Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Fyri viku síðani staðfestu vit á hesum síðum, at ÍF longu hevði tryggjað sær pláss í steypa­finaluni, tí einki av hinum liðunum kundi fáa fugl­firðingar aftur, áðrenn fyrsti triðingurin av lands­ kapp­ingini var spældur. Men síðani broyttust tingini munandi, tá ÍF varð dømt at tapa ein dyst, tí nú hevði SÍ brádliga ein veru­ ligan møguleika at sleppa fram­um í eini avgerandi løtu í mans­kappingini. Júst hesi bæði fremstu lið­ini møttust á Kambsdali í gjár, og hevði tað eydnaðist SÍ at vunnið, hevði SÍ eis­ini sloppið at sett seg í odda­sess­ in, so SÍ hevði fingið finalu­ plássið, ið oddaliðið eftir fyrsta triðingin fær. Tað stóð eisini á gomlum nøglum í dystinum, tí sør­ vingar løgdu bragdliga fyri og vunnu fyrsta sett. ÍF svaraði aftur, men SÍ tók eisini triðja sett. ÍF vann so fjóðra sett, so eitt fimta mátti til, men tá høvdu fuglfirðingar fingið fótin fyri seg og vunnu trygt. Tí vann ÍF eisini dystin 3-2 og hevur nú tryggjað sær steypa­finaluplássið. Spekulatiónir Men um SÍ vann 3-2, umframt at Fleyr í annaðkvøld vann 3-0 á Mjølni, høvdu trý tey fremstu øll verið jøvn við 11 stigum, og tá hevði ÍF verið tað aftasta av teim­um, tí sett­ munurin hjá fuglfirðing­um er tann vánaligasti. Hinvegin hevði tað so verið Fleyr, og ikki SÍ, sum hevði komið í steypafinaluna, tí settmunurin teirra millum hevði verið júst tann sami, men Fleyr hevði havt betri bóltmun, 197 ímóti 195. Hetta eru tó alt bara spekulatiónir, tí nú vann ÍF, og so kann tað gera tað sama, hvussu verður í annaðkvøld, tí held­ur ikki Fleyr sleppur fram­um. Hinvegin verður alt av­ gjørt í Mjølnir-kappingini fyrst í januar mánaði, har ÍF ikki sleppur at spæla við, tí lið­ið longu er í steypafinaluni. Men vinnur Fleyr finaluna í tí kappingini, sum verður sunnu­dagin 12. januar, fær Fleyr eisini sæti í finaluni, tí Fleyr vann eisini sína egnu kapp­ing í november. Men vinnur SÍ ella Mjølnir, skal tað liðið spæla hálvfinalu ímóti Fleyr, áðrenn seinni steypa­finalu­sessurin er enda­liga avgreiddur. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Nógv kundi bent á, at kapp­ ingin í Eikliguni hjá kvinnum verður fult so spennandi í vetur, sum hon hevur verið tað undanfarnu árini. Tá hev­ur Mjølnir verið oddalið frá byrjan til enda og uttan nakran slingur í valsinum, men nú eru altso tveir seriøsir avbjóðarar. Mikukvøldið fæst kanska enn ein ábending um, um veturin verður so spennandi, sum tey óheftu og tey, sum ikki halda við Mjølni, kanska royna at vóna, tí tá verður dystur í Kollafirði millum júst KÍF og Mjølnir. Vinnur Mjølnir har, er gloppið enn størri, men vinnur KÍF, er møguleiki fyri enn meira spenningi. Um vikuskiftið livdu tey trý fremstu liðini upp til sínar favorittleiklutir, tí Fleyr vann á útivølli ímóti bæði ÍF og Drátti, umframt at Mjølnir úti vann á Ternuni, hóast tað heldur óvæntað bleiv ein fimmsettari, og KÍF á heima­ vølli gjørdi slætt borð ímóti SÍ. Soleiðis sum kappingini hjá kvinnunum hevur háttað seg higartil, er stigatalvan eitt sindur øðrvísi á at líta, enn hon plagar, tí summi lið hava tikið seg nógv fram og onn­ur eru dragnað nógv. Fyrst og fremst er tað stuttligt at síggja, at KÍF blandar seg upp í oddastríðið, tí seinnu árini hava ungu koll­fjarðakvinnurnar verið botnproppur, men nú gongur nógv upp í eina hægri eind, so tingini rigga og geva úrslit. Hinvegin er SÍ, sum plagdi at vera partur av odda­stríð­ num, dottið heilt niður í tyngra endan, har bara Ternan í løtuni er aftari. Men so eru afturfyri lið sum Dráttur og TB kanska held­ur stinnari, enn tey vóru tað í fjør, so enn sær nógv rætt­ iliga opið út. hilmarjan@sosialurin.fo Mjølnir er tvey stig framman fyri Fleyr og seks stig framman fyri KÍF, men hevur spælt ein dyst meira. Mikukvøldið verður toppdystur, tá KÍF tekur ímóti Mjølni Tað bleiv ein drúgvur og spennandi dystur, tá oddaliðið hjá monnunum, ÍF, í gjár tók ímóti fremsta avbjóðaranum, SÍ Fimm sett máttu til Fleyr og KÍF jagstra Mjølnir Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 9 9 0 27 8 19 24 2 Fleyr 8 7 1 23 6 17 22 3 KÍF 8 6 2 21 10 11 18 4 Dráttur 8 5 3 18 13 5 13 5 TB 8 3 5 16 15 1 12 6 ÍF 9 2 7 6 22 -16 6 7 SÍ 9 1 8 5 24 -19 4 8 Ternan 9 1 8 8 26 -18 3 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 6 4 2 14 10 4 12 2 SÍ 6 3 3 14 11 3 10 3 Fleyr 5 3 6 12 10 2 8 4 Mjølnir 5 1 4 3 12 -9 3 Dráttur - TB 3-2 (25-19, 25-27, 23-25, 25-22, 15-10) Ternan - Mjølnir 2-3 (25-21, 11-25, 25-16, 20-25, 9-15) ÍF - Fleyr 0-3 (15-25, 21-25, 12-25) KÍF - SÍ 3-0 (25-22, 25-16, 25-13) Dráttur - Fleyr 1-3 (25-21, 16-25, 22-25, 22-25) Ternan - TB 0-3 (14-25, 20-25, 24-26) ÍF - SÍ 3-0 (25-21, 25-21, 25-12) ÍF - SÍ 3-2 (19-25, 28-26, 18-25, 25-20, 15-8) flogbóltur ÍF aftur dømt at tapa Hilmar Jan Hansen Longu í fyrsta flog­bólts­ dystinum í Eikliguni hjá monnum í vetur, sum var á Kambsdali sunnudagin 27. oktober millum ÍF og Mjølnir, var rót í pappír­unum, og tí hevur Flogbóltssambandið nú tikið avgerð um, at ÍF skal døm­ast at tapa dystin, sum var ímóti Mjølni. Upprunaliga vann ÍF 3-1, men av tí at spæl­ ara­loyvi hjá Margeir Toftegaard ikki var Flog­ bólts­sambandinum í hendi fyrr enn hálvaaðru viku seinni, mikudagin 6. november, er úrskurður gjørdur um, at ÍF skal tapa 0-3 við settmuninum 0-25 í øllum trimum settunum. Hetta er annar úr­skurð­ urin hjá Flog­bólts­sam­ bandinum, ið gongur ÍF ímóti, tí eisini í Eikliguni hjá kvinnum hevur ÍF tapt ein dyst upp á sama máta á skrivaraborðinum, men ta ferðina var munurin bara tann, at ÍF eisini hevði tapt upprunaliga dystin. Tá var talan um, at ikki færri enn tveir spæl­arar hjá ÍF ikki høvdu spælara­ loyvi í lagi, tá ÍF var í Havn og spældi ímóti Fleyr. hilmarjan@sosialurin.fo