Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jákup Mørk Seinnu árini hava strand- ingar ikki verið so framm­ arliga í før­oyskum mans­ hondbólti, sum teir vóru tað fyrstu 10 árini í hesi øld- ini. Í vetur tóktist liðið held­ ur ikki at hava tað heilt stóra at siga, men seinastu vikur­ nar hevur av álvara glógv­að í hjá teimum hvítu. Gaman í fingu teir veruliga bank í Vestmanna, tá teir vitj­aðu har, men síðani hava bæði Kyndil og KÍF vitjað á Skála, og í báðum førum eru gestir­ nir sendir heim við ongum. Sunnudagin var talan um stóra avbjóðing. Tó at meist­ ararnir úr KÍF tykjast hava harðari kapping í ár, enn teir høvdu í fjør, so eru koll­ firðingarnir á finalu­kós. StÍF hevði hinvegin møguleikan at blanda seg í oddastríðið, um teir vunnu dystin, og hes­um møguleikanum tóku teir av. Dysturin gekk fyri nógva sera javnt á, men seinastu løtuna var tað StÍF, sum rann avstað. Eitt sindur merkis­ vert, tá hugsað verður um, at KÍF ofta gevur trumfað mót­ støð­una niður seinastu min­ utt­irnar av dystinum, men hetta varð altso ikki støðan á Skála í gjár. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað er ikki hissini hond­bólts­ fepur, sum er í Vestmanna í hesum døgum. Kvinnurnar hjá felagnum hava í fleiri vikur átt oddasessin í deildini, og nú er tað sama eisini gald­ andi hjá monnunum. Sunnudagin vitjaði H71 í Vestmanna, og teir máttu heim aftur við ongum eftir ein sera spennandi dyst. VÍF, sum frá byrjan mans­ vardi krútsterka Bogdan, var frá byrjan grammara liðið, men tað eydnaðist teimum ikki at skræða seg leysar av hoyvíkingunum, kortini. Munurin varð støðugt eitt og tvey mál, og um miðan seinna hálvleik hóttu gestirnir við at fara við øllum. H71 kom tá upp á 22-21, men næstu fýra málini áttu vertirnir, og so var ov seint hjá gestunum at vinna seg aftur. Everton tók stig frá Arsenal Tað var heimaliðið, sum trýsti mest, men tað var leingi líkt til, at eitt væl skipað Everton skuldi fáa málleysan javnleik. 10 minuttir undan dystarloki skoraði Mersut Ozil úr stuttari fjarstøðu, men bara fáar minuttir seinni javnaði Gerard Deulofeu. Holst gevst í Silkeborg Christian Lamhauge Holst sigur við bold.dk, at hann flytur aftur til høvuðsstaðarøkið. Holst hevur spælt við Silkeborg síðani 2008. Hann sigur seg vóna, at Silkeborg hevur vunnið uppflyting til bestu deildina, tá ið hann fer úr felagnum. 31 ára gamli landsliðsspælarin veit ikki, hvat nýggja felagið verður. Eftir at hava verið partur av botnstríðnum størsta partin av árinum, hevur StÍF brádliga funnið flogið Heldur ikki H71 fekk nakað við sær úr Vestmanna, har heimamenninir nú eru einsamallir á odda í bestu mansdeildini StÍF - KÍF 29-24 (15-13) 10 min: 5-5 20 min: 11-9 40 min: 19-17 50 min: 23-22 StÍF: Jógvan G. Joensen 9, Sveinur Justinussen 5, Marius Joensen 5, Kjartan Johansen 3(2), Fríði R. Djurhuus 3, Borgar Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Leivur Justinussen 1 KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8(3), Magnus Muller 4, Nicklas Selvig 4(2), Rúni Joensen 4, Tony Weihe 3, Rógvi Weyhe 1 Brotskøst: StÍF 2/2, KÍF 5/5 Útvísingar: StÍF 3, KÍF 6 VÍF - H71 29-27 (15-14) 10 min: 6-4 20 min: 12-10 40 min: 19-18 50 min: 23-22 VÍF: Agnar Joensen 8(1), Áki Egilsnes 7(2), Holgar Djurhuus 4, Sámal J. Djurhuus 4, Sámal Joensen 2, Andrias Eriksen 2, Julian Olsen 1, Sjúrður Nielsen 1 H71: Rúni Højgaard 6, Bogdan Florea 6(4), Bogi G. Davidsen 5, Hallur Biskopsstø 3, Jónas Rjurhuus 2, Tróndur Arge 2, Birgir Poulsen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1 Brotskøst: VÍF 4/3, H71 5/4 Útvísingar: VÍF 5, H71 3 Elektron Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 9 242 194 48 14 2 Kyndil 8 174 139 35 11 3 VB 8 210 195 15 9 4 Neistin 8 191 179 12 9 5 StÍF 8 167 222 -55 4 6 Stjørnan 8 185 240 -55 3 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 11 347 297 50 16 2 KÍF 10 292 241 51 14 3 H71 10 269 262 7 11 4 StÍF 11 299 308 -9 10 5 Neistin 10 266 281 -15 10 6 Kyndil 10 247 266 -19 7 7 Team Klaksvík 10 255 320 -65 4 StÍF funnið flogið VÍF heldur fast Savnsmynd: Álvur Haraldsen