hósdagur 5. desember 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Demmus
Hentze 90 ár
Tann 4. desember gjørdist Demmus Hentze 90 ár. Hann er kendur frá politikki og
sum sakførari. Hansara ætt hevur gjørt seg galdandi í politikki 150 ár aftur
í tíðina. Hesin og tveir komandi partar verða um Demmus og hansara ætt
D
emmus er fyrst og fremst ein
partur av okkara sakførara
søgu. Tað er neyvan nakar
føroyskur sakførari, sum er
blivin so gamal, og hansara
søga í Føroyum á hesum økinum røkkur heilt
aftur til 1953.
Demmus Hentze er føddur á Sandi 4.
desember 1923. Foreldrini vóru Sunneva f.
Clementsen (1887-1965) av Granda í Húsavík
og Johan Petur Hentze, bóndi í Uttastovu á
Sandi. Tey vóru níggju systkin:
Lisabeth (1910-2006), giftist í Danmark,
har hon gjørdist jarðarmóður, Johan (1913-
97), sum festi garðin í 1938, giftist við Hervør
Davidsen. Marianna f. 1915, giftist til Miðvágs
við Albin Vang. Gunhild (1917-34), doyði av
tuberklum. Gretha f. 1920, giftist við Rasmussi
í Soylu. Brynhild f. 1921, giftist til Rituvíkar
við Esmar Lamhauge Demmus, Ingolf (1926-
1926). Ingrid f. 1928. Giftist við Óla Olsen á
Argjum.
Langabbin var við at
fáa amtmann úr starvi
Abbi Demmus, Johan M. Hentze, var ting
maður fyri Sandoy frá 1893 til 1916. Eftir 1906
umboðaði hann sjálvstýrisflokkin. Tað verður
meira um hann í einum komandi parti.
Langabbin, Jóan P. Hentze, var løgtings
maður 1857-60 og 1873-88. Um hann verður
sagt í Føringatíðindi, tá ið hann doyði í 1890,
at hann »talaði stutt og greitt, stóð altíð uppá
tingsins rætt og æru, og uppá tað, sum hann
helt vera rætt«.
Knút Wang skrivaði í Dagblaðnum, tá ið
Demmus fylti 50 ár, at tað, sum kundi sig
ast um langabban, kundi eisini sigast um
Demmus.
Jóan Petur var eisini limur í taksasjóns
nevndini, ið virðismetti allar jarðarognir í
Sandoyar sýslu í 1871.
Dimmalætting hevði hesi minningarorð
um hann 30. august 1890:
»Den 13de ds. døde i Trøðum paa Sandø
Aftægtsmand J.P. Hentze i en Alder af 59 Aar.
Den afdøde repræsenterede Sandøen i Lag
tinget i en længere Aarerække, og han havde
som Medlem af Lagtinget en meget betydelig
Indflydelse, navnlig paa sine Standsfæller.
Han hørte til vore mest begavede Mænd og
havde som saadan foruden i Lagtinget en
betydelig Indflydelse i sin Hjembygd.
I de Rivninger, som Lagtinget i sin Tid
havde med sin Formand, var han stedse
mellem dem, som hævdede Tingets Ret og
Værdighed lige over for Formandens forment
lige Overgreb.
I den senere Tid kom hans Begavelse
næsten udelukkende at virke i kritisk
Retning, i det han ikke kunde følge med og
billige den friere Retning, der en Tid gjorde
sig gældende med Hensyn til Opdyrkningen
af Kongsgaardenes Udmark, en Retning, som
han befrygtede vilde krænke Samfundets
Interesser paa samme Tid, som den efter hans
opfattelse vilde hjælpe en hel del Mennesker
til Bosættelse paa Landet, som hverken kunde
leve eller dø.«
Umrøddi løgtingsformaður var amtmaðurin
Dahlerup, sum fekk alt løgtingið ímóti sær í
1860, og sum tískil fór úr embætinum og av
landinum. So mikið hevði løgtingið kortini
at siga tá!
Føringatíðindi skrivar, at Jóan Petur var
framhyggin, men kundi í seinri árum vera
væl so illtonktur og atfinningarsamur.
Hann var leingi sjúkur. At endanum var
hann tá ikki so beiskur í hugi og sinni. Friður
var komin í sinnið.
Verður farið longur aftur, so var pápi Jóan
Petur, Johan Mikal (1787-1840). Hann var
sonur prestin Peter Hentze (1753-1843), tann
fyrsta Hentze, sum kom til Føroya.
Ólavur Clementsen hevur eina drúgva
og áhugaverda frásøgn um hann í Kvørnini
nr. 3/2000. Niðurstøða hansara er, at Hentze
próstur er eitt stórt navn í Føroyum og helst
í Sandoynni.
At Hentzeættin er blivin stór sæst ikki
minst av, at í telefonbókini eru 395, sum eita
Hentze. Umframt eru øll tey, sum hava annað
eftirnavn.
Demmus byrjaði
ungur sína yrkisleið
Demmus fór blaðungur til Havnar at ganga
i skúla. Hann fekk preliminerprógv í 1940 og
studentsprógv í 1942.
Hann fór so suður aftur til Sands og var
har til apríl 1943. Tá hann er staddur í Havn,
lýsir sorinkrivarin eitt starv leyst sum vikarur,
tí Absalon Jacobsen, ættaður í Norðragøtu,
sum arbeiddi hjá dómaranum alt sítt lív, hevði
fingið tuberklar. Har var Demmus eitt hálvt
ár. Tá fór hann yvir um vegin at arbeiða hjá
politimeistaran, sum tá var Niels Vesterby.
Har var Demmus til 1945.
Í august hetta ár fór hann við ferðamanna
skipinum Århus til Keypmannahavn at lesa
løgfrøði.
Hann var tá forlovaður við Helenu, og hon
kom niður árið eftir á húsarhaldsskúla.
At koma til Danmarkar í 1945 var sum at
koma til eitt heilt fremmant land. Tað hevði jú
einki samband verið millum londini í fimm ár,
og hesa tíðina høvdu tað jú verið sera ymiskar
umstøður í Føroyum og Danmark.
Demmus var sera virkin lesandi og vildi
kunna seg sum best um danska samfelagið.
Øll lesandi vóru boðin á fundi í studenta
feløgunum hjá teimum politisku flokkum.
Demmus tók av øllum hesum innbjóðingum.
Møguleiki var fyri at gerast limur, og hann
limaði seg eisini inn í øll hesi feløg.
Hesin limaskapur vardi tó ikki longri enn
til limagjaldið varð kravt. Men hann fekk
á henda hátt gott innlit í donsku politisku
skipanina, og hvat teir ymsu flokkarnir stóðu
fyri.
1. partur
Býlingurin í Trøðum um 1870. Uttast sethúsini í Uttastovu,
haðani Demmus er ættaður og eitt úthús, sum stendur oman
og niðan. Henda og fylgjandi myndir eru úr Kvørnini