Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 141 · 6. desember 2013 6 VIKUSKIFTI Starv? – Lærari á skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, har eg undirvísi í framhaldsdeildini. Lýs tann perfekta dagin? – Børnini. Maðurin. Lív. Kærleiki. Tonleikur. Nærvera. Látur. Frísk luft. Góður matur. Eitt stórt klemm. Um hesi eru til staðar, so kann dagurin ikki gerast annað enn perfektur. Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Vit eru eitt sindur konservativ heima við hús, so í langa tíð hava vit bara sæð Kringvarp Føroya. Hetta broyttist tó fyri nøkrum vikum síðani, tá vit loksins hoknaðu undir trýstinum frá børnunum og fingu okkum Netflix. Síðani tá hevur Don Draper verið fastur kvøldargestur í stovuni. Tíbetur eiga tey í Mad Men eisini vakrar kvinnur í hópatali, so maðurin kann freistast at hyggja við. Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av? – Seti meg í sofuna við eini góðari bók og tendri nøkur livandi ljós, meðan góðir tónar leggja seg sum eitt heitt teppi yvir stovuna. Løtan verður enn betri, um maðurin eisini er í sofuni. Ein góð løta við mediatión stressar eisini av og gevur samstundis nýggja orku. Saman við livandi ljósum og einum góðum vín­glasið er baðikarið nú heldur ikki so galið. Nær ert tú í góðum lag? – Maðurin sigur, at eg eri altíð glað. Tað kemst helst av, at eg eri signað við eini rúgvu av kær­leika, nærveru, avbjóðandi løtum, góðum vinfólkum og eini fantastiskari familju. Hvat ger teg illa? – Órættvísi ger meg rættiliga illa. Brotnar avtalur og at bíða eftir fólki er heldur einki stuttligt. Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd? – Eg hugsi nógv um mína útsjónd. Men við trimum smábørnum rennandi um beinini má eg erligt viðganga, at ofta er lættari at hugsa enn at gera nakað ítøkiligt. Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar? – Sunnur og góður matur hevur stóran týdning fyri okkara lítlu familju. Tí royna vit eisini altíð at eta gott, sunt og fjølbroytt. Eg eti ikki reytt kjøt sjálv og tað gevur eina øðrvísi avbjóðing í køkinum, tá matur skal gerast til alla familjuna. Tíbetur er úrvalið av bønum, linsum o.l. munandi broytt seinastu árini, so hetta er eingin forðing fyri at gera heilsugóðan mat. Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing? – Einki er sum ein sunn sál í einum sterkum likami. Eg plagdi at íðka og legði nógva orku í at hava ein sunnan og sterkan kropp. Men tað var áðrenn børnini komu. Enda setningin »Annars haldi eg at ...« – Vit eiga at verða góð við hvønn annan. Føroyar eru eitt lítið samfelag, har hvørt einstakt menniskja hevur stórt virði. Eisini tey, sum líkjast burtur úr mongdini og tey, sum onkursvegna eru komin illa fyri í lívinum. Ein tann besta ølin, sum eg hava smakkað og drukkið, er Hardcore IPA hjá anarkistunum á skotsku ølstarvsstovuni BrewDog. 9,2 hardcore prosent. Minnist so sera væl, tá eg smakkaði hana fyrstu ferð. Tað var hjá Mikkeller skitnu megin á Vesterbro í Keypmannahavn. Tími illa at vera niðri har í kjallaranum, ov nógvir pseudo­ bjór­nørdar og ov nógvar keðiligar kaférimpur. So tá tað viðrar ella bara knapp­liga tað, siti eg uttanfyri á gongubreytini í Viktoriagøtu. Hóast eg ikki royki, taki eg ein stól frá roykjarunum. Tey hava so góða heilsu kortini, at tey kunnu væl standa og draga dálkaða býar­hjaran í seg gjøgnum eitt gult filtur. Hardcore var hon so sanniliga. Fyrsti sopin var sum eitt fýrverk í munninum. Síðani havi eg ikki fingið hesa frálíku útflutningsvøru úr Skotlandi, har sum eitt semi hard­core frælsisstrið nú er byrjað. Dygdarbjór fæst ikki á hvørjum gøtuhorni á okkara leiðum, heldur ikki øðrum­ hvørjum. Men so fyrireikaði eg eina vitjan í Reykjavík. Og á heima­ síðuni hjá íslendsku rúsuni var hon so, Hardcore IPA hjá BrewDog, 9,2% og 899 krónur. Og so nú, eg var í Reykjavík, skuldi eg sjálvandi til handils. Fór vónríkur í Vínbúðina í Austurstræti, 27 hanagleiv frá hotell­inum, eg búði á. Stutt og høgligt. Men nei, har høvdu tey ikki Hardcore IPA. Kanska onkur av teimum stóru búðunum hevur hana, segði kramba­kallurin. Hvar tær vóru? Jú, tær vóru sjálvandi langt burturi haðani, vit báðir stóðu. Hann nevndi tríggjar. Hevði bara hoyrt um ta einu. Ta í Kringluni. Og handilsmekka Kringlan er ikki júst í miðbýnum í Reykjavík. Men har var so einki annað at gera enn at royna. Dagin eftir gjørdi eg meg út til eina langa gonguferð. Rørsla er góð, ikki minst, tá endamálið við henni eis­ini er gott. Kannaði gjølla býarkortið fyri at seta kósina. Fyrst niðan eftir Laugarvegnum, fram við Dillon, har sum miðnámsgentur í kjóla spældu punk í gjárkvøldið, til høgru eftir Snorrabraut (har var eina ferð eitt Ríki, sum hesir neyðsynjarhandlar kallaðust fyrr) og so til vinstru inn í Flókagøtu. Síðani beint fram til eina gøtu, sum eg nú havi gloymt, hvussu eitur, út á Miklabraut og so til høgru. Har skuldi so Kringlan verið onkrastaðni, sambært kortini. Onki serligt veður til slíka ferð, føroyskt veður, tó ikki so ringt, nógvur vindur, heilt nógvur vindur, men turt kortini. Og vindurin var í bakið. Eg stúrdi so fyri heimferðini, vónaði við góðari barlast tó. Fann Kringluna, hon var har, sum kortið segði, hon er, eftir at hava bíðað eftir fýra grønum ljósum fyri at sleppa yvir um breyt­ina miklu. Bilar, bilar, bilar og fleiri bilar í báðar ættir. Vínbúðin var eisini har. Og eg leitaði og leitaði. Men har var eingin Hardcore hjá BrewDog at síggja millum nógvu ølirnar. Íslendingar bryggja sjálvir nógv sløg av øli, eisini sterkum øl. Áhugavert, tí øl, annað enn pissøl, var forboðið í Íslandi til fyri bara fjórðingsøld síðani. Og so, jú, mín sann, har er hon, har er hon. Latið í kurvina, gjaldi, gjafverð, segði kassa­ maðurin. Spottprísur? Tað veit eg ikki, men alt er relativt. Og so út aftur í illveðrið. Yvir um breytina miklu, fýra ferðir reytt ljós, bíða og bíða. Tá eg havi gingið eina løtu við góða fonginum í heystar­storm­ inum, byrjar at dropa úr erva. Sjálvandi, banni eg innantanna. Heim aftur somu leið, hóast onkur onnur kanska var styttri. Men eg noyðist altið aftur somu leið sum fram. Annars villist eg. Á Snorrabraut preiaði ein útlendskur ferðamaður meg og spurdi, hvar Harpa var. Laugar­ vegin á tamb og síðani til høgru. You can´t miss it. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Ragnhild Ellingsgaard lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Don Draper er fastur kvøldargestur – Fyri nøkrum vikum síðani fingu vit okkum Netflix. Síðani tá hevur Don Draper verið fastur kvøldargestur í stovuni. Tíbetur eiga tey í Mad Men eisini vakrar kvinnur í hópatali, so maðurin kann freistast at hyggja við. Tað sigur 32 ára gamla Ragnhild Ellingsgaard úr Klaksvík Eftir øli Mynd: privat