Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 141 · 6. desember 2013 Langt frá ræstur enn! Feski heimsmeistarin í talvi, norðmaðurin Magnus Carlsen, bleiv í dag 23 ár. Portal.fo Sig so tað! Andstøðan góðtekur munnkurv um tunnilsloysn Portal.fo Hvør skuldi trúð tí! Vandamiklar kaninir Norðlýsið Har eru nógvir at leita eftir! Politiið leitar eftir rennara In.fo So verður tómligt í fjareystri Kina á veg upp á mánan Portal.fo Ruddið forsíðuna! Televarpið: Netvarpið riggaði ikki hjá fleiri brúkarum Portal.fo Í ranga strúpan Høgni í Tutl Høgni Reistrup gevur í hesum døgum út nýggja fløgu, sum hevur fingið heitið ”Áðrenn vit hvørva”. Seinnapartin í dag verður Høgni at hitta í handlinum hjá Tutl í Han, har hann eisini fer at spæla nøkur løg. Høgni Reistrup Tutl í Havn Fríggjadagin 6/12 kl. 16.30 X Factor vinnari hevur jólakonsert Sunnukvøldið hevur Linda Andrews jólakonsert í auluni í Skúlanum á Løgmannabreyt í Hoyvík. Umframt Lindu luttaka eisini evnarík ung úr føroyska tónleikaheiminum. Linda Andrews fer at syngja góðar og kendar jólasangir. Linda Andrews Skúlin á Løgmannabreyt Sunnukvøldið 8/12 kl. 19.00 Vágamenn í Sandoynni Sofus Olsen, ið bygdi Listasavnið á Sandi, hevði fylt 100 ár týsdagin, og sunnudagin verður dagurin hildin við konsert við vágabólkinum Tinganest. Er nakað vágasound, er tað Tinganest – og tað ljóðar minst líka væl í Sandoynni, sum allar aðrastaðni. Tinganest Listasavnið á Sandi Sunnudagin 8/12 kl. 17.00 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Kvinnurnar í Hollywood eru naknari og forvinna minni pengar í filmum enn menninir, tær spæla saman við – Pressan skal jú alíð vera á varðhaldi og hava eitt kritiskt eyga við valdinum, og tá teir borgar­ ligu flokkarnir hava sitið so leingi við valdi­num, hevur kritiskt fokus verið á teimum í eins langa tíð. Liljan Weihe, tíðindaleiðari í KVF, um ákoyringarnar, at KVF rennir ørindi fyri vinstraveingin Hanus og Jógvan Andrias í Tøting Síðani teir vóru á háskúla í Kungalv í 1987, hava teir á ymsan hátt samstarvað um tónleik. Teir hava millum annað havt konsertir saman, og leygarkvøldið ber til at upp­liva Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen í Tøting í Gøtu. Teir fara at spæla hvør sær og saman Hanus & Jógvan Andrias Tøting í Gøtu Leygarkvøldið 7/12 kl. 21.00 – Nú orrustan leikar á, vilja summi, tíverri, gera hetta stríðið til eitt stríð millum trúgvandi og samkynd, og tað er púra burturvið. Vit eru øll so ymisk, tíbetur, og átrúnaður hevur als einki at gera við, um vit forelska okkum í einum av sama kyni ella einum av hinum kyninum. Marita Thomsen, sum hevur verið gift við kvinnu í 14 ár – uttanlands New York Film Academy í nýggjari kanning