hósdagur 5. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
F
yri átta árum síðan kom
landsstýrið til ta niðurstøðu,
at Føroyar stóu á einum
vegamóti, og setti landsstýrið tí
sjøtul á arbeiðið við Visjón 2015,
sum kom út í bók í 2007.
Nógv er hent síðani, og nógv
hendir á uttanríkispolitiska pallin
um, sum viðvíkur Føroyum og før
oyskum áhugamálum, og nógv tað
mesta fer aftur við borðinum.
Visjón 2015, sum kom út í 2007
fór skjótt aftur við borðinum. Á
várið 2012 bað landsstýrið um
eina frágreiðing um støðu Føroya
í Arktis, og fekk hana á ári seinni.
Frágreiðingin er áhugaverdur lesn
aður um støðu føroyinga og møgu
leikar teirra í komandi tíðum.
Allýsingin av Arktiska økinum
røkkur kring allan knøttin, og um
okkara leiðir røkkur hon beint suð
ur um Føroyar.
Her henda stórar broytingar, og
broytingarnar í veðurlagnum hava
við sær, at fyri at spara tíð, pening
og CO2 fer altjóða skipaferðslan
millum Atlantshavið og Stillahavið
at leita úr Suez- og Panamakanalini
umvegis føroyskan sjógv norður
um Norðuramerkia og Asia.
Áhugavert orðaskiftið var á tingi
um dagarnar grundað á hesa frá
greiðingin um støðu Føroya í Arktis,
sum kom út nú í vár.
Frágreiðingin lýsir hvønn týd
ning broytingarnar í arktiska øki
num væntandi fáa fyri Føroyar,
og ikki kann sigast annað enn, at
frágreiðingin er sera áhugaverd og
væl úr hondum greidd.
”Arktis er eitt ómetaliga stórt
øki,
ið fevnir um 30 milliónir ferkilo
metrar. Fýra milliónir fólk
búgva í økinum, sum fevnir
um Kanada, USA, Russland,
Finnlandi, Noregi og Svøríki,
Grønland, Ísland og Føroyar.”
Føroyar – eitt land í Arktis
Spurningurin
er
bara,
hvussu
stóran álvara føroyingar leggja í
hesa støðu sína í heiminum, og í
tey tilmæli, sum eru at finna í hesi
frágreiðing.
Eitt teirra sigur:
“Føroyar skulu arbeiða fyri
einari munadyggari skipan
av arktiska samstarvinum, so
smáu londini og samfeløgini,
sum hava heim stað í arktiska
økinum, kunnu luttaka á
fullgóðan hátt.”
– og
”At brúka luttøkuna í Arktiska
Ráðnum til at styrkja beinleiðis
samstarv og samskifti við øll
limalondini, felagsskapirnar
fyri
upprunafólk og eygleiðarnar.”
Føroyar – eitt land í Arktis
Men Føroyar fingu ongantíð nakran
stól við borðið í hesum Ráðið, og
síðan hetta tilmælið sá dagsins
ljós á várið 2012, hava Føroyar har
afturat mist tann eina sessin, tær
sótu á, tá fundast var.
Danmark, sum ikki er partur av
Arktis, hevði tveir skamlar undir
liðini á sær. Okkara er nú burtur,
meðan hin, ið eftiri er, er merktur
”.. vedr. Grønland.”
Orsøkin er sjálvsagt hon, at Før
oyar vera ikki roknaðar fyri nakað í
politiskum samanhangi, tí tær vilja
tað ikki sjálvar.
Hjálagdar álitinum um Arktis
eru so eisini heildarætlanir fyri tey
ymsu londini, ma. ein seksti síð
ur drúgv ætlan fyri ”Kongeriget
Danmarks Strategi for Arktis 2011-
2020,” har Føroyar eru umrøddar á
eini hálvari síðu.
Ein røð av øðrum tilmælum,
sum í veruleikanum eru avgjørdar
fortreytir fyri lívføri og virksemi
í Føroyum og føroyskum hav- og
sjóøki eru at finna í hesum riti, so
sum týdningarmikla raðfestingin
av trygd, trivnaði og umhvørvi
okkara.
Nevnd verður ma. týdningar
mikla umsitingin av fiskiskapinum
á kendum og ókendum leiðum
í Íshavinum, nú alt bendir á, at
fiskastovnar, sum Føroyar longu nú
hava søguligan áhuga í, fara at flyta
seg longri norður, og at Føroyar tí
eiga at fylgja arbeiðinum hjá ICES í
arktiska økinum.
Eisini verður mælt til, at rann
sóknir í arktiska økinum verða
raðfestar frammalaga saman við
flotanum, ið virkar har.
Sjálvsøgd og skilagóð tilmæli
kom her út í bók, samstundis
sum vit drýpa høvur og hugsa
um, hvussu aftarlaga almennu
Føroyar
framvegis
raðfesta
sjálvar
fortreytirnar
fyri
rannsóknum, eitt nú tað nýggja
havrannsóknarskipið,
sum
ferð eftir ferð verður tikið av
dagsskrá.
Vit fáa í arktisku frágreiðingini
at vita, at økt skipaferðsla
økir
um
smittuvandan
av
fiskasjúkum, og at tað tí eisini
er neyðugt at áseta reglur
um tøming og útskifting av
mø. barlastvatni í føroyskum
sjógvi.
Men vit gera bara einki við
tað.
Vit fáa at vita í hesum tilmæli
frá í vár at vita, at vatnið kann
innihalda skaðiligar og sjúku
elvandi verur, og um dálkað
vatn verður latið út í føroyskan
sjógv, kann hetta hava álvarsligar
avleiðingar fyri m.a. alivinnuna.
Men vit gera bara einki við tað,
og í heyst hevur so alivinnan stað
fest, hvussu álvarslig henda til
ráðing er.
”Mælt verður til, at landsins til
búgvingarætlan fyri oljubasing
á sjónum verður politiskt
staðfest og raðfest.”
Føroyar – eitt land í Arktis.
Oljutilbúgvingin, at handfara olju
dálking á sjónum, er sjálv fortreytin
fyri at til ber at verja lívfrøðiliga
margfeldið og áhugamál Føroya í
sambandi við ali- og fiskivinnuna,
og eiga Føroyar tí at ganga undan
og røkja sínar skyldur í altjóða,
norðurlendskum
og
arktiskum
avtalum um millumtjóðasamstarv
á hesum øki, so at til ber at avmarka
spjaðing av einari oljudálking á
sjónum, meðan bíðað verður eftir
hjálp úr grannalondunum.
Eingin annar ger tað fyri okkum,
og tá vit liva so at siga 100% av tí
sum náttúran gevur, er eisini úti
við 100% vissa fyri, at vit doyggja
stráðdeyðan, um vit av berum
kleyvarskapi missa tað lívfrøðiliga
margfeldi av hondum.
Frágreiðingin, ”Føroyar – eitt
land í Arktis,” er sum frammanfyri
tíðargrein
Hergeir Nielsen
fyrrverandi landsstýrismaður, løgtings
formaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Formligu viðurskifti
Føroya við danska ríkið
Framhald á næstu síðu
– eru størsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond