Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 141 · 6. desember 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Onkur gongur til fótbólt, summi hyggja í sjónvarp og onnur spæla telduspøl. Tá 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen hevur frí dámar honum best at fara langar túrar niðan í føroysku fjøllini. Onkuntíð verður tað til fleiri túrar innan eina viku. – Eg eri blivin púra bitin av hesum ítrivinum og geri túrar so at siga hvørjaferð, eg havi møguleikan, sigur Andrias Reinert Hansen, sum býr á Oyri. Tað merkir eisini, at hann ikki bara fer gongutúr í fjøllunum, tá tað er turt og stilt í veðrinum. – Onkursvegna liggur tað eisini ein ávísur spenningur í at fara avstað, tá tað er illfýsi og kalt. Tá havi eg ofta hug til at bjóða mær sjálvum av, og so fari eg bara avstað. Eg plagi at siga, at tað er ongantíð ringt veður, mann er bara illa ílætin, sigur Andrias Reinert Hansen. Dagliga starvast hann sum skrelli­ maður, og tær arbeiðstíðirnar hóska væl til hansara ítriv. – Arbeiðsdagarnir eru ikki so langir, og harafturat havi eg frí hvønn fríggja­ dag, so eg gangi mínar túrar hvørja ferð møguleikin er til staðar. Skal á 360 toppar Ungi Oyramaðurin hevur altíð havt áhuga fyri náttúru og útilívi. – Frá tí eg var heilt lítil, plagdi eg at vera nógv úti, og eg minnist eisini at eg og pápi mín fóru túrar niðan í fjøll­ ini, har vit so tjaldaðu, og tað helt eg var ótrúliga stuttligt, fortelur Andrias Reinert Hansen, sum í summar bleiv studentur. Tað var eisini um ta tíð­ina, tá endaligu próvtøkurnar byrj­aðu, at áhugin fyri fjallatúrunum øktist, og hann byrjaði at ganga túrar einsa­ mallur og saman við øðrum við somu áhuga­málum. – Tú kanst siga, at tað seinasta fjallið hjá Pól Sundskarð varð tað fyrsta hjá mær. Hetta var í mai mánaði, tá Pól Sundskarð skuldi ganga niðan á Sandfellið í Oyndarfirði. Tá hevði hann verið á øllum fjøllunum í Føroyum. Tað var har, eg av álvara fekk áhugan fyri fjallatúrum, greiðir Andrias Reinert Hansen frá. Líka síðani tann túrin hevur hann lagt nógvar kilometrar afturum seg úti í føroysku náttúruni. Higartil hevur hann verið á 128 fjallatoppum av teimum til­ samans 360, sum eru. – Mær dámar hetta so mikið væl, at eg havi sett mær eitt mál: Eg skal hava gingið á øllum 360 fjallatoppunum, tá 2014 er liðugt, sigur Andrias Reinert Hansen. Fríur í náttúruni Umframt at ganga niðan á fjøll saman við øðrum, dámar Andriasi Reinert Hansen eisini væl at gera fjallatúrar einsa­mallur. – Tá eg gangi einsamallur úti í fanga Andrias – Tá eg gangi í fjøllunum merki eg ein frið, sum eg ikki finni aðrastaðni. Tað er júst hesin friðurin og avbjóðingin at ganga á høgu tindarnar, sum fangar meg. Tað sigur 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen, sum eins og fleiri onnur er blivin bitin av at ganga í fjøllunum. Í hesum døgum luttekur hann í eini stórari altjóða kapping, har hann hevur møguleika at sleppa á hundasletutúr í Noregi Fjøllini Mynd: privat