mánadagur 9. desember 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Hóast ógvusligar skerjingar á
serliga tveimum málsøkjum,
so varð fíggjarætlanin hjá
Tórshavnar Kommunu ein
mælt og uttan dramatikk
samtykt á býráðsfundinum
28. november.
- Vit hava eitt ógvuliga
væl virkandi býráð, og vit
høvdu tosað so mikið væl
um alt áðrenn sjálvan bý
ráðsfundin, at har var ikki
so nógv meira at tosa um. Tí
varð ongin orðadráttur um
fíggjarætlanina, sigur Heðin
Mortensen.
Sparingar
Á rakstrinum eru tað serliga
tvey málsøki, ið eru ógvus
liga skerd í rakstrinum á
fíggjarætlanini
fyri
2014
samanborið við hana fyri í
ár. Tað eru tekniska økið, har
húsaumsitingin er skerd við
6,7 milliónum krónum, úr
54,6 milliónum krónum í ár
í 47,9 milliónir krónur næsta
ár.og málsøkið Børn og ung,
har barnaansingin er skerd
við 4,6 milliónum krónum,
úr 132, 4 milliónum krónum
í ár í 127,8 milliónir krónur
næsta ár.
Heðin Mortensen sigur, at
ansingarøkið hjá allari kom
mununi nú verður eftirhugt
við umfatandi rasjonaliser
ingum fyri eyga.
- Barnatalið er minkandi,
so talan verður um saman
leggingar, har tær stóru og
góðu eindirnar verða varð
veittar, meðan smærri eindir
verða stongdar. Hetta, og
til dømis tað, at vit nú fáa
forskúlar, ger, at vit kunnu
spara hesar pengarnar í
barnaansingini.
Vit
játta
eisini
samstundis
meira
enn eina millión krónur til
nýggjan forskúla í skúlanum
á Argjahamri, og tað vigar
jú upp ímóti sparingini á
dagstovnaøkinum,
greiðir
borgarstjórin frá.
- Eisini verður hugsað
nýtt
viðvíkjandi
frítíðar
skúlatilboðum og klubbtil
boðum, har vit arbeiða við
einum nýggjum konsepti
við Margarinfabrikkini í mið
býnum og Klub 188 í hoyvík,
sigur Heðin Mortensen.
Tó kann tað staðfestast,
at sjálvir frítíðarskúlarnir
samanlagt verða skerdir í
rakstri næsta ár í mun til í ár.
Tí
samstundis
sum
350.000
krónur
eyka
verða játtaðar til at hava
frítíðarskúlarnar opnar, tá
skúlarnir eru stongdir, og
100.000 krónur eyka verða
játtaðar
til
frítíðarskúla
líknandi tilboð og klubba
tilboð, so verður frítíðar
skúlanormeringin skerd við
750.000 krónum.
Færri bygningar
Stóra sparingin á húsaumsit
ingini, sum serliga umfatar
viðlíkahald av bygningunum
hjá
kommununi,
hongur
sambært borgarstjóranum
saman við, at kommunan
ætlar at selja fleiri bygningar.
- Í sambandi við at vit
keyptu bygningarnar hjá
Bank Nordik, varð avgjørt,
at vit skuldu royna at selja
fleiri aðrar bygningar, sum
kommunan eigur. Samlaða
talið av bygningum fer tí at
minka, og tørvurin á pengum
til viðlíkahald minkar tí
eisini, greiðir Heðin Morten
sen frá.
Undir
fíggjarlógarvið
gerðini hava bæði tekniska
nevnd og trivnaðarnevndin
tó verið so ivasamar um
ógvusligu
lækkingina
av
játtanini til viðlíkahald, at
tær í sínum tilmælum hava
treytað sær, at lækkingin
bert skal galda fyri 2014, tí
talan er um serligar um
støður, og at lækkingin tí
ikki skal liggja til grund fyri
framskrivingum og játtanum
í 2015.
Stórar verkætlanir
Í fíggjarætlanini eru 110
milliónir krónur játtaðar til
íløgur. Afturat hesum koma
aðrar 21,6 milliónir krónur til
Tórshavnar Havn.
Nýggju íløgujáttanirnar
verða innpassaðar í langtíðar
íløguætlanina hjá kommun
uni, og her standa nú fleiri
stórar verkætlanir í bíðirøð.
Rúm er bara fyri at gera
íløgur fyri 80-90 milliónir
krónur um árið í Tórshavnar
Kommunu, so onkrar verk
ætlanir
mugu
toyggjast
meira enn aðrar. Men Heðin
Mortensen
væntar
onga
ósemju um tíðarleistin.
-
Verkætlanirnar,
sum
liggja fyrst fyri, eru brúgvin
um Sandá og Musikkskúlin,
sum kosta á leið 60 milliónir
krónur hvør. Hesar verk
ætlanirnar verða so strektar
yvir 2-3 ár. Tað er eisini átrok
andi við einum nýggjum
brenniovni á Hjalla, og hann
kostar 30 milliónir krónur.
Síðani standa eisini bæði
langhylur og golfvøllur fram
malaga, sigur hann.
Nýggjur Vesturskúli
Eisini á skúlaøkinum eru
stórar
verkætlanir
fyri
framman. Pengar eru longu
settir av at fyrireika ein
nýggjan, stóran Vesturskúla,
sum skal koma í staðin fyri
Kommunuskúlan.
Vestur
skúlin væntast at fara at
kosta umleið 200 millión
ir krónur. Umframt hetta
standa
Hoyvíkar
Skúli,
Vejingarskúlin og Eystur
skúlin framman fyri umvæl
ingum fyri 15-20 milliónir
krónur hvør.
- Her eru nógvar og
kostnaðarmiklar uppgávur
framman fyri okkum, so
tað ræður um at finna røttu
raðfestingina. Sjálvandi er
tað eisini so, at tað eru fleiri
mátar at byggja upp á, so
útreiðslurnar kunnu spjað
ast yvir nøkur ár, sigur Heðin
Mortensen.
Ingolf S. Olsen
Kommunurnar brúka somu
skipan til teirra fíggjar
ætlanir, sum Fíggjarmála
raráðið brúkar til lands
fíggjarlógina, og tí eiga
kommunurnar
eisini
at
kunna leggja eina eins væl
lýsta fíggjarætlan alment
fram fyri borgararnar, og
Fíggjarmálaráðið ger.
Tað heldur Eyðun Jakob
sen, búskaparfrøðingur, ið
hevur almenn fíggjarmál
um hendi á Hagstovuni.
Tað undrar hann, at ein
greidliga uppsett fíggjar
ætlan við frágreiðing ikki
er almannakunngjørd fyri
høvuðsstaðarkommununa
enn, tó at býráðið í Tórs
havnar Kommunu samtykti
hana 28. november – fyri
hálvari aðrari viku síðani.
Um ein dugir væl at
leita, ber til at finna fíggjar
ætlanina á heimasíðuni hjá
kommununi, men tað er
bara sum gerðabókareferat,
og eitt nýtt høvuðsyvirlit,
har tær seinastu broyting
arnar eru innroknaðar, er
ikki við har.
Ikki nøktandi
- Eg fái snøgt onki sagt
um
fíggjarætlanina
hjá
Tórshavnar
Kommunu
fyri næsta ár bara út frá
tí,
sum
fyriliggur
eftir
býráðsfundin. Har er ikki
eingongd
eitt
dagført
høvuðsyvirlit fyri sjálva
2014-fíggjarætlanina og als
ongi tøl fyri í ár og undan
farin ár at samanbera við.
Skalt tú sum borgari royna
at skapa tær eitt yvirlit
og gjøgnumskoða tølini,
so mást tú fyrst gera eitt
umfatandi
kanningarar
beiði við at leita onnur skjøl
við samanberiligum tølum
fram. Tað er ikki nøktandi,
sigur Eyðun Jakobsen.
Av tí sama heldur hann
tað eisini vera torført at fáa
varhugan av nakrari veru
ligari viðgerð av fíggjar
ætlanini.
-
Fíggjarætlanin
hjá
Tórshavnar Kommunu fyri
næsta ár er næstan 650
milliónir krónur. Tað eru
sanniliga nógvir pengar. So
tað er ein demokratiskur
trupulleiki, at tað er so tor
ført at finna út av, hví og
hvussu raðfest verður, sigur
Eyðun Jakobsen.
Afturlatnar
kommunur
Í sínum arbeiði kann hann
staðfesta, at kommunurnar
generelt eru nógv meira
afturlatnar enn Løgting og
landsstýri.
-
Kommunurnar
eru
sera afturlatnar og harvið
ódemokratiskar. Har er Løg
tingið frægari, sigur Eyðun
Jakobsen og leggur afturat:
- Afturfyri eru kommun
urnar
sera
dynamiskar.
Tað er øgiliga stutt millum
hugsan, avgerð og fremjan,
og tað kann sjálvandi vera
gott viðhvørt. Men tað ger
tað ikki lættari at fylgja við.
Kommunala
eftirlitið
undir
Almannaráðnum,
sum umsitur kommunumál,
skal hava eftirlit við, at kom-
munurnar umsita í samsvar
við kommunulógina. Í tann
mun serlógir eru galdandi,
er tað viðkomandi aðalráð,
ið
umsitur
málsøkið
í
landsstýrinum, sum hevur
eftirlitið. Til dømis hevur
Fíggjarmálaráðið
eftirlit
við fíggjarviðurskiftunum
hjá kommununum.
- Men tað verða ikki
gjørdar nakrar leypandi,
nágreiniligar
kanningar
av virkseminum í einstøku
kommununum. Tað sigi eg
heldur ikki, at tað átti at
veri í øllum lutum. Men tá
tað kemur til fíggjarpartin,
so kann tað kanska undra,
at kommunurnar ikki eisini
eru undir eftirliti av lands
grannskoðanini. Sjálvt um
Tóshavnar Kommuna ár
liga brúkar meira enn 600
milliónir
skattafíggjaðar
krónur, so eru tað privatir,
vinnuligir
grannskoðarar,
ið grannskoða roknskapin,
staðfestir Eyðun Jakobsen.
- Føroysku kommunurnar
eru generelt afturlatnar,
og tað er sjálvsagt ein
demokratiskur trupulleiki,
sigur Eyðun Jakobsen,
búskaparfrøðingur
Dagstovnaøkið nógv skert
Barnatalið minkar, og alt ansingarøkið skal
rasjonaliserast. Tað er sambært borgarstjóranum
orsøkin til, at barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu
verður skerd við 4,6 milliónum næsta ár í mun til í ár
kommunur
Demokratiskur trupulleiki
Ein fær onki at vita um fíggjarætlanina bara út frá einum referati av gerðabókini. Okkurt má vera
at samanbera við, annars geva tølini onga meining, heldur Eyðun Jakobsen, búskaparfrøðingur