Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tingið hevur í sínum skjølum staðfest, at aðalorðaskifti var um frágreiðingina tann 26. november 2013, og at málið er avgreitt. Tilmælini eru tó alt annað enn avgreidd. Tey eigur landsstýrið á, og um ikki nakað skjótt hendir frá tess síðu, eiga flokkarnir á tingi at taka um endan og fáa gongd á fleiri av hesum álvarsmálum sum skjótast. Orðaskiftið á tingi var áhugavert í longum drøgum, men kortini var okkurt, ið misprýddi myndina, og var tað serliga hesin gróðursetti óttin fyri, at føroyingar møguliga vunnu sær sjálvstøðugan sess mill­ um hinar tjóðirnar í Arktis. Frágreiðingin um londini og havið kring Arktis verður nú løgd oman á Visjón 2015, har tað í nýtum orðum varð sagt, at vit komu aldrin at fóta okkum úteftir, um vit ikki áttu ræði á okkum sjálvum. “Hinvegin er stjórnarrættarliga støðan í fleiri førum ein av­ marking eitt nú tá ið ræður um føroyskan limaskap í ymiskum millumtjóða felagsskapum. Tá tykjast formligu viðurskifti Føroya við danska ríkið at vera stórsta einstaka forðingin fyri, at Føroyar sum land kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond.” Visjón 2015 Men eins og við fólkaatkvøðuni frá 1946 ræddust sambandsflokkarnir eisini her sítt egna barn. Álit tróta okkum ikki. Vit eiga tey í øllum ælabogans litum um støðu okkara úteftir yvir tey seinastu fýrati árini, síðan Danmark risti ríkisfelagsskapin av sær og leitaði inn í annan ríkjafelagsskap. Føroyar og føroyingar koma aldrin at fóta sær úteftir, um teir ikki ráða sær sjálvum – bæði inn­ eftir og úteftir - verður tikið uppaftur og uppaftur. Men vit gera bara einki við tað. Nú fáa vit so at síggja, um eisini hendan frágreiðingin endar oman á øllum hinum í teimum tjokkfullu skuffunum úti í Tinganesi. Ein tjóð, sum soleiðis støðugt og áhaldandi rennur undan sínum egna samleika, rennur undan sín­ um egna skugga, og sostatt sær sjálvum. Føroyar koma tá ikki víð­ ari, meðan grannar okkara fara stormandi framvið okkum. “… at Færøerne, hvor meget man end skalter og valter med dem, ingensinde har været og ingensinde kunne blive Danmark, og at intet Fremskridt, men kun et uopløseligt Vildrede, bliver Frugten af de Bestræbelser, ved hvilken man taber Landets og Folkets Ejendommelighed af Sigte.” Niels Winther (1822-92) (fyrsta umboð føroyinga á Ríkisdegi) Niels Winther segði tað í nítjandu øld, EU - álitini søgdu tað í 20. øld, Visjón 2015 og Arktiska frágreiðingin siga tað í einogtjúgundu øld. Øll tosa tey sama mál um hjálp­ ar­leysu støðu føroyinga, fóta teir sær ikki og taka av teimum ovur­ stóru avbjóðingum, teimum standa í boði. Halastjørnan, sum fór um sól­ ina um dagarnar, kolaðist upp, tí hon slapp ikki leys av veldugu at­ dráttarmegini frá sólini. Hon kundi farið víðari út í kos­ mos, slap hon leys av veldugu atdráttarmegini frá sólini, men liggur nú sum ein avbrendur grús­ bunki upp á sólini. Mangt bendir á, at samfelag okk­ ara kann fáa somu lagnu. Verða vit slúsaði inn í annað samfelag, guva vit burtur sum serstøk tjóð í Arktis. Eydnast okkum hinvegin at vinna á atdráttarmegini, er okkum lív lagað sum sjálvstøðug tjóð við teimum risa stóru møguleikunum sum liggja og bíða eftir okkum sum partur av tí náttúruríka arktiska felagsskapinum. tíðargrein Framhald av síðu 15 Advokatvirkið