mánadagur 9. desember 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað eru seks sýslur í Føroyum,
og nú sýsluformansval er í
Fiskimannafelagnum í ár,
er greitt, at val verður bert í
Sandoyar sýslu, sum Skúvoy
eisini hoyrir undir. Í hinum
sýslunum er einki mótvalevni
til sitandi sýsluformenn, og
tí verður einki val í teimum
sýslunum.
Hetta er annað skeiðið,
at Sniálvur Røvilsberg situr
í stjórnini í Fiskimanna
felagnum. Hann tók við eftir
Sigmund Hentze, sála, sum
sat í leiðslu felagsins í mong
ár.
Sniálvur sigur, at hann
brennur fyri áhugamálunum
hjá fiskimonnum, og sum
aktivur fiskimaður metir
hann, at hann er rætti mað
urin at umboða fiskimenn í
sýsluni.
- Eg eri altíð til reiðar at
taka mál upp, sum fiskimenn
nú einaferð kunnu dragast
við, og nú eg eri umborð á
Sandshavi í Íslandi, er ein
maður umborð, sum ikki fær
minstuløn, eins og allir hinir
fáa, tá túrur miseydnast.
Sniálvur vísir á, at talan
er um fiskimann, sum er før
oyingur, men sum formelt er
búsitandi í Danmark. Tí sigur
skipanin við minstuløn, at
maðurin ikki hevur rætt til
minstuløn.
- Eg havi tosað bæði við
mynstulønargrunnin, fiski
málaráðharran og løgtings
limir í Sandoynni um málið,
og Fiskimannafelagið hevur
eisini gjørt sítt til at loysa
málið.
Sniálvur
Røvilsberg
heldur tað vera langt úti,
at føroyingur við føroysk
um fiskiskipi ikki skal fáa
minstuløn, tá viðkomandi
eisini er limur í Fiskimanna
felagnum.
- Eg vóni, at hetta mál
kann loysast, skjótari, tess
betri, sigur Sniálvur.
Sýsluformaðurin í Sandoy,
sum nú hevur fingið avbjóð
ara, sigur, at hann brennur
líka so nógv fyri felagnum
og fiskimonnum í dag, sum
tá hann varð valdur í stjóri
felagsins.
Nógv hjartamál
Tummas
Frank
Joensen
sigur, at hann hevur verið
limur í Fiskimannafelgnum,
síðan hann var blaðungur
og fór til skips.
- Eg havi verið í næstan
hvørjum landsfundi í felag
num øll hesi ár, og tað er
bara, tá veður hevur tarnað
mær, at eg ikki havi verið.
Tummas
Frank
sigur,
at hann altíð hevur verið
nógv upptikin av trygdini
hjá fiskimonnum, og hann
brennur eisini fyri, at fiski
menn kunnu fáa eina manns
ømiliga eftirlønartrygging.
- Eg haldi eisini, at vit
skuldu
tikið
útróðrar
menninar upp í okkara felag,
soleiðis at hesir kunnu fáa
eina betri trygd, tá útróðurin
svíkur.
Tummas Frank Joensen
hevur verið sóknarformaður
fyri
Fiskimannafelagið
í
mong ár, og nú eru tað sóknir,
sum hava stillað hann upp til
sýsluformansvalið.
Tummas Frank
bjóðar Sniálvi av
Tá freistin at stilla upp til sýsluformansvalið í
Føroya Fiskimannafelag var úti, var greitt, at
val verður í einari sýslu, nevniliga í Sandoyar
sýslu, har Tummas Frank Joensen bjóðar sitandi
sýsluformanni, Sniálvi Røvilsberg, av
Vilmund Jacobsen
Tá Fiskamarknaður Før
oya fríggjadagin gjørdi
sínar metingar fyri vikuna
sum kemur, varð sagt, at
bara eitt línuskip í løtuni
er til fiskiskap, og at hetta
skipið fiskar í Íslandi.
Línuskipið, sum er í
Íslandi, er Sandshav, og
tað er Eyðvarður Peter
sen, sum er skipari. Við
skipinum henda túrin eru
12 mans. Tað er ikki fult
tal, men tað eydnaðist
ikki at fáa fleiri menn við
henda túrin.
Tað eru umleið 14-15
dagar,
síðan
Sandshav
loysti í Føroyum, men með
an teir hava verið har yviri,
hava teir tvær ferðir verið
inni í Hornafjørðinum og
landað.
Fyrru ferð, teir land
aðu, var hin 1. desember.
Tá hevði Sandshav um
leið 24.000 pund. Í dag
hava teir aftur verið inni
og landað, og hesaferð
høvdu teir stívliga 32.000
pund.
Sniálvur
Røvilsberg,
sum er við Sandshavi,
segði við in.fo sunnu
kvøldið, at fyrru ferð, teir
landaðu, seldu teir fyri
stívliga 170.000 krónur,
og tá fingu teir millum 18
og 19 krónur fyri kilo av
toski og einar 15 krónur
fyri kilo av longu.
- Vit fingu soleiðis væl
meira fyri fiskin í Íslandi,
enn vit høvdu fingið, um
vit landaðu hann í Føroy
um, sigur hann.
Sniálvur
Røvilsberg
vísti á, at tey stívliga
32.000 pundini, sum teir
landaðu
sunnudagin,
verða seld í dag, og sum
skilst eru útlit til, at fiska
prísurin hesaferð verður
nakað lakari enn á fyrra
túrinum.
- Í løtuni eru vit á veg
aftur á fiskileið, og æt
landi verður línan sett
umleið
klokkan
04.30
ella 05 í morgin. Vit royna
helst einar fimm ella seks
dagar aftrat, og so verður
kósin sett móti Føroyum,
segði Sniálvur Røvils
berg, sum hevur verið
við Sandshavi í stívliga
eitt hálvt ár.
Sands
havið
landað
tvær
ferðir í
Íslandi
Vilmund Jacobsen
Í kava og frosti leygarmorg
unin lupu tríggjar kvinnur
aftur á bláman í Nólsoy, eins
og henda myndin vísir.
Myndir frá svimjing á
Malarenda hava javnan
ligið á facebook-profilinum,
“Nólsoy í myndum”, haðani
henda myndin eisini er.
Menninir hava ikki verið
púrasta sørir og hava av
og á verið úti í eisini. So
leiðis var herfyri, tá eitt
nú Jógvan Thomsen, stjóri
í
Fjarskiftiseftirlitinum,
var millum menninar, sum
svam á Malarenda.
Tær, sum svumu í kava
og
frosti
á
Malarenda
leygarmorgunin,
kunnu
av sonnum rópast “harða
kjarnan í Nólsoy".
vilmund@sosialurin.fo
Tær lupu út í
kaldan sjógv
Bæði kvinnur og menn í Nólsoy
hava seinastu tíðina javnan lopið
út í kaldan sjógv á Malarenda,
og serliga eru tað kvinnurnar,
sum hava gjørt burtur úr hesum
Tað er bara heilt ótrúligt, at tær hætta sær.
Leygarmorgunin vóru trý kuldastig, tá tær lupu á bláman
Eysturoyar
Heimavirkisfelag
er avtikið, men
Jan Nielsen, sum
hevur Torghúsið í
Saltangará, ætlar at
endurstovna felagið
aftur, tí hann metir,
at tørvur er á slíkum
felag í Eysturoy
Jólakonsert verður
á Bátasavninum í
Leirvík sunnudagin
15. desember klokkan
16 við Moniku Stauss
Joensen og Birgitte
Schnakenburg.