hósdagur 5. desember 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Í vakurleika
andast
Lívið er at doyggja, men løtur
kunnu eisini vera ævigar
Sólrún Michelsen
Hinumegin er mars, 144 bls.
Mentanargrunnur
Studentafelagsins, kr. 198,-
Útlendskir
rithøvundar skriva
um almennar
trupulleikar og
menniskju, sum vit øll
kunnu kenna okkum
aftur í. Føroyingar skriva um
bygdina ella seg sjálvan. Nakað
soleiðis hugsaði eg sum yngri,
og hendan hugmyndin rann aftur
fram fyri meg á pallborðsfundi
millum føroyskar og danskar
rithøvundar á Bókadøgum herfyri.
Føroyski orðstýrarin presenter
aði rithøvundarnar og legði fyri
við danska krimihøvundinum Leif
Davidsen. Hann fekk eitt tyssi
av rósandi orðum, og somu æru
fingu hinir útlendsku rithøvundar
nir. Síðani vendi orðstýrarin
sær til Sólrúna og segði: Og
so hava vit Sólrún Michelsen.
Hon hevur skrivað eina bók um
mammu sína. Einki annað.
Í næstu viku fær kanadiski
rithøvundurin Alice Munro bók
mentavirðisløn Nobels. Munro
skrivar stuttar søgur um vanlig
menniskju. Søgurnar ganga allar
fyri seg í einum lítlum amti í
landslutinum Ontario í Kanada,
og kanska hevur onkur lokalur
orðstýrari onkuntíð sagt, at bøkur
nar hjá Munro snúgva seg um
tey og tey fólkini. Einki annað.
Søgurnar hjá Alice Munro og
Sólrún Michelsen líkjast ikki, als
ikki, men tær duga báðar væl at
gera tað sermerkta alment og
tað óítøkiliga ítøkiligt. Tað er tað,
góðir rithøvundar duga. Nýggja
bókin hjá Sólrún, Hinumegin er
mars, snýr seg um um eina konu
mitt í trýssunum, sum stendur
millum lítla ommubarnið og
gomlu mammuna. Men hon snýr
seg eisini um sjálva tilveruna.
Kettlingar í himli
Frásøgukonan í søguni missir
spakuliga mammuna, sum fær
heilabløðing, verður dement og
fjarar burtur. Men hon missir
ikki bara mammuna, hon sær
eisini sína egnu ellisframtíð.
Tveir veruleikar, sum tey fæstu
vilja ella duga at seta orð á.
Í skaldsøguni finnur dóttirin
orð fyri sorgina og kærleikan
við at leita aftur til løtur í
barndóminum. Tá gentan er
innløgd á sjúkrahúsi, og bara
fremmandafólk eru um hana. Tá
kettlingurin doyr, og mamman
setir seg niður hjá gentuni
og uggar hana. Kettlingurin
spælir í himli, sigur mamman.
»Vit sótu tigandi eina løtu.
So reistist hon, kíndi mær um
hárið og fór inn aftur. Hol var
komið á sokkin, og eitt eyga
var á veg upp eftir legginum á
henni. Eg fluttti yvir á steinin,
har hon hevði sitið. Hann kendist
heitur.« Lítlir staklutir, sum
lýsa meira enn alla heildina.
Brot og speglaðar dýpdir
Skaldsøgan er ikki skipað í
kapitlar. Hon skiftir millum løtur
saman við gomlu mammuni og
smáu ommubørnunum og ferðir
aftur í aðra tíð og onnur støð.
Frásøgurøddin er sera týðulig,
og alt verður sett saman og
reflekterað í hennara tonkum.
Sólrún hevur, sær sjálvari
líkt, nógv myndamál í bókini.
Reytt tógv er ein av myndunum,
sum ganga aftur. Onkuntíð er
tað ein hespa, onkuntíð vundið
upp í eitt noða, og tá mamman
biður hana skúra gáttirnar, er
Á eini tokstøð í París í 1930’unum roynir smádrongurin
Hugo at loysa loyndarmálið um eitt tólmenni
Fólk royna at fáa gamlan rokksang hjá
AC/DC ovast á bretska hitlistan á jólum
Hundrað ára gamlar myndir hjá
donskum fotografi í Føroyum hugtaka
Hugo býr á Gare
Montparnasse
tokstøðini í París í
1930’unum. Hann
kennir allar tær gloymdu
smogurnar og heldur til í tí fjalda.
Hann hevur átikið sær at stilla urini
á tokstøðini, og tað kemur fyri,
at løgreglumaðurin á tokstøðini
er í hølunum á honum. Hugo
roynir at umvæla eitt tólmenni
hjá pápa sínum, sum er deyður,
og tá ið hann kemur í sambandi
við gentuna Isabellu nærkast tey
alsamt loynisøguni um tólmennið.
Filmurin er framúr væl gjørdur
og vann fimm Oscar heiðurslønir.
Filmurin, sum Martin Scorsese
leikstjórnaði, er upptikin í 3D,
og framúr sjónleikarar sum Ben
Kingsley, Sacha Baron Cohen,
Ray Winstone, Christopher
Lee og Jude Law spæla við.
Hesin hugtakandi filmurin er
meira enn bert ein spennandi
familjusøga – hann er eitt
meistaraverk! Upplagt at
brúka tveir tímar saman við
Hugo í jólamánaðinum.
»Christmas Number One« er eitt
hugtak í Bretlandi. Sangurin, sum
verður mest seldur seinastu dagar
nar upp undir jól, endar ovast á
single hitlistanum á jólum, og tað
er ein serligur heiður, og nakað
sum nógv verður gjørt burturúr.
Gjøgnum árini hava sangir sum
»Do They Know It’s Christmas?«,
»I Will Always Love You«,
»Bohemian Rapsody« og »I Want
To Hold Your Hand« verið best
umtóktu jólasangir hjá bretum.
Hesa tíðina verður so gitt og
mett um, hvør sangur verður ovast
á hitlistanum á jólum, og favorittur
í ár er – sum fleiri undanfarin ár
– vinnarin ax X Factor kappingini,
sum gevur sang út beint eftir,
at kappingin er liðug. Enn er
vinnarin ikki funnin, og sangurin
ikki givin út, men royndirnar vísa,
at hendan útgáva, sum kemur
beint fyri jól, er favorittur at taka
plássið ovast á hitlistanum.
Í 2009 fór ein herferð í gongd
fyri at fáa sangin »Killing In The
Name« hjá Rage Against The
Machine at verða Christmas
Number One í staðin fyri X Factor
vinnaran – og tað lukkaðist. Síðani
eru aðrir líknandi herferðir royndar,
og í ár er AC/DC klassikarin
Highway To Hell frá 1979 á odda
fyri slíkari herferð. Og møgu
leikin er avgjørt til staðar, at
AC/DC verður ovast jóladag.
Ein annar sangur, sum eru upp
á tal til ovasta hitlistaplássið í
Bretlandi á jólum, er »O Come All
Ye Faithful«, sum verður útgivin
við Elis Presley og Susan Boyle,
sum vann sjónvarpskapping
fyri nøkrum árum síðani.
Í 1977 keypti foto
grafurin Per á Hædd
ein kassa við 140
glasplátum frá einum
donskum starvsbróðuri.
Myndirnar í kassanum hevði
Anders Peter Hansen tikið, tá
ið hann var í Føroyum í 1911.
Hann tók myndir serliga í Norð
oyggjum og Eysturoynni, men
eisini nakað í Streymoynni.
Nú fer Per á Hædd at lata
Norðoya Fornminnissavni myndir
nar í varðveitslu, og í tí sambandi
letur framsýning upp í Spania
stovu í Klaksvík leygardagin.
– Myndirnar eru á høgum
stigi, og nógv er lokaliserað á
myndunum. Har eru hvalastøðir,
bátsmanningar, bygdir, neytakonur,
fiskaarbeiði, og sum heild er talan
um stemningsfullar fotomyndir,
har tú sært torvroykin úr skor
steinunum, sigur Per á Hædd.
Myndirnar eru millum ár og dag
brúktar til frímerki, bókaútgávur og
annað, og tær eru allar skannaðar
inn í bestu dygd, so tað í dag
ber til at skriva út einastandandi
dygdargóðar og stórar myndir.
– Nú havi eg átt hesar myndir
nar í yvir 35 ár, so eg havi nú hug
at enda henda kapitulin við at
donera Norðoya Fornminnasavni
allar glaspláturnar, samstundis
sum eitt gott úrval av myndunum
verður víst fram, sigur Per á Hædd.
– Eg havi valt einar 35 av
teimum 140 myndum út, sum
eg havi fingið gjørt í stórari
stødd, men eisini eru smærri
eintøk av myndunum at síggja,
umframt at fólk kunnu síggja
sjálvar glaspláturnar og eitt
myndatól av sama slag, sum
Anders Peter Hansen brúkt og
ferðaðist um oyggjarnar við.
Harumframt hevur Steffen
Stummann Hansen funnið fram
eina rúgvu av upplýsingum um
Anders Peter Hansen, og hann
hevur skrivað bók, ið kemur út
og verður løgd fram, samstundis
sum framsýningin letur upp.
Framsýningin í Spaniastovu
í Klaksvík letur upp á middegi
leygardagin, og klokkan 15 verður
móttøka, har Per á Hædd letur
fornminnissavninum myndirnar,
og bókin hjá Steffen Stummann
Hansen verður løgd fram.
UPPLIV!
UPPLIV!
LES!
UMMÆLI
Mynd: Birgir Kruse
Meistaraverkið um Hugo
AC/DC rokka jólini inn
Torvroykur úr skorsteinum
Sólrun Michelsen