Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fríggjadagin fekk Landingar­ mið­støðin á Toftum nýggjar eigarar, og nýggju eigararnir eru teir somu, sum síðani hálvan apríl í ár hava leigað landingarmiðstøðina frá trotabúnum. Síðani P/F Landingar­mið­ støð Føroya mátti gevast við­ virksemi sínum fyri páskir í ár, hevur bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, havt ábyrgdina av búnum. Virksemið lá bara stilt í ein lítlan mánað, tí síðani 15. apríl í ár hevur Sp/f Landingarmiðstøðin við Tofta­gjógv leigað land­ing­ar­ mið­støðina frá trotabúnum. Tað er hetta felag, Sp/f Landing­ar­miðstøðin við Tofta­gjógv, sum nú hevur keypt landingarmiðstøðina. Talan er um ein samanbygdan virkis­bygning við tilhoyrandi rakstrargøgnum. Eigararnir í Sp/f Landingarmiðstøðini við Tofta­gjógv eru Niclas David­ sen, Rúni Lamhauge, Per Mikkelsen og Sp/f Molva v/ Jóhan­nus M. Olsen og Poli Han­sen. Niclas Davidsen er nevnd­ ar­for­maður, og Rúni Lam­ hauge er stjóri. Eyðfinnur Jacobsen, bú­stjóri, vil einki siga um, hvussu nógv bygningur og rakstr­ar­gøgn á Toftum eru seld fyri. Áhugi í Klaksvík Tá Landingarmiðstøð Før­ oya varð send til trota­búð­ ar­við­gerð, var talan um landingarmiðstøðirnar bæði á Toftum og í Klaksvík, og enn liggur landingarmiðstøðin í Klaks­vík hjá trotabúnum og er ikki seld útaftur. Eyðfinnur Jacobsen, bú­ stjóri, sigur, at áhugi er eisini fyri landingarmiðstøðini í Klaks­vík, men enn er ikki kom­ið undir land við sølu av hesari. - Vit eru í samráðingum við áhugaðar keyparar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat fer at spyr­j­ ast burturúr. Í øllum førum kann eg siga, at áhugi er fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík eisini, sigur bú­ stjór­in. Áhugi er eisini fyri landingar­ miðstøðini í Klaksvík Landingarmiðstøðin á Toftum hevur fingið nýggjar eigarar, men enn er landingarmiðstøðin í Klaksvík ikki seld Vilmund Jacobsen Jan Nielsen, sum í dag rekur Torghúsið og kafé’ina í Saltangará, sum fyribils verður opin seinnapartar fram til jólar, hevur eisini eitt hugskot um, hvussu meira fokus kann setast á handilslívið við Skálafjørðin og aðra­stað­ni í Eysturoy. Handils­miðdepilin í Runavík liggur í løtuni í dvala, men Jan heldur, at soleiðis eigur tað ikki at vera. - Eg haldi, at vit eiga at standa saman og brynja okkum, so­leið­ is at handilslívið við Skálafjørðin og aðra­ staðni í Eysturoy kem­ ur meira í fokus. Jan Nielsen heldur, at flest møguligir handl­ar og fyritøkur í Eystur­oy eiga at skipa seg í eitt nýtt og størri handils­felag. Eitt sterkari handilslív í Eysturoy Vilmund Jacobsen sBirgir Waag Høgnesen hevur skriv­að forvitnisliga bók um hend­ingina, tá Sundaberg sakk í Ný Foundlandi. Í bókini fylg­ir hann skipinum - heilt frá bygging til skipsbrotið í 1972. Framløgan var í býráðs­ høll­ini í Klaksvík seinna­ part­in sunnudagin, og eini 120 fólk vóru komin saman at lýða á. Millum luttakararnar til framløguna vóru eisini nakr­ir av manningini, sum vóru við Sundabergi, um­ framt fleiri onnur. Tað var Palli Ziskason, vinnu-og mentanarstjóri hjá Klaks­víkar kommunu, sum beyð vælkomin og líka sum stýrdi tiltakinum. Eftir at Palli hevði sagt nøkur orð, legði rit­høv­und­urin bókina fram, og tá sjálv framløgan var liðug, handaði hann Hansu Joensen, konu skipar­ an, Benna Joensen, sála, fyrsta eintakið av bók­ini. Anfinn Nielsen og Eyðun Nol­søe framførdu síðan sang­in um Sundaberg, sum Anfinn Nielsen hevur skriv­ að. Eftir hetta segði Rúna Sivertsen, dóttir skiparan, eisini nøkur orð, og at enda tók borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim saman um og endaði tiltakið í býráðshøllini. 120 fólk til bókaframløgu í Klaksvík BÓKAFRAMLØGA Nakrir av manningini, sum vóru við Sundabergi, vóru við til framløguna seinnapartin sunnudagin, tá Birgir Waag Høgnesen legði fram bók sína um, tá Sundaberg sakk Hansa Joensen, kona Benjamin Joensen (Benna), sála, sum var skipari, tá Sundaberg sakk, fekk fyrsta eintakið av bókini Tað var ein hugnalig løta í Nóls­ oy­ar kirkju sun­nu­ kvøldið, tá bygd­ar­ fólk­ið sang jólini inn saman við barna­kóri og Nólsoyar Mans­kóri. Tað var Sverri Stein­ hólm, prestur, ið leiddi løtuna. Mikukvøldið klokkan 20 verður jólakonsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna Sangkóri, sum Benjamin Gaasedal nú stjórnar. Sangkórið hevur 33 ár á baki, og Kári Bæk hevur stjórnaði kórinum í nærum 20 ár Landingarmiðstøðin, sum Landingarmiðstøð Føroya átti og rak á Toftum, fekk fríggjadagin nýggjar eigarar. - Áhugi er eisini fyri landingarmiðstøðini í Klaksvík, sigur bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen