Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI hvør við sínari bók um aft ur (tey hevur hon varðveitt sum reyða gull). Í hesari bókini er Heini upp á tað stuttligasta við sínum eyð kenda frásøgulagi. Vit lata bókina sjálva tala. Brot 1 Nigel og eg hildu okkum kúrrar, vit tordu ikki at víkja frá penga- skríni num, tí har vóru 200.000 rial- ar í, sum skulu nýtast til flytingina til Shiraz. Nigel hevur keypt ein stav við korðu innan, og hann høvdu vit liggjandi á gólvi num ímillum okkum, tá vit vóru farnir í koyggjuna. Um tólvtíðina vórðu vit vaktir av einum persa, sum spurdi, um vit vildu síggja nakað áhugavert. Vit tørnaðu út, tóku pengaskrínið og korðuna við okkum og fóru nið an í tað einasta stóra tjaldið, sum eftir stóð. Har var eisini so sanniliga gongd í. Teir flestu vóru druknir, og teir høvdu fingið fatur á einari gamlari kelling, ið átti tvær avbera vakr- ar døtur – ella kanska vóru tær ommudøtur – sum hon hevði við sær. Vit settu okkum niður væl til rætt is, Nigel við pjøkanum við penga skríninum á knøunum og eg við korðustavinum. Tær fóru at dansa til henda ser kenda orientalska songin, ið tær sjálvar sungu, og sum omman klapp aði taktina til. Dansurin varð vill ari og villari, luftin var tung av monn u m, ið eygleiddu dansandi kvinn ur, av tubbaksroyki teirra og av, at nakrir eisini høvdu roykt opium fyri uttan vodka, sum drukk- ið varð. Genturnar snúðu sær títtari og títtari runt, meðan afturpartur og frampartur fór hvør sín vegin eins og rennandi kúgv, og at enda lótu tær seg úr, so ikki trevilin var eftir. Tær dansaðu eina løtu aftur at; men so kundu tveir ungir pers ar ikki halda sær longur, teir lang aðu út eftir hvør sínari og hvur vu inn um mosquitonetini við teimum. Vit takkaðu fyri okkum, søgdu góða nátt og krupu aftur til koys. Í dag hoyrdu vit so, at teir flestallir høvdu hugnað sær við gentunum, og gamla hevði innkasserað 100 rialar (um 10 kr.) frá hvørjum. Brot 2 Býttur, sum eg var, fór eg fyri lýs- ing, 12. september, upp við hinum og í moskuna, tá mullahin úr minaretini hevði kallað til bøn; men eitt høvdu teir gloymt at sagt mær, og tað var, at vit skuldu vas- ka okkum um hendur og arm ar upp undir albogan, andlitið og um føturnar. Mær dámdi einki at fara úr skón- um og seta teir uttanfyri, tí eg helt teir fara at hvørva, og so hevði eg eisini stórt hol á teimum ulli ntu, heimabundnu føroysku hosu num; men myrkleitt var, so tað bilti ikki, og føturnir trongdu kans ka eisini til at vaskast. Annars sá eg nøkulunda líka sól brendur og skitin út sum hin- ir báðir, tí ikki liggur væl fyri at snøgga sær í somu klæðum á ferð í sandrokinum aftan fyri stór ar lastbilar, sum vónleyst er at sleppa framum. Teir funnu okkum pláss, har tað var myrkast inni, og so at fylg ja hinum í bønini – standa rætt ur, so niður á knæ, uppaftur, aft ur nið- ur á knæ og fram eftir romm um og so framvegis, til bøn in var at enda komin; men tá eg mið skeið- is í tilgongdini sá, hvussu álvars- liga og inniliga allir tóku hesa morgun bøn, fekk eg knappliga heilt sálarliga ringa samvitsku, tí eg var bara farin við av forvitni, og eg kendi tað við eitt sum stóra synd at halda bæði Mullah og alla hesa stóru mannamúgvu fyri gjøldur. Ørminnist, at eg sendi eina „Sorry, Sir !“ uppeftir, áðr enn eg innantanna komdi mær at fara undir eina heldur enn ikki fløkta umberingarbøn, og einki fær meg til at halda, at Sankta Pætur vil forða teimum at koma innar bara av tí, at teir ikki eru kristnir, tí sum eg aðrastaðni havi greitt frá, eru tey í teimum seks-átta trúargreinum, eg havi ar beitt ímillum, øll samd um hin eina skaparan, tey í bønini heita á um at hjálpa teimum at fáa sum fræg ast burtur úr her á foldum og eftir fráferð hiðani. Ageler og Sheikzadeh spurdu, hví í verðini eg næstan rann út aft- ur, tað kundi forkomið mær, søg du teir, tí alt nærindis moskuni skul- di ganga siðiliga og spakuliga fyri seg, sum gomul siðvenja var, og teir høvdu sæð fleiri havt eygu ni eftir mær. Mær rann í hug, tá eg sum smá- drong ur var í kirkju í Vestmanna, tá tað rópti grindaboð, og øll fóru siðiliga út eftir gólvinum, sum vanligt við teimum innastu fyrst, líka til mannfólkið kom út á kirkju- gátt ina, har tað hamskiftist og tók til beins. Brot 3 Sum kunnugt hava ross ofta buldrut an maga, og tá Antonio á gøtu ni við Evu undir lið eftir einar tveir tílíkar harðar brestir, fjált rut- ur bað hana orsaka, segði Eva, at tað gjørdi ikki petti – hon hevði annars hildið ljóðið koma frá rossunum! Hundur mín, sum hvørja nátt gekk á varðhaldi, plagdi tað mesta av degnum at liggja og durva. Henda seinnapartin lá hann í fas- ta svøvni beint innan fyri dyr n- ar, og tá hann ikki áður hevði sæð ljós hærda kvinnu, vaknaði hann sum við kaldan dreym og skar í eitt andskræmiligt glefs; men mátti eins og allir aðrir av kall kyni láta við halanum og lúta fyri Evusa blíðu, bláu eygum. Borðreitt var ikki við so nógv- um øðrum enn sjálvum høvuðs- rætti num, ið var kókað rís og eitt veðurlamb steikt í heilum líki; men bretarnir hildu tó, at eg sum føroyingur mundi kunna gera okkurt forkunnugt aftrat, og tá mær altíð sera væl hevur dám að avroð, vórðu høvd og bein svið in, vølirnir vaskaðir, og úr potti num vórðu – inn í steikta krov ið – bein, vomb, rukkulakki, fylt ur suðuroyar- sperðil og hvíta nýru vakurt løgd til rættis kring seyð ar høvdið, sum syrgið lá og stardi út undan, har bløðran annars átti at sita. Í hvussu var og ikki – væl gekst, og undir borðhaldinum vísti Anto nio seg frá síni allarbestu síðu, skemtaði og segði frá væl- sit andi smásøgum, og kring vakt- ar eldin aftaná sang hann gaml ar sicilianskar ástarsangir, sum Eva við síni ljósu rødd eisini við hvørt tók undir við, og meira enn eina- ferð birtu tey í duett upp undir okk um allar at murra við, so frægt vit dugdu. Út á náttina svaraði onkur hyena aftur á villini heiði, kvøldar- gneggj asnanna var tagnað, og tá vit so við og við fóru at remba okk- um og geispa, reistist Antonio, beyð Evu armin og leiddi hana yvir at skínandi skúrinum. …. Og morgunin eftir: Vit allir á skúrin, skoraðust gjøgnum dyrn ar – og har lá Antonio – í liti á at líta eins og veikt tevatn við mjólk útií, útvatnaðum eygum, piprandi vørr- um og skelvandi hondum. „Harragud – Antonio – hvat bagir?“ – róptu vit ræðsluslignir; men hann bara skakaði høvdinum og hevði aftur mist málið. Vit góvust kortini ikki so og hildu fram at pína og plága hann við forvitnu spurningum okkara, til hann at enda lyfti bleiku hond sína sum tekin um, at vit skuldu tiga, og við veikari rødd segði hann okkum frá sorgarleikinum, sum hann var farin fram, og meðan vit hugtiknir lurtaðu, vóru listagávur Antoniusar bestar í frásøgukynstri, tá hann meistaraliga lýsti kenslur sínar í teirri løtu, Eva eymt tók høvur hansara inn at mjúka, bergtakandi barmi sínum (hann rakk ikki longur upp) og við ástartungari rødd teskaði honum í oyra: „Antonio! – di’amot! – snella vennen min;“ men tá sortnaði fyri eygum Antoniusar, tað setti at hjartanum – og slerdi leyst ! Tveir rættiliga tilkomnir og mentaðir harrar, sum hava starvast eina fjórðingsøld saman sum verkfrøðingar hjá Landsverki, hava givið hvør sína sjaldsama góða og undirhaldandi bók út í vetur. Teir eru báðir viðgitnir fyri stíl. Hvør sín eyðkenda stíl. Men báðir hjukla um orðalagið, báðir telgja til tað situr. Tað er satt fragd at lesa. Teir verða í hugnaliga Gamla Bókhandli leygardagin millum kl. 16 og 17 og signera bøkurnar aftur við einum kaffimunni