Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Jan Christiansen, fyrr­ver­ andi borgarstjóri í Tórs­ havn­ar Kommunu, er ikki nógv fyri at leggja seg út í nak­að kjak um leiðsluna í kommununi, sum hann misti til Heðin Mortensen eftir valið í november 2004. Men beinleiðis spurdur um, hvat hann heldur um leiðslu­ háttin, sigur Jan Christian­ sen: - Sum eg síggi tað, so er tað Heðin, sum bestemmar alt 100 prosent. Ongin torir at muta ímóti honum av ótta fyri at verða sett uttanfyri. Onkun­tíð síggja vit onkran sprella eitt sindur, men tað er bara spæl fyri gallarínum. Nevnd­ar­sessirnir geva eftir øllum at døma ov nógv til, at nakar vil seta nakað upp á spæl. Aktuelt undrar tað hann eisini, at býráðið á sama fun­ di, sum 2014 fíggjar­æt­lan­in varð sam­tykt, eisini samtykti, at sama fíggjarætlan skal end­ur­skoð­ast longu eftir nýggj­ár. - Hatta havi eg ongantíð sæð fyrr. Gaman í er tað ikki óvan­ligt við eykajáttanum, og at ein fíggjarætlan verður broytt, men tá er tað gjørt orsak­að av støðum, sum eru íkomnar aftaná, at hon er samtykt. Og sjálvt um lógin ásetir, at minst tvær við­ gerðir skulu vera av fíggjar­ ætlan­ini, so er onki í vegin fyri at hava fimm, seks ella tígg­ju viðgerðir, um tað er tað, sum skal til fyri at lenda á tí rætta. Men her sær tað út, sum at tey hava samtykt eina fíggjarætlan, ið tey ikki rættiliga kunnu standa inn fyri kortini, sigur Jan Christian­sen. Øll samd við Heðin Hann heldur ikki, at breiða samgongan, sum fevn­ir um alt býráðið, gagn­ar opin­leika­ num og demo­krati­num. - Á pappírinum ljóðar tað so væl, at øll eru so samd so samd, og fíggjarætlanin varð einmælt samtykt. Men at tey eru samd merkir, at tey øll eru samd við Heðin. Henda støðan tykist prógva, at um tú ikki hevur eina aktiva andstøðu, so sleppir alt at koyra eftir høvdinum á tí eina manninum, sum be­stemmar alt, sigur Jan Christiansen. Hann heldur, at opinleikin saman­umtikið ikki hevur havt tað serliga gott, síðani Heð­in Mortensen setti seg í borgar­stjórasessin. - Eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at avhøvda opnu post­list­arnar.­ Teir hevði Leiv­ur Hansen innført, tá hann fór undir at lata kom­ mu­nun­a upp, og eg haldi, at teir virkaðu væl, sigur Jan Christian­sen. Hóast hann heldur, at Heðin Mortensen minnir um ein einaræðisharra við sínum leiðslustíli, so ásannar Jan Christiansen, at stýrið er effek­tivt. - Ja, og eg haldi eisini, at diktatur er besta stýrið, ið finst, um tú hevur rætta mann­in til tað. Tess færri, ið eru um at taka avgerðirnar og fremja tær í verki, tess effek­ti­vari og skjótari gong­ ur alt fyri seg. Í so máta er Heðin væl egnaður. Men tað er bara tað við tí, at dikta­t­ or­ar hava tað við at gloyma upp­gávuna og veruliga mál­ ið, tá teir hava sitið í nøkur ár, og byrja at hugsa meira um seg sjálvar og sítt vald, sigur hann. Ræðist raksturin Tann gongdin, sum tó ræðir fyrr­verandi borgarstjóran mest í Tórshavnar Kommu­ nu, er stóri vøksturin í ár­ liga rakstrinum. Hann er vaksin við næstan 170 millión­um krónum, síðani Heð­in Mortensen setti seg í borgarstjórasessin 1. januar 2005. Raksturin var 312 milliónir krónur í fíggja­r­ æt­lan­ini fyri 2004, sum var seinasta árið, Jan Christ­ian­ sen var borgar­stjóri. Í fíggjar­ æt­lanini fyri 2014 er rakst­ur­ in 480 millión­ir krónur. - Eg haldi, at raksturin er vorðin óhugnaliga høg­ur, og eg tori ikki at spáa um, hvat hendir, um skatta­inn­tøk­ur­ nar knappliga svíkja. Tað er skjótt og lætt at fáa raksturin upp, men tað kann verða sera tor­ført at fáa hann niður aft­ ur. Míni ráð skulu vera, at man nú stingur út í kortið og royn­ir at minka raksturin við ein­um ávísum prosenttali hvørt ár, til hann er komin í eina meira náttúrliga legu. Tað er helst tað, tey ætla nú við hasi endurskoðanini, men eg skilji bara ikki, hví tað ikki er ein partur av sjálv­ ari fíggj­ar­ætlanini, sigur Jan Christian­sen. Hann heldur, at tað eigur at bera til at minka raksturin so mikið, at skattaprosentið eisini kann lækkast. - Skattaprosentið var hækk­að í sambandi við, at Boða­nes­heimið varð bygt. Í fjørð varð so eitt hálvt prosent skarvað av aftur, men eg haldi, at tað kann lækka eitt prosentstig aftur­ at, um tað verður gjørt yvir til dømis fýra ár, sigur Jan Christian­sen. Tá tey í býráðnum siga, at tey eru samd, so merkir tað, at tey øll eru samd við Heðin, sigur Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Ongin torir at muta ímóti Heðini Heðin Mortensen ræður einsamallur í býráðnum, heldur Jan Christiansen, ið øtast yvir raksturin hjá Tórshavnar Kommunu, sum seinastu árini er vaksin ógvusliga Ingolf S. Olsen Kommunurnar í Føroyum virka við sonevndari kom­ mu­n­al­ari fulltrú, ið gev­ur teim­um víttfevnandi sjálv­ ræði. Soleiðis er ikki allar stað­ir, eitt nú hava ensku kom­mu­nurnar bert lógar­ bund­nar uppgávur at taka sær av. Og við einum vítt­fevnd­ um kommunalum sjálvræði er tað eisini avmarkað, hvat kommunala eftirlitið, sum nú hoyrir undir Al­man­na­ mála­ráð­ið, skal leggja seg út í. Kommunala eftir­litið er eitt sonevnt løg­gildis­ eftir­lit. Tað merkir, at eftir­ lit verður hildið við, um kommunurnar halda gald­ andi lóg, meðan sjálvt inni­ hald­ið í kommunalum av­ gerð­um ikki verður við­gjørt sum so. Men eftirlitið virkar, sum tað skal, í mun til politiska ynskið um kommunalt sjálvræði og ver­andi kommunulóg, held­ur Hilmar Høg­enni, deild­ar­stjóri í Al­man­na­ mála­ráð­num, sum hevur ko­m­mu­nala eftirlitið um hen­di. Fríar ræsur - Kommunala fulltrúin merk­ir, at kommunurnar kunnu fáast við alt, sum ikki beinleiðis er bannað við lóg. Men tær skulu sjálvsagt hal­ da kommunulógina og aðr­ar lógir, ið tær eru um­fat­að­ar av. Tað er heldur ikki so, at vit bara traðka til, um onkur klagar eina kom­mu­nu til okkum. Vit kun­nu taka mál upp av egn­ari drift og gera tað eisini, um vit halda, at okkurt óreglu­ligt fer fram, ella vit fáa boð um tað. - Tað kann til dømis vera, um vit hava illgruna um, at ein kommuna letur ognir frá sær fyri onki. Ella um kommuna er passiv í mun til ymiskar lógir, ið áleggja kommununum at verða virkn­ar. Eitt dømi kann eisini vera, at ein kommuna ikki heldur ásetingarnar í dagstovnalógini. Menta­ mála­ráðið umsitur ta lóg­ina, men vit kunnu hjál­pa ráðnum at tvinga eina treiska kommunu at halda lógina við at skriva út dagbøtur til teir kommustýrislimirnar, sum kun­nu ábyrgdast, sigur deild­ar­stjórin. Nøktandi eftirlit Kommunala eftirlitið er í samsvar við politiska viljan um víttfevnandi kommunalt sjálvræði. Tað heldur Hilmar Høgenni, sum varðar av kommunala eftirlitinum í Almannamálaráðnum kommunur