hósdagur 5. desember 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jonhard Mikkelsen
Arnstein Niclasen
Arnstein
Niclasen,
eins
stað
bundin og miðalhampa klaksvík
ingur, hevur rakt upp sína egnu
ættargrein, sum ólst upp Úti á Bø.
Hjá uppisitarunum úti á Kirkju
børeyni, sum ikki hava sett onnur
spor eftir seg har úti á nesinum enn
nakrar mosagrónar steinar. Tað er
ikki so frægt, at føroyingar flestir
vita, at har úti í óbygdum einaferð
var eitt lítið bygdarlag. Søguna, sum
fjalir seg í teimum ógáaðu toftunum,
hevur Arnstein drigið okkum fram
í ljós. Og burtur úr øllum tí, hann
hespar upp, eru nógvir stakir til
burðir, søgur um húski og einstak
lingar, um embætisfólk og bøndur
og mangt, mangt annað.
Her eru søgur um sýslumannin
H. C. Müller og Jóannes Bónda.
Rasmus Effersøe, Leo-ættina í Vági
og Grimsby, Gamla Sloan, brøður
nar Mads og Niclas á Velbastað,
bømannabrøgd, Vallekilde Háskúla,
fleiri ættargreiningar, so sum úr
Funningsstovu og Skrivarastovu í
Havn – heilt frá 1700talinum og fram
til okkara tíð, manntøl, staðarnøvn,
kort og myndir yvir umhvørvið
úti á Bø. Um fólk sum Rakul á Bø,
skipbrotnu s/s “Barjamu”, Dia á Bø,
Guttorm Andersen, løgmann, ið var
20 markabónda úti á Bø í 1550, von
Born og von Løbner o.o.
Arnstein hevur sín serliga stíl og
sítt sermerkta frásøgulag, og bók
in hevur ein poetiskan dám, sum
er heldur sjaldsamt, tá ið um slíkt
tekstaslag ræður.
Fyrsta dømi:
Úthurðin úti á Bø ríkir fyri seinastu
ferð. Eitt avgamalt bygdarlag letur
eyguni aftur eftir lokið dagsverk.
Eitt harðvunnið tíðarskeið er at
enda komið.
Tey seinastu fólkini hava savn
að sinar fáu pjøkar og ognarlutir
saman í byrðar til burturferðar.
Nakað av ognarlutum og okkurt av
tilfari verður varisliga niðurtikið og
hóskandi handfarið, tí kanska kann
hetta koma aftur til nyttu í einum
sethúsum, sum standa í gerð undir
Glaðsheyggi í Havn.
Við Skálabakka hoyrist áartut
lið fra mataránni. Tað runar við
sjóvarmálan, og aldubrotini suffa
seigan í Skirgjógv. Fjar fuglaljóð og
jarm hómast um hagaleitið. Ann
ars andar alt av tøgn og friði um
hvarvið alt.
Tagnaður er teirra songur,
ein dag fóru tey avstað –
Tann
seinasti
veturin
1893/94
royndist, sum so mangan, bæði
harður og kaldur. Aðruhvørja løtu,
sum eftir tørni, brendi hann á við
hørðum høgættarvindi og sterk
um kulda, fyri í næsta viðbragdi at
støkka yvir um kringin við ilsligum
lágættarregni
og
vindi.
Mikil
húsaskaði hendi kring landið av
ódnarveðri upp undir jól (16. des.).
Várið 1894 royndist haraftur
ímóti bæði kalt og turt. Frostið
spilti ein heilan hóp av torvinum.
Stórt felli var í lembing við nógv
um vindi.
Vindsamt summar, skýbøklar fara
sum framsettur bátur í sólsetri
og fyri norðan fjøll
hin grøni eldur.
Seigliga fara tey so til gongu. Hvør
undir síni tungu klyv eftir alda
gomlu gøtuni inn undir Ravnarøk
urnar. Aftur eftir slóðini haðani tey
komu, sum ein ættargrein av Reyni
í Havn - einaferð í seytjanhundrað
talinum. Heim eftir gøtuni, sum
leiðir upp um røðina handan leitið
við Reynsmúlalág.
Annað dømi:
Tíðaraldan
Endaliga niðurløguárið úti á Bø
var, sum áður nevnt, 1894. Her
kunnu vit steðga á eitt bil, meðan
tann 19. øldin leggur seg afturá,
soleiðis hendur í favn, tí at eitt nýtt
tíðarskeið er í heinta og væntu.
Den mätta dagen, den är aldrig störst.
Den bäste dagen er en dag av törst.
Við aldaskifti alda ofta nýggj rák
og hugbirtingar. Aðrar ræsir rísa
undan sýnu, og nýggjar skipanir
taka seg upp við vón um framburð
og varandi frið millum heimsins
lond og mannabørn. Og fram
burður kom við tí nýggju øldini,
serstakliga á tí tekniska økinum.
Nógv nýggj og hent framstig komu
fyri dagin so sum: makaleysar
maskinur, drekar á flogi og fúkandi
bilar. Meðan vónirnar um varandi
frið millum lond og fólk ikki komu
at lúka somu treyt. Tí hvør veit ikki
frá søguni at siga, um hvussu nógv
nýggj og hægri teknisk frambrot
– sum upprunaliga vórðu ætlað
til frið og frama – ið ikki straks
av mannaávum blivu brúkt til
óhugnaliga hernaðarliga dubbing?
Tann íborna tráan skapning
sins eftir ognum, valdi og vinningi
tykist ongan enda at taka, og mur
an til makt - manna millum - kennir
onga broyting til bata. Men tað er
so ein onnur søga
Triðja dømi:
Árið 1894 í stuttum tøkum
Henda veturin verður ein nýggj
ur viti tendraður úti á Borðuni til
miklan fagnað fyri havnarfólk og
havsins synir (1. okt.’93). Ein sangur
varð yrktur til birtingarhøvið við
hesum fagnaðarboðum:
”At ljós er nú leið yvir bylgju”.
(re?)
Og uttan úr heimi glottar í. Ein
skonnart fer 1. nýggjársdag á land
í Havn í ódnarveðri, vrakið bleiv
keypt og afturgjørt av Restorffs-
monnunum
og
fær
navnið:
“Frederiksvaag”.
Tað franska felagið ” La Societé
minière des Iles Faroé” keypir rættindi
til at høgga kol í Trongisvági.
Og høvuðsstaðurin dregur at
sær. Ein nýggj skemtivísa sveimar
millum unga fólkið og verður havd
uppi á gólvi, nevnd: Gentukæti
(eftir jpg) um tær ungu genturnar,
sum í einsemi dvølja á bygd við
leikalindanna íbornu dreymum og
langtan eftir øðrum luti og lívi.
Hesi ungu fljóð droyma um at
fara heiman - burtur av bygd og til
Havnar: Ta deiligu Havnina - har
ið rættir unglingar eru og klæddir
sum menn - og saman við teimum í
stási at spassera runt um tann heila
bý og út á Skansan.
Tórshavnar kommunuskúli varð
tikin í brúk hetta árið. Hesin bygn
ingur, sum nú er bæriligu býráðs
hús býarins, bygdur úr tilhøgdum
føroyskum gróti.
Havnin var fámentari tá og
helst eisini bygdasligari enn í dag.
Býurin var enn ikki blivin keyp
staður, hóast høvuðsstaður land
sins. Eini 1500 fólk búðu í Havn um
hetta leitið. Øll hava ivaleyst kent
hvørt annað - upp á persón - um
ikki annað.
Meginparturin av almúguni lá
undir fátækramarkinum. Tó var
har ein fámentur yvirklassi av
maktfullum embætismonnum og
øðrum múgvandi, sum fingust við
at sæta sær og sínum sum frægast –
hesi sum um hendur høvdu embæti,
handil ella annað vinnuvirksemi.
Sjónligt var fyri mong, at síðani
Kongaligi Einahandilin fór í søguna í
1856, vóru brennivínsbørnini alsamt
fjølgað, og tann svári eftirburðurin
lá berur: at familjur og heim blivu
oydd av hungri og halli.
Hetta tí, at peningur, ognir
og óðal so brádliga fingu annan
ólíkligan eigara – soleiðis bara
tvørtur um diskin - av armóð og
ómegd ella lyndisbreki - á beisku
vágskál lívsins og lagnunnar.
Heini Olsen
Vestmenningurin
Heini
Olsen,
sum er ættaður frá Heina Havreka
og hevur rikist um mestsum øll
heimsins lond dastið av hálvari øld,
hevur skrivað bók um ta tíðina, tá
ið hann sum ungur verkfrøðingur
starvaðist í Miðeystri. Eitt óvanliga
hendingaríkt lív í fremmandum
mentanum
og
fremmandum
málum. Heini lærdi seg persiskt og
legði seg eftir at skilja mentanina
har.
Sum vegaverkfrøðingur varð
kravt, at bæði eitt og annað varð
skrásett hvønn dag. Umframt alt
tað kravda, skrivaði hann dagbók og
tók myndir av øllum tí forvitnisliga,
ið hann sá. Eisini var hann ásttikin í
danskari gentu, sum hann skrivaði
til hvørja viku. Nú hevur hann
savnað alt tilfarið og lisið øll brøvini
Tveir stílmeistarar