vaksin fólk, sum elska hvørt annað. Ein pagt, har vit vátta fyri hvørj­ um øðrum, at vit vilja fylgj­ ast á lívsins leið, og stuðla hvørjum øðrum, í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta er tann privati parturin, sum vit onnur ikki skulu blanda okkum uppí, tí har eru vit menniskju tíbetur so deiliga ymisk. Men vit kunnu skapa løgfrøðiligu karmarnir, so samkynd fáa somu borgarligu og harvið løgfrøðiligu rætt­ indi, sum vit onnur hava - og taka fyri givið. Tað verður sagt, at sam­ kynd hjúnalag OYÐI­LEGGUR hjúnabandið millum mann og konu. Væl kann tað vera, at samkynd hjúnaløg broyta og víðka um okkara fatan av hjúnalagnum. Men harfrá til at oyðileggja tað? Hvat fer av mær og mín­ um hjúnalagi, um tvey onnur elska hvønn annan? Hvat fer av tær og tínum hjúnalagi, um tvey onnur fara á kommunukontórið og fáa pappír upp á hvønn annan? Tað verður sagt, at hetta snýr seg um trúgv og um Bíbliuna. Hesin spurningur er vónleysur at semjast um. Tó er tað ein sannroynd, at hjúnabandslógin snýr um løgfrøðilig rættindi fyri allar borgarar. Og tað eiga vit øll at kunna semjast um, óansæð, hvørja trúgv vit hava. Tað verður sagt, at tað er ein glíðibreyt, um allir borgarar fáa somu borgaligu rættindi. Soleiðis varð eisini sagt, tá kvinnur fingu valrætt. Og soleiðis varð eisini sagt í Suður Afrika og í USA, har tey svørtu høvdu ikki somu borgarlig rættindi sum hini. Har var eisini spurt, hvat verður so tað næsta? At tey sleppa at ganga í okkara skúlum og kirkjum, koyra í okkara bussum, sita á okkara benkrum ella gifta seg inn í okkara familjur? Ein og hvør hoyrir, hvussu skilaleys slík tala er í dag. Men tá var hetta púra legalt, tí tey svørtu høvdu ikki sama virði, sum tey hvítu. Tey vóru ein undirmettur bólkur, sum ikki hevði somu borgarlig rættindi sum onnur - tí var teirra frælsisrørsla eisini rópt borgararættindarørslan – Civil Right Mowement. Allir borgarar, sum verða mettir at verða skikkaðir at fara á val og at rinda skatt, eiga at hava somu borg­ arligu rættindi – eisini minni­ lutar! Lóggávan eigur at endurspegla nútíðin og tann veruleika, sum vit liva í. Tað verður sagt, at sam­ kynd­leiki er ímóti náttúruni. Men so spyrji eg, hvørja náttúru meinar tú við? Ta fjølbroyttu og litríku náttúru, sum vit øll eru partur av, og har ikki tveir skapningar eru líka, ikki tvey bløð, ikki tvær aldur, ikki tvær flykrur. Og eg ímyndi mær, hvussu tað man kennast, um onnur defineraðu mína náttúru. Um onnur søgdu: Rigmor, tú skalt sova við einari konu, tí vit bestemma tína sonnu náttúru, og tú ert ónormal. Tá hevði eg gingið ímóti mín­ ari nattúru, tí konufólk siga mær onki. Á sama hátt verður sagt við tey samkyndu, at tey skulu ganga ímóti síni náttúru; at tey antin skulu fylgja meirilutanum ella liva sum støk – tí teirra náttúra er skeiv, hon er miseydnað, og tí skulu tey ikki sleppa at uppliva kærleikan og hjúnabandið, sum vit onnur kunnu gleðast um hvønn einasta dag, tá vit fara heim til okkara elskaða. Eg skilji ikki, hvussu samkynd hjúnalag skaðar meg og mítt hjúnalag. Eg skilji ikki, hvat trúgv hevur við borgarlig rættindi at gera. Eg skilji ikki, hví tað er ein glíðibreyt, at ein bólkur av borgarum fær somu borgarlig rættindi sum onnur. Eg skilji ikki, hví mín náttúra skal eitast at vera betri enn náttúran hjá øðrum. Hinvegin skilji eg so sera væl, hví tað er rætt at geva øllum borgarum somu borgararættindi, eitt nú við at broyta hjúnabandslógina, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga. Samkyndur liviháttur er vorðin alt sjónligari í Før­ oyum seinastu árini. Neyvan tí tað eru fleiri samkynd, men tí tey nú tora at standa við seg sjálvi, og at liva sum pør á jøvnum føti við onnur – opið, erliga og kerliga. Tey eru her og liva ger­ andisdagin millum okkum: Vit hitta og umgangast tey dagliga: hjá bakaranum, umborð á Smyrli, á gøtuni. Tey eru her! Tey samkyndu eru menn­iskju úr kjøti og blóði, akkurát sum tú og eg. Tey samkyndu hava eisini bara hetta eina lívið her á jørðini saman við okkum øðrum, akkurát sum tú og eg. Tey samkyndu blíva for­ elskað í øðrum menniskjum og vilja innrætta sær ein gerandisdag, akkurát sum tú og eg. Men tey hava bara ikki somu borgarligu rættindi sum tú og eg. Vit kunnu ikki ráða yvir, hvørjum vit fella fyri. Men vit kunnu broyta hjúnabandslógina. Lógir eru gjørdar av menniskjum, fyri menniskju og verða broyttar av menn­ iskjum. Tað er tað vit her á hátt­ virda tingið eru til fyri. Europeisk mentan, líka frá fólkaræðið til rættar­sam­ felagið og mannarættindini, sum vit í Føroyum avgjørt eru partur av, byggir á tolsemi- og frælsi at liva, tala, hugsa og trúgva. Men hetta kom ikki av sær sjálvum. Kríggj herjaðu í Evropa í hundrað ár, tí øll hildu, at HINI vóru á skeivari kós. Tí bleiv avbjóðingin at finna nakrar skipanir, har vit eru samd um at tola ósemjur og ymiskleika, tí tað skal vera rúm fyri øllum. Úr leivdunum frá kríggi og yvirgangi blómaðu tank­ arnir um tolsemi og frælsi hins einstaka at liva, tala og trúgva frítt. Okkara fólkaræði, manna­ rættindi og rættarsamfelagið, og harvið eisini løgtingið, byggja á hesa meginreglu: At øll menniskju hava líka virði, og at lógin er líka fyri øll – eisini minnilutar av alla­ handa slag. -- Eg eri vís í og at vit eru røttu megin nútíðina. Tí hvør einasta mamma og hvør einasti pápi, sum standa upp fyri sínum samkynda barni, mýkja málið. Familja og vinfólk mýkja málið. Politikarar, LGBT’arar og tíðarandin mýkja málið. Fordómar byggja á ræðslu fyri tí ókenda, tí, sum fyrr var tabu og skomm. Og fordómar verða vend­ ir til viðurkenning og for­ stáilsi, hvørja ferð eitt nýtt menniskja letur skáps­hurð­ arnar upp og traðkar út í tann veru­leikan, er tann rætti fyri viðkomandi. Tá vit fáa andlit á, síggja tey spretta og brádliga standa í lívsins blóma. Tá venda fordómarnir til forstáilsi, og harvið eisini viðurkenning. Við at samtykkja hesar broytingar í hjúna­bands­ lógini, koma vit eitt stórt fet nærri einum samfelag, sum virðir og javnstillar menn­ iskju, óansæð, hvør tú ert ella hvønn tú elskar.