Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 141 · 6. desember 2013 10 VIKUSKIFTI myndir: Morten Høgnesen, Hans Dávid Dam og Rólant Waag Dam Heyst Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heystið er herlig tíð, yndistíðin á árinum hjá mongum. Serliga hjá teimum, sum fáast við seyð og kríatúr annars. Slaktið er farið aftur um bak, og krovini prýða nú hjallarnar kring landið. Seyðarhøvdini eru sviðin, sperlarnir ræsa og royttu gæsnar liggja nú í boksini – um enn okkurt lærið hongur og turkar. Tað finnast ikki neyv og dagførd hagtøl yvir, hvussu nógvir seyðir verða flettir árliga. Men ein kanning av landbúnaðarframleiðsluni í Føroyum fyri nøkrum árum síðani metti, at umleið 70.000 seyðir verða flettir árliga. Haruskjótingin er í hæddini í hesum døgum. Seinasta uppteljingin í bólkinum Haruskjóting í Føroyum á Facebook vísir, at tilsamans eru 3387 harur skotnar higartil í ár. Ein kanning av haruárinum í fjør sigur, at umleið 7000 harur vórðu skotnar í Føroyum í 2012. Talan er um frágreiðingina »Haruveiðan í Føroyum 2012«. Hon er á 44 blaðsíður og skrásetti í fjør 5381 skotnar harur. Men tá var ikki talan um eitt fullfíggjað yvirlit, so mett verður, at talið av skotnum harum í fjør var omanfyri 7000. Og tá varð sagt, at 2012 var eitt vánaligt haruár. Harutíðin er frá 2. november til 31. desember, og soleiðis sum tað hevur sæð út við skjótingini higartil í ár, so er líkt til, at 2013 ikki verður ólíkt árinum í fjør. er ein herlig tíð Heystið hevur so mong eyðkenni. Harðbalið og umskiftandi veður. Tað, sum minnir um ein fagran summardag, kann brádliga verða kaldur vetur – og øvugt. Sól, regn og kavi. Hvassar hvirlur og blikalogn. Um heystið kanst tú uppliva allar árstíðirnar innanfyri eina viku Heystið Myndirnar her eru frá Norðskála og Tjørnuvík, tá tey flettu har herfyri