hósdagur 5. desember 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
9
VIKUSKIFTI
Svakur kummulesnaður
Ein kjóli hjá Dianu prinsessu varð í vikuni
seldur fyri smáar 800.000 krónur
Nýggja bókin verður løgd fram í Klaksvík sunnudagin
Diana prinsessa var ein móta
fyrimynd, og framvegis er stórur
áhugi í hennara kjólum.
Fleiri av kjólunum hjá Dianu
eru seinnu árini seldir fyri stórar
upphæddir, og týsdagin seldi ein
uppboðssøla í Londin enn ein
kjóla hjá prinsessuni. Boðið var í
dollarum, og hægsta boðið varð
140.000. Tað svarar til einar
770.000 føroyskar krónur.
Kjólin, sum nú varð seldur, var
sniðgivin av David og Elizabeth
Emanuel í 1986. Talan er um ein
klassikan prinsessukjóla – ljósur
og pytaður við gimsteinum.
Sagt verður ikki, hvør hevur
keypt kjólan, men uppboðssølan
hjá Kerry Taylor sigur, at keyparin
var eitt útlendskt savn, og
at kjólurin fer at verða væl
varðveittur, har hann fer.
Tað var ein kvøkkur fyri allar
Føroyar í 1972, tá tað frættist, at
trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var
sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38
mans. Allir blivu bjargaðir, og ongin
fekk fysiskt mein av hendingini.
Í bókini »Tá Sundaberg sakk«
siga menn, ið vóru við Sundaberg,
søguna um hendingina fyri
meira enn fjøruti árum síðani.
Tað er Birgir Waag
Høgnesen, sum hevur skriv
að bókina, og Forlagið á
Tumbakka gevur hana út.
Sunnudagin kl. 16.30 verður
bókin løgd fram í Býráðshøllini í
Klaksvík. Palli Ziskason, vinnu- og
mentanarstjóri bjóðar vælkomin,
borgarstjórin Jógvan Skorheim
sigur nøkur orð, og Anfinn Nelsen,
sum gjørdi sang um Sundaberg,
fer at syngja sangin. Eisini verður
felagssangur og annað á skránni.
Jógvan á Høvdanum hevur givið út Føroya svakastu teknirøð
Hann hevur áður givið teknirøðir út
og teknað til bløð – provokerandi
skemtitekningar stundum við
svørtum skemti. Seinasta tekni
røðin, hann gav út, var í 2000,
men nú er hann komin afturíaftur
– Jógvan á Høvdanum, yngri.
Nú um dagarnar kom nýggj
teknirøð út. »Totalt langt
úti« – 52 litsíður við kummu
lesnaði. Føroya svakasta tekni
røð, sigur hann sjálvur.
– Hetta er mítt seinasta
meistaraverk, og fólk kunnu heilt
einfalt ikki lata vera við at keypa
Føroya – kanska – besta kummu
lesnað. Við í blaðnum er eisini
ein plakat, sum ein kann hanga
upp í kamaranum hjá sær, sigur
Jógvan á Høvdanum, yngri.
Í nýggja blaðnum eru eisini
skemtingarsamar greinar frá
veruleikanum, men útgávan
byggir á teknirøðirnar hjá Jógvani
á Høvdanum, sum hevur teknað
síðani hann var smádrongur.
tað »okkurt, sum knýtir í endan
á upprakta lívinum, sum var.«
Ein onnur spegling í søguni
er tann skaldsliga. Vit hoyra
tónar og tema úr verkum hjá
Williami Heinesen, Aldous
Huxley, Kára P, Johan Harstad
og øðrum. Speglingarnar
lýsa og perspektivera núið,
sum er so trupult at skilja.
Engybøds og tað
eg ikki skilji
Frásøgukonan í Hinumegin er
mars er ikki bara í limbo saman
við mammuni. Hon er mitt í nú
tíðini við Facebook, Google og
øðrum seiberspeys hentleikum.
Hon spælir Angrybirds við
ommusoninum, sum sigur, at
hon sleppur »bæja eina fej.«
Hvørki ommusonurin ella
mamman gera mun á ævintýri
og veruleika. Hugaferðirnar
hjá frásøgukonuni sjálvari
eru meira skilvísar. Men eg
skilji tær ikki altíð. Eg skilji til
dømis ikki, hvat laksavinurin
og spákonan gera í søguni.
»Tær nýtist ikki altíð at noyðast
at skilja,« sigur frásøgukonan.
Ikki at skilja er kanska ein fyri
treyt fyri at skilja tað ikki at
skilja. At skilja mammuna, sum
verður meira og meira í ørviti. At
skilja, hvussu tað er at missa.
Villiniborgir og
tundurproppar
Bókin snýr seg fyrst og fremst um
dóttur og mammu. Her er eingin
politisk viðgerð av eldraøkinum,
men samfelagsligu villiniborgirnar
hómast tó við longum bíðilistum
og politikkarum, sum siga, at
nú »fáa øll tey gomlu til gávus
at verða liggjandi gloymd
heima í egnum bústaði.«
Hóast eg bæði flenti og
græt við tárum, meðan eg las,
so er søgan ikki sentimental,
og huglagið er, so løgið tað
ljóðar, lætt. Mamman tykist
ikki stúrin og velur altíð ljósið,
sigur dóttirin. Hon er sum ein
tundurproppur. »Meiningsloysi
nam ongantíð við hana.«
Dóttirin er meira kompleks,
men tá mamman fer, knýtir
hon seg í vónina hjá mammuni
og broytir »ongantíð aftur« til
»einaferð.« Hinumegin er mars.
Hesumegin halda mammur fram
at reiða sengur. Lívið er løtur,
og tær skulu, sum Hans Andrias
Djurhuus yrkir »ikki burtur
sandast, men í vakurleika andast.«
Dorit Hansen
Kjólar hjá Dianu fara
fyri stórar upphæddir
Tá Sundaberg sakk