hósdagur 5. desember 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 141 · 6. desember 2013
15
VIKUSKIFTI
Á hesum fundum lurtaði hann eftir
kendum donskum politikarum sum tann
konservativa Christmas Møller, javnaðar
mannin K.K. Steincke, Vilhelm Buhl,
sum var forsætisráðharri eitt skifti undir
týsku hersetingini og eisini beint aftaná,
og Knud Kristensen, sum tá var forsætis
málaráðharri.
Hesa tíðina var tað stóra orðaskiftið í
Danmark tann ætlaða deyðarevsingin fyri
teir, sum høvdu rikið ørindini fyri týskarar
undir hersetingini. Tann stóri spurningurin
var, um tað bar til at seta deyðarevsing í
gildi afturvirkandi. Nógvir framstandandi
løgfrøðingar hildu tað ikki vera rætt, men
tað var kortini gjørt, og teir ringasta ørinda
sveinarnir hjá týskarum vórðu eisini av
rættaðir.
Í 1948 fór Helena og Demmus heim til jóla
og blivu gift í Sands kirkju. Helena var úr
Havn, dóttir Onnu og Sámal Hammershaimb
Debes á Bakka. Helena doyði fyrr í ár 92
ára gomul, og tey náddu at vera gift í 64 ár.
Tey fingu tríggjar døtur, Bergljót, Turid og
Onnu.
Rytter sum próvdómari
Lestrartíðin var ein strævin tíð. Tá var einki
sum æt studningur, og teir lesandi máttu
enntá sjálvir gjalda 20 krónur um mánaðin
til manuduktørar. Stundum var brúk fyri
trimum, og tá kostaði tað 60 krónur. Hetta
var stór upphædd fyri ein lesandi tá í tíðini.
Hesir manuduktørar skuldu hjálpa einum at
skilja tilfarið. Hetta kundi vera neyðugt, tí
professararnir kundu vera so turrisligir, at tað
var ringt at skilja tað, sum teir greiddu frá.
Í 1952 var Demmus liðugur og tók prógv
sum løgfrøðingur. Ein próvdómari var
Svenning Rytter, sum árini 1911-1918 hevði
verið amtmaður í Føroyum. Hann var illa
lýddur av sjálvstýrisrørsluni, og tað mundi
vera tað sama hin vegin. Navnið skuldi sagt
Rytter, at Demmus var føroyingur, men hann
lat ikki við seg koma.
Í fyrsta umfari fekk Demmus sær arbeiði í
Danmark og kom at arbeiða hjá einum ameri
kanskum oljufelag Vacuum Oil, sum seinni
skifti navn til Mobiloil.
Heim til Føroya
Men í 1953 komu boð frá Leivi Lützen, sak
førara, um at koma heim til Føroya at arbeiða
hjá honum og Per Kehler, sum var dani. Skriv
stovan húsaðist tá hjá Jákup Lützen ovast á
Áarvegnum. Hon flutti seinni niðan í Jóannes
Patursonargøtu.
Mogens Birch, eisini ein dani, starvaðist
eisini saman við teimum. Hann byrjaði seinni
fyri seg sjálvan. Tað sama gjørdi Per Kehler.
Eina tíð var Jørgen hjá Poul Hansen eisini har.
Hann gjørdist seinni reiðari á Kimbil, og enn
seinni kom hann at arbeiða hjá tí almenna.
Seinni kom Halgir Winther Poulsen at arbeiða
á hesum virki.
Aðrir sakførarar í Havn tá vóru Leif
Waagstein og Sigurð Joensen, sum arbeiddu
saman tá, Trygvi Samuelsen, D. P. Danielsen
og Jacob Jacobsen, sonur prestin Gullak
Jacobsen.
Kehler og Leivur høvdu tikið við eftir
Husted Andersen, sum tók við eftir Simons.
Hann hevði tikið við eftir Poul Effersøe,
beiggja Rasmus.
Demmus gjørdist so fulltrúi í trý ár hjá
Leivi Lützen, soleiðis sum reglurnar eru. Í
1957 førdi hann trý mál fyri landsrættin, og
kundi tá kalla seg landsrættarsakførari, og
hann gjørdist tá partnari hjá Leivi Lützen.
Stutt eftir varð heitið sakførari og lands
rættarsakførari avtikið og broytt til heitið
advokatur. Heitið landsrættarsakførari hevði
Demmus til hann 84 ára gamal gavst við
advokatvirksemi. Hann er sostatt tann sein
asti advokatur í Føroyum, sum kundi kalla
seg landsrættarsakførari.
Dóttirin Turið Debes Hentze førir nú
advokatvirkið hjá pápanum víðari.
Skipara- og Navigatørfelagið
Ein serlig uppgáva gjørdist at vera skrivari hjá
Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum hevði
Leiv Lützen sum skrivara og sakførara.
Richard Long hevði verið skrivari hjá
felagnum í mong ár. Men tá ið hann fór í
landsstýrið í 1951, mátti hann lata hetta starv
frá sær.
Leivur kom so at taka við skrivarastarvinum,
men sum frá leið kom Demmus at taka
sær meira og meira av hesi uppgávuni. Til
aðalfundin í 1953 var hann fundarskrivari. Tá
var Óla Jákup Jensen formaður. Hann avloysti
sama ár Kvívíkar Tummas, sum aftur gjørdist
formaður í 1958, eftir at Óli Jákup Jensen var
farin í landsstýrið. Tummas var formaður til
1966. Tá tók Páll Horn við eitt ár, og síðan
Kaj Johannesen. Seinastu formenn Demmus
arbeiddi saman við vóru Johan Christiansen
og Petur Knudsen.
At vera skrivari í einum slíkum felag
var ein serlig ábyrgd, tí bæði formaður og
nevndarlimir vóru burtur til skips stóran part
av tíðini. Demmus kom eisini í sínum starvi
at kenna heilt nógvar skiparar.
Skrivarastarvið røkti Demmus til 1975, tá
ið hann fór í landsstýrið, og hann tók tað upp
aftur eftir landsstýristíðina í 1981. Seinni fekk
felagið sær egna skrivstovu, men Demmus
helt fram sum sakførari fyri felagið.
Tað vóru ikki nógv verkføll hesa tíðina.
Reiðararnir høvdu góðan hug til at fáa mink
að um skiparahýrurnar, sum teir hildu vera
ríkiligar høgar. Men tað bleiv ongantíð sett
hart móti hørðum, og tað sum kundi fáast frá
einum av manningini munaði heldur ikki tað
stóra. Eina ferð varð tó pilkað eitt sindur við
skiparahýrurnar á snørisskipum, men tá var
henda veiðan við at fara í søguna.
Løgtingið setti fyrst í 1950-unum hámark
fyri partarnar hjá yvirmonnum, men hetta
møtti slíka mótstøðu, at lógin varð tikin aftur.
Í 1958 varð Demmus útnevndur til brasili
anskan konsul. Hetta var meðan vit enn
høvdu útflutning av klippfiski hagar. Kravt
varð, at konsul altíð var tøkur at vátta út
flutningsskjølini.
Stríð um útskifting
Tað vóru so nógvar jarðarsakir í 1950- og
1960-unum. Tá fór útskifting fram um alt
landið, bæði uttangarðs og innangarðs, og
tað var ikki bara sum at siga tað. Ofta var
misnøgd, og menn hildu seg hava fingið ov
lítið í sín part.
Tað kundi vera misnøgd um alt møguligt,
eisini um hegning millum hagar. Summir eig
arar vildu hava hegning og aðrir ikki.
Hetta var alt viðgjørt á landbúnaðarstevnum
og yvirlandbúnaðarstevnum, sum virkaðu
sum dómstólar á hesum økinum.
Jørðin skuldi virðismetast. Tann, sum
hevði lítið av góðari jørð, kundi fáa meira
av minni góðari og øvugt. Tá kundi lættliga
onkur føla seg vera fyri vanbýti.
Eitt serligt fyribrigdi var, at freistir vóru
settar fyri kærum. Tað vóru ikki øll sum góvu
sær far um hetta og kærdu ov seint. Men tá
var einki at gera. Skuldi nakar tá fáa meira,
so mátti onkur annar fáa minni, og tað bar
als ikki til.
Sum sakførari fekst ikki nógv burtur úr
útskiftingini. Ùtskiftingarørindi kundu taka
minst tveir dagar, sum tá Demmus og Sigurd
Joensen vóru í Elduvík. Haðani mátti siglast
inn í Funnngsfjørð, gangast til Skálafjørð,
siglast út i Heiðar, og so leiga »kapteynin«
við hansara motorbáti til Havnar. Ein kom at
kenna nógv fólk í sambandi við útskifting.
Ein serliga uppgáva hjá Demmus var, at
hann umsetti tinglýsingarlógina til føroyskt.
Hon bleiv síðani samtykt í tinginum.
Tillukku
Tað skal verða ynskt Demmusi hjartaliga til
lukku við tí stóra degnum. Demmus er ein
fyrikomandi og fródligur maður, sum tað altíð
er hugnaligt at hitta og fáa eitt prát við. Tað er
meira enn so komið fyri, at hann hevur givið
íkast til mína søguskriving.
Komandi partur:
Í komandi parti kemur Demmus
uppí politikk. Tá verður eisini
greitt frá ættini hjá Helenu.
Børn og fosturbørn í Uttastovu. Aftanfyri f.v. Emil Nolsøe, Lisabeth, Marianna, Gunhild og Johan
Frammanfyri: Demmus Nolsøe, Brynhild, Ingrid, Sanna og føðingardagsbarnið Demmus
Jóan Petur, langabbi
Demmus, sum á tingi var
við til at fáa amtmannin
Dahlerup av landinum