mánadagur 9. desember 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Ósemja hevur tikið seg upp
millum byggisamtakið mill
um J & K Petersen og M. T.
Højgaard øðrumegin og SEV
hinumegin í sambandi við
bornigarnar til Eiðisverkið.
Borað hevur verið gjøg
num syllagrót, sum er væl
harðari enn vanligt grót. Men
hetta kann ikki koma óvart á
hjá byggisamtakinum.
Hetta vóru teir greiðir
yvir, áðrenn farið var í gongd,
sigur Hákun Djurhuus, stjóri
á SEV.
Boriarbeiðið
er
liðugt,
men byggisamtakið heldur
seg eiga 25 milliónir krónur
til góða hjá elfelagnum.
Eins og vanligt er, er ein
áseting í sáttmálanum um
gerðarætt,
skuldi
ósemja
stungið seg upp, og tað er í
hesum gerðarætti, at málið
verður viðgjørt í løtuni.
- Hetta er eitt mál, ið
tekur sína tíð, sigur Hákun
Djurhuus.
Stjórin í SEV sigur, at
teir longu framman undan
vóru greiðir yvir, at grótið í
støðum var harðari enn van
ligt, og tí heldur hann, at SEV
hevur eina góða søk.
- Tað eydnaðist okkum
ikki at gerast samdir, og
tí er málið endað í gerðar
rættinum, sigur Hákun Djur
huus.
Málið er umrøtt í aðal
fundarfrágreiðingini hjá el
felagnum og eisini í samban
di við roknskapin hjá SEV.
- Tað er ein skylda, vit
hava, og tí er málið eisini
nevnt í sambandi við rokn
skapin, sigur Hákun Djur-
huus.
»Tað er nú liðugt borað
suður til Blásenda norðan
fyri Selatrað, og staðfest er,
at Eiði 2 suður verkætlanin er
seinkað einar sjey mánaðir.
Seinastu
umleið
tríggir
kilometrar
av
tunlinum
eru
boraðir
í
syllagróti,
og boringin hevur verið
væl meira avbjóðandi, enn
arbeiðstakarin upprunaliga
hevði
mett.
Samráðingar
millum arbeiðstakara og –
ánara
hesum
viðvíkjandi
hava ikki givið úrslit. Nú
hevur arbeiðstakarin latið
inn fyribilskrav uppá oman
fyri 25 milliónir krónur til
gerðarrættin, soleiðis sum
sáttmálin partanna millum
gevur
møguleika
fyri.
Nevnda ósemja partanna
millum er eisini orsøk til, at
tað ikki eydnaðist at semjast
um kostnaðin av meirveit¬
ingini við tunnilsboringina
til Sandá«.
Soleiðis stendur at lesa
í ársfrágreiðingini hjá SEV
fyri 2012.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
SEV stevnt eftir 25 milliónum
Byggisamtakið, J & K Petersen og M. T. Højgaard hevur stevnt SEV eftir 25
milliónum krónum í sambandi við boringina til Eiðisverkið