Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Í býráðsgerðabókini hjá Tórs­havnar Kommunu fyll­ir seinasta viðgerðin av fíggjar­ ætlan­ini fyri 2014 umleið 20 síður, men okkurt kundi bent á, at har kanska áttu at verið nakr­ar síður afturat. Tí gerðabókin sigur, at býráðið beint undan enda­ ligu samtyktini eisini sam­ tykti at arbeiða víðari við fíggjarætlanini eftir nýggj­ ár. Í gerðabókini stendur so­ leiðis: ”Harafturat varð sam­ tykt fyrst í komandi ári at endurskoða fíggjar­ætlan­ina 2014 við fleiri effekti­vi­ser­ ing­um fyri eyga.” Sostatt kundi tað sæð út sum, at arbeiðið við fíggjar­ ætlan­ini ikki var heilt liðugt, áðr­enn hon sambært lógini skuldi samtykkjast innan 1. desember. Ongin mystikkur Fíggjarnevndarlimirnir við borgar­stjóranum á odda vissa tó um, at ongin mys­ tik­k­ur liggur aftanfyri orð­ ing­ina. - Vit eru noydd at koma aftur­um­aftur fyri at taka hædd fyri ymiskum viður­ skift­um. Millum annað er eitt barnaansingarálit gjørt, sum vit ikki hava havt nóg góðar stundir at gjøgnumganga, og eitt skúla­álit er á veg. Í báðum førum kann av­leið­ ingin verða um­rað­fest­ingar, tí aðalmálið er alla tíðina at royna at fáa meira fyri hvørja einastu krónu, sigur Heðin Morten­sen, borgarstjóri og fødd­ur formaður í fíggj­ar­ nevndini. Sjúrður Olsen, fólka­floks­ um­boð í fíggjarnevndini, ótta­st at koma í eina støðu við niðurgangandi búskapi og bólgnandi rakstri. - Vit mugu finna effek­ ti­vi­ser­ingar, so raksturin fæst niður. Fyri 10 árum síða­ni var raksturin 312 millión­ir krónur, nú er hann 480 milliónir krónur. Tað er alt ov dýrt, og tí eru vit eisini alt ov sárbar, um ein verulig niðurgongd rakar. Skattainntøkurnar kun­nu svíkja, og í ár hava vit eisini rokn­að við lægri skatta­inn­ tøku enn í fjør, sigur hann og legg­ur afturat: - Tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tað er skila­gott at royna at finna effek­ti­vi­ ser­ingar eftir nýggjár. Til døm­is hava vit framt ymisk­ ar um-sit­ing­ar­ligar saman­ legg­inga­r síðani kom­mu­nu­ val­ið, og tíðin hevur verið ov knøpp til, at vit náddu at finna fleiri effektiviseringar har, áðrenn fíggjarætlanin skuldi vera liðug. Byrjaðu ov seint Eisini fíggjar­nevnd­ar­um­ boð­ið Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum ásann­ ar, at tíðin varð ov knøpp. - Vit hava nógvar av­ bjóð­ingar fyri framman við nógvum átrokandi íløg­um. Og so hava vit í ár keypt bankabygningar fyri 92 milliónir krónur. Tí er neyðugt, at vit fara undir at eftir­hyggja allan raksturin og fáa eitt kjak um, hvar vit kunnu finna pengar, og trygg­ja okkum, at vit fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu. Vit eru bara byrjað ov seint at hyggja upp á tað. Hetta er eitt kjak, sum ikki bert fíggjarnevndin skal taka. Allir 13 býráðslimirnir skulu gera hetta arbeiðið, og tá er tað ov seint at byrja í sept­em­ber-oktober, sigur hann. Jógvan Arge, fíggjar­ nevnd­ar­limur úr Tjóðveldi, sigur, at býráðið plagar at eftir­hyggja tølini við jøvnum millum­bilum. - Nú eru fleiri saman- legg­ing­ar gjørdar, og vit hava stungið nógv út í kort­ ið í íløguætlanini. Tí vilja vit stramma eitt sindur í fíggjar­ ætlan­ini. Tað hevur ging­ið nakað seint at sett hol á tað arbeiðið, men tað er ikki tí, at tað er nøkur ósem­ja um hetta, at vit ikki fingu tað gjørt til sjálva fíggjar­ætlan­ ina, sigur hann. Samanleggingar av um­ sit­ingar­økjum og ein am­ bi­ti­øs íløguætlan eru eisini høvuðs­grund­gevingin hjá Tróndi Sigurdsson, fíggjar­ nevnd­ar­umboð fyri Javnað­ ar­flokk­in, fyri, at neyðugt er at koma aftur um aftur við fíggjar­ætlan­ini við ársbyrjan næsta ár. - Tað er okkara uppgáva at gera hetta saman við um­ sit­ingini, og nú leið tað ov langt út á árið til at gera tað. Umsitingin skal koma við uppskotum um effekti­vi­ser­ ingar, sum vit so skulu kjak­ ast um og taka støðu til í bý­ ráð­num, sigur hann. Skattaprosentið Allir fíggjarnevndarlimirnir leggja dent á, at effekti­vi­ser­ ingar og sparingar ikki skulu ganga út yvir tænastustøðið hjá kommununi, og tað liggur heldur ikki í kortunum, at starvs­fólk skulu sigast upp. Eisini eru teir samdir um, at skattaprosentið á 20,25 pro­sent er ríkiliga høgt, tó at tað liggur í lægra endanum í lands­høpi. - Tað hevur ikki verið tað stóra kjakið um tað. Vit lækk­aðu skattaprosentið eitt hálvt prosentstig í fjør, og sam­stund­is hækkaðu vit barna­frá­drát­tin. Vit skulu hava skattaprosentið so lágt, sum til ber, men tað er tó ikki bein­leiðis við tí fyri eyga, at vit nú fara at vita, um vit ku­nnu finna fleiri effekti­ vi­ser­ingar. Men bert tað til at lækka skatta­pro­sent­ið, so gera vit tað, sigur Jógvan Arge. Annfinn Brekkstein held­ ur, at skattaprosentið kann fáast eitt hálvt prosentstig nið­ur, um rætt verður art­ bor­ið – tó ikki í einum: - Vit skulu fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, og vit at gera tað, haldi eg, at vit kundu lækka skattin við 0,25 prosentstigum um árið í tvey ár. Tá enda vit á 19,75 prosentum, sum eg haldi vera eitt hóskandi skatta­stig fyri Tórshavnar Kommu­ nu. Mín meining er, at tað er ein partur av trivn­aði­num, at fólk merkja, at tey hava pening tøkan, og tað hev­ur eisini ein positivan psyko­log­ isk­an týdning at fáa skatta­ pro­sen­tið niður um 20, sigur hann. Sjúrður Olsen sigur, at hann fegin hevði viljað fingið skatta­prosentið niður aftur á 18, har tað lá í nógv ár. Borgarstjórin sjálvur held­ur tó ikki, at tað er ser­ liga realistiskt at kunna lækka skattin í bræði. - Sjálvandi er tað altíð eitt ynski at hava eitt so lágt skatta­prosent sum gjørligt, men eg haldi ikki, tað ber til at gera tær íløgurnar, vit hava sett í kortið, og varð­ veita tænastustøðið við ein­ um lægri skattaprosenti, enn vit hava nú. Við verandi akti­vit­eti ríða vit um snarið, har skattaprosentið eins væl kundi kvinka uppeftir sum niður­eftir, men mítt mál júst nú er, at tað skal standa í stað – og tað er eisini millum tey lægstu í landinum, sigur hann. Ongin mystikkur um effektiviseringar Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu skal endurskoðast longu fyrst í næsta ár. Fíggjarnevndarlimirnir vissa tó um, at onki óvanligt liggur aftanfyri Høvuðstøl fyri raksturin á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu í ár og næsta ár: Túsund krónur 2013 2014 § 1, kommunal fyrisiting 69.938 70.221 § 2, Almanna- og heilsumál 49.677 54.427 § 3, Børn og ung 138.821 134.669 § 4, Undirvísing 36.531 37.534 § 5, Mentan og frítíð 41.393 41.325 § 6, Teknisk mál 115.737 109.087 § 7, Kommunal virki 30.052 32.820 Til samans 482.149 480.083 Fíggjarætlanin javnvigar við 649 milliónum krónum. Samlaðu íløgurnar, avsettar í 2014, eru 131,6 milliónir krónur, harav tær 21,6 eru til Tórshavnar Havn. kommunur Nógvar stórar og kostnaðarmiklar verkætlanir liggja fyri framman í Tórshavnar Kommunu, so tað snýr seg um at raðfesta rætt, tá tíðarleisturin skal leggjast