mánadagur 9. desember 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgfrøðilig
ivamál
Løgfrøðingarnir á løgtings
skrivstovuni hava víst á, at
tað eru nøkur ivamál í sam
bandi við uppskotið hjá
Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen
og Poul Michelsen. Í skrivi
orða teir seg soleiðis:
Eydna Skaale
- Vit eru greið yvir, at tað
hevur verið víst á møgulig
ivamál í hesum málinum,
men uppskotið er hóast alt
góðtikið til at verða lagt fram,
so ivamálini eru ikki størri
enn so, slær Poul Michelsen
fast.
Løgfrøðingarnir
í
løg
tinginum hava víst á, at um
uppskotið verður samtykt,
kunnu tað verða trupul
leikar
við
heimildini
at
gera
lógarbroytingarnar.
Tað, at broytingarnar ikki
skulu koma inn um kirkju
gátt, ger tað eisini trupult,
tí tá má sjálvur lógartekst
urin broytast í mun til tann
danska - og tað kann gerast
ein trupulleiki, tí hetta er ein
donsk lóg. Lógarbroyting
arnar mugu gerast niðri, og
tað er ivasamt, um ministarin
kann
gera
broytingarnar
sjálvur, ella um tað má fyri
fólkatingið.
Trupulleikar
skulu loysast
- Hetta er eitt trupult mál,
tí tað eru so nógv ymisk
aspekt í tí. Fyri tað fyrsta
eru familjumál eitt danskt
málsøki, og tí kunnu vit ikki
bara broyta lógina.
Fyri
tað
næsta
eru
donsku lógirnar langt síðani
dagførdar, meðan føroysku
lógirnar ikki eru tað; tær eru
á hvør sínum stigi, so at siga.
Tað ger tað eisini trupult.
- Tað, at vit bara eru vanlig
tingfólk - ikki stjórn - er eisini
trupult, tí tað hevur, so vítt
vit vita, ongantíð verið gjørt
áður, at vanlig tingfólk bera
uppskot til Danmarkar. So
hetta er eitt trupult mál. Men
vit kunnu ikki lata standa til,
hóast okkurt er trupult, sigur
Poul Michelsen og leggur
afturat:
- Slíkar trupulleikar má
man bara loysa.
Hann er tó ivaleysur í, at
Fólkatingið fer at góðkenna
broytingina, um tað kemur
so vítt.
- Tey vilja jú hava, at
vit dagføra hesa lógina og
tryggja samkyndum rættindi.
Tá lógin um skrásett parlag
kom í gildi niðri, broytti man
kirkjulógina, men tað ber ikki
til hjá okkum at samantvinna
báðar lógirnar, m.a. tí annað
er danskt málsøki, meðan hitt
er føroyskt. Fólkatingið veit,
at hetta er tað maksimala, vit
kunnu gera, og tað góðtaka
tey heilt víst.
Poul Michelsen sigur, at
tey ikki formelt hava sent
fyrispurningar til danskar
politikarar, men óformelt
hava tey spurt seg fyri, og
tað verður eingin trupulleiki
at fáa tað ígjøgnum.
- Spurningurin er sostatt
bara, um ministarin metir
seg hava heimild at gera hesa
broytingina sjálvur - ella um
tað skal fyri fólkatingið. Vit
meta ikki, at tað er nakað
ivamál um, hvørt broyt
ingarnar fara at koma ígjøg
num, men bert hvussu tað
skal vera gjørt. Verður tað
samtykt í Føroyum, verður
tað heilt víst eisini góðtikið
niðri, sigur Poul Michelsen.
Rund orðing
Spurdur um seinastu við
merkingina
frá
løgfrøð
ingunum um, at tað møgu
liga
mugu
gerast
aðrar
fylgibroytingar, um lógar
broytingarnar koma í gildi,
svarar Poul Michelsen, at
hatta er ein so mikið rund og
óítøkilig orðing, sum helst
serliga er gjørd fyri at tryggja
løgfrøðingarnar sjálvar, sum
nú hava ávarað um, at tað
møguliga kunnu standast
aðrar broytingar av hesum.
- Men altso.. verður tað
neyðugt við fleiri broyt
ingum, so gera vit bara tær so
hvørt. Eg dugi ikki at síggja,
at tað skal vera nakar stórur
trupulleiki, so hasum eri eg
als ikki bangin fyri, slær Poul
Michelsen fast.
»Uppskotssetararnir
ynskja ikki at lóggeva
innum gáttina í kirkjum,
og er tí einasta møguliga
loysn at gera broyting í
§ 14, stk. 2 í føroysku lov
om ægteskabs indgåelse
og opløsning.
Skal
hetta
fáast
ígjøgnum má eitt ríkis
lógartilmæli skal gerast
afturat. Hetta er sum
so lætt at gera, men løg
frøðiliga eru tað fleiri
stór ivamál. Fyri tað
fyrsta er tað stórt ivamál,
um tað yvirhøvur er
nøkur heimild at broyta
§ 14, tí fyri at seta eitt
ríkislógartilmæli í gildi
fyri
Føroyar
krevst,
at tað í donsku lógini
er ein heimild at seta
ásetingarnar í gildi í
Føroyum.
Men reglan er, at ein
slík heimild bert kann
brúkast eina ferð. Tá
Føroyar
settu
hjúna
bandslógina í gildi í
Føroyum í 2002, varð
henda heimild brúkt.
Tískil er væntandi, at
danskir myndugleikar
ikki vilja góðtaka, at
Føroyar
brúka
somu
heimild eina ferð aft
urat.
Hóast
danskir
myndugleikar
fara
at góðkenna, at sama
heimild verður brúkt
einaferð
afturat,
er
tað als ikki vist, at
danir fara at góðtaka
føroyska
ynski
um
broyting í § 14, stk. 2.
Hetta tí, at uppskotið
hevur eina aðra orðing
enn
tann
danska.
Møguleiki er bert at
broyta viðvíkjandi “hvad
særlige færøske forhold
tilsiger”. Vanliga kunnu
innihaldsliga broytingar
ikki gerast, og um frá
vik skulu vera, skal
hetta avtalast millum
føroyskar og danskar
myndugleikar. Hetta er
ikki gjørt í hesum føri.
Spurningurin er, um tal
an er um “særlige fær
øske forhold” í hesum
føri, og um danskir
myndugleikar
sostatt
vilja góðtaka hetta frá
vik.
Sostatt má fyrivarni
eisini takast fyri, at
hóast Løgtingið fer at
samtykkja uppskotið, er
als ikki vist, um danski
ministarin fer at seta
lógina í gildi.
Til seinast skal enn
einaferð minnast á, at
donsku lógirnar á øki
num eru broyttar fleiri
ferðir gjøgnum árini.
Fyrivarni má tí takast
fyri, at møguligar aðrar
fylgibroytingar
mugu
gerast.«
Ivamálini eingin
trupulleiki
- At løgfrøðingarnar í løgtinginum vísa á nøkur ivamál er púra
natúrligt - tey skulu jú tryggja, at tey ikki geva okkum skeivar
upplýsingar. Orðingarnar eru rundar, og samstundis hava tey jú
eisini góðkent, at málið kann leggjast fyri tingið. Trupulleikin
er tí ikki størri enn tað sama, sigur Poul Michelsen, ið sjálvur
triði hevur lagt uppskotið um samkynt hjúnalag fyri tingið.
Uppskotið snýr seg í stuttum um, at samkynd
fólk skulu kunnu ganga saman í hjúnarlag við
borgarligari vígslu. Men uppskotsstillararnir
vilja broyta orðingina í lógini, soleiðis, at
kirkjan skal haldast uttanfyri. Sum er, skal
kirkjan geva pørum, sum eru borgarliga
gift, vælsignilsi, um tey ynskja tað. Fyri
at halda kirkjuna uttanfyri uppskotið,
vilja Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul
Michelsen broyta lógina, soleiðis, at kirkjan
bara skal geva pørum "af forskelligt køn"
vælsignilsi eftir borgarliga vígslu.
- Løgfrøðingarnir hava víst á nøkur møgulig ivamál, men tað skulu tey jú gera. Eg dugi ikki at síggja, at
hesi ivamálini verða nakar stórur trupulleiki, sigur Poul Michelsen, ein av uppskotsstillarunum