hósdagur 5. desember 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
5
VIKUSKIFTI
Mynd: heinesen myndir
Myndir: privatar
náttúruni, er einki, sum órógvar, og eg
kenni meg frían frá øllum. Eingir bilar,
eingin larmur og tú hugsar bara um tað,
sum hendir beint nú; tú skalt niðan á
ein fjallatind, greiðir Andrias Reinert
Hansen frá.
Tað, sum honum dámar allarbest við
fjallatúrunum, er friðurin.
– Eg havi tað soleiðis, at jú friðar
ligari tað er, jú betri er upplivingin av
túrinum. Tað er, sum tú kemur inn í teg
sjálvan og gloymir alt tað, sum kann
strongja teg í gerandisdegnum. Túr
arnir eru líkasum eitt frírúm fyri meg,
sigur Andrias Reinert Hansen.
Ymiskt er, hvussu langir túrarnir,
hann ger, eru, men honum dámar væl
javnan at geva sær sjálvum avbjóðingar
og gera langar túrar. Jú longri túrurin
jú størri er avbjóðingin.
– Longsti túrurin eg havi gjørt einsa
mallur tók umleið seks tímar. Slíkir
túrar dámar mær væl at gera viðhvørt
og bjóða mær sjálvum av. Tað er ikki
heilt tað sama at ganga saman við eini
5-6 øðrum monnum og so at ganga
einsamallur, fortelur Andrias Reinert
Hansen og heldur fram:
– Trygdina mást tú altíð hugsa
um, men tá tú ert einsamallur, mást
tú vera serliga árvakin. Eg havi altíð
fartelefon, plástur, teyp, pínutablettir
og eitt serligt hitateppi við mær, tá eg
fari einsamallur niðan á eitt fjall. Har
afturat brúki eg gps til at navnigera
eftir, serliga um tað er ringt sýni, sigur
Andrias Reinert Hansen.
Hann vísir ikki aftur, at tað liggur
eitt ávíst kappingarelement í hansara
ítrivi at ganga í fjøllunum.
– Eg hugsi nógv um, hvussu eg best
og skjótast kann ganga niðan á toppin.
Tað er heldur eingin orsøk at ganga
eyka kilometrar, serliga um tú skalt náa
fleiri tindar, tí tá ræður um at spara upp
á so nógva orku sum gjørligt.
Vil hundasletutúr
Í hesum døgum luttekur Andrias
Reinert Hansen í eini altjóða kapping,
sum Fjällräven skipar fyri. Talan er
um kappingina Fjällräven Polar 2014,
har vinningurin er ein túrur norðaliga
í Noregi við hundasletu. Tilsamans 20
fólk sleppa henda túrin, og tað gera tey
við at fáa atkvøður um heimasíðuna hjá
Fjällräven. Frá hvørjum landi sleppa
tveir luttakarar.
– Tað var av tilvild, at eg las á inter
netinum um hesa kappingina, men so
skjótt eg sá tað, visti eg, at hetta var
akkurát nakað fyri meg. So eg gjørdi
eitt videobrot og sendi tað inn, greiðir
Andrias Reinert Hansen frá.
Týsdagin í næstu viku er freistin úti
at atkvøða. Enn hevur Andrias fingið
flestar atkøður og er sostatt tryggjaður
at sleppa við á serstaka hundasletutúrin,
sum fer fram yvir fýra dagar í apríl
mánaði næsta ár.
– Eg vóni veruliga, at eg kann sleppa
við á henda túrin, tí eg ímyndi mær, at
tað er ein fantastisk uppliving. Eitt er,
at eg sleppi at ferðast í ótrúliga vakrari
náttúru, men eg skal eisini stýra eini
hundasletu og vera saman við fólkum
úr ymsum londum. Tað er ótrúliga
spennandi, fortelur Andrias Reinert
Hansen eldhugaður.
At Andrias Reinert Hansen er føroy
ingur men luttekur undir donskum
flaggi í kappingini, hevur fingið ilt í
onkran danskara.
– Ein, sum eisini hevði meldað seg
til kappingina, men sum var og er fram
vegis langt aftastur í atkvøðum, fór til
donsku fjølmiðlarnar og gramdi seg
um, at føroyingar altíð standa seg væl í
kappingum við atkvøðuavgreiðslu. Tað
stuttliga er, at tað einasta tað gjørdi, var,
at eg fekk enn fleiri atkvøður, fortelur
Andrias Reinert Hansen og flennir.
Ein annar, sum hinvegin er beint í
hølunum á Andriasi Reinert Hansen,
hevur verið alment frammi og fortalt,
at hann ikki vil tapa ímóti einum føroy
ingi.
– Í sambandi við tilmeldingina
spurdi eg meg fyri hjá Fjällräven, um eg
skuldi melda meg til undir »Danmark«
ella »Other countries«, so eg havi ikki
gjørt nakað skeivt, og eg haldi tað er
stuttligt, at onkrir danskarar ilskast
inná mína luttøku, sigur Andrias
Reinert Hansen.
Um illa vil til, og hann ikki sleppur
við á túrin í Noregi á hundasletu, ætlar
hann sær tó framvegis at fáa stórslignar
náttúruupplivingar.
– Eg skal náa øll fjøllini í Føroyum
áðrenn mai mánað, og seinni ætli
eg mær at fara út í heim at ganga í
teimum heilt stóru fjøllunum so sum
Kilimanjaro og Mont Blanc. Tað hevði
eisini verið stuttligt at farið til USA,
men nú fáa vit at síggja, sigur Andrias
Reinert Hansen.
Til ber at atkvøða fyri Andriasi
Reinert Hansen fram til 10. Desember
á heimasíðuni fjallraven.com/polar
– Tað er, sum tú kemur inn í teg
sjálvan og gloymir alt tað, sum kann
strongja teg í gerandisdegnum.
Túrarnir eru líkasum eitt frírúm fyri
meg, sigur Andrias Reinert Hansen