Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Kvinnurna hjá VÍF eru flúgvandi. Sunnudagin spældu tær umdystin móti VB, sum varð sent heim við stórtapi Umdysturin broytti einki Kreppa á Old Trafford Leygardagin løgdu favorittarnir í United rygg til eyðmýkjandi 1-0 heimatap ímóti Newcastle. Harvið hevur United bara vunnið seks av fimtan landskappingar­ dystum í hesum kappingarárinum. Tað eru 41 ár síðani síðsta Newcastle sigurin á útivølli ímóti Manchester United. Gott hál hjá Liverpool Liverpool gjørdi eitt ordans hál leygardagin, við 4-1 sigri móti West Ham, og tá Chelsea og Manchester City bæði mistu stig, styrkti Liverpool um sína støðu sum nummar tvey. Chelsea tapti 3-2 móti Stoke, og Man City spældi 1-1 útivølli móti Southampton. Jákup Mørk Tað var ein røð av mistøkum við dómaraborðið, sum bar við sær, at VB kærdi – og fekk viðhald – tá tær fyrr í heyst vitjaðu í Vestmanna. Tí mátti nýggjur dystur ásetast, og tann dystin nýtti VÍF til at prógva, at tær í løt­ uni veruliga hava viðrák. VB, sum er í bólkinum, sum eltir eitt finalupláss, fekk nevnliga ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu. VÍF leyp avstað alt fyri eitt, og tað var skjótt, at tær vunnu sær eina hampuliag leiðslu. Fyrstu ferð megnaði VB at svara aftur, og tær minkaðu munin niður í eitt mál. Men hetta var bert ein lítil fløvi. VÍF setti aftur tummil­skrúv­ urnar á, og so kom VB ikki í nær námind nøkrum stigum aftur. Sum VÍF hevur spælt seinastu vikurnar, so er trupult at síggja, um nakar megnar at leggja teim­um fótonglar fyri á finalu­veg­ num. Eitt er, at munurin nið­ ur til triða plássið nú er fimm stig. Annað er, at VÍF hesar seinastu vikurnar hevur sett bæði Neistan og VB so dyggiliga upp á pláss. VB hevur í sín lut fram­ vegis møguleika at røkka finaluni. Saman við havnar­ feløgunum báðum stríðast kvinn­urnar úr Vági um pláss­ið aftan fyri VÍF. Men teir báðir komandi dystirnir hava alstóran týdning í so máta. Fyrst vitjar VÍF í Vági, og vikuna aftaná skal VB á vitjan hjá Kyndli. jakup@sosialurin.fo VÍF - VB 33-22 (14-10) Liljan Djurhuus 10(1), Tóra Seloy 7, Agnas Olsen 7, Durita Christophersen 6, Durita Ljósstein 2, Eilin Hansen 1 VB: Gintare Butkeviciute 7(1), Helga Kjærbo 6(2), Rannvá Johannesen 3, Rúna Jacobsen 2, Ingrida Kuodyte 2, Laila Jespersen 2 Brotskøst: VÍF 1/1, VB 3/3 Útvísingar: VÍF 2, VB 3 Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt) Við javnleiki móti Kyndli syrgdu Neista-kvinnur fyri, at tær ikki dragnaðu í oddastríðnum. Men nógv stóð á, tá Kyndil í evstu løtu hevði brotskast Neistin hongur í Neistin - Kyndil 18-18 (11-8) 10 min: 5-5 20 min: 7-7 40 min: 13-11 50 min: 17-16 Neistin: Rakul Augustinussen 4, Súsanna Nólsoy 3, Bára Hansen 3, Jacklin Durhuus 3(1), Eir Berg 2, Nicoleta R. Hansen 2, Birita Jacobsen 2 Kyndil: Simona Petersen 7(1), Anna Brimnes 4, Bjarta D. Johansen 3, Jórun S. Ludvig 2, Anna Sofía Mohr 1 Brotskøst: Neistin 2/1, Kyndil 2/1 Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 1 Jákup Mørk Neistakvinnur vistu, at skuldu tær fylgja við í odda­ stríðnum í kvinnu­kappingini, so skuldu tær helst vinna móti Kyndli sunnudagin. Og í øllum førum var næstan um lív at gera, at dysturin ikki varð taptur. At talan so eisini var um fyrsta dystin við nýggja venjaranum, sum her skuldi royna seg móti fel­ag­num, sum hann altíð hevur um­ boðað, gjørdi ikki spenn­ing­in undan dystinum minni. Tað sást eisini á spælinum, at nervar vóru við, men tær bláu løgdu nógv fyri, og støðugt hildu tær seg eitt vet framman fyri grannarnar. Seinasta korterið fór tó av álvara at ridla. Við Simonu Petersen sum eirindaleysum skjútta vann Kyndil seg framum Neistan, sum tó javnaði aftur við brotskasti, tá ein minuttur var eftir. Í seinasta álopinum fekk Kyndil brotskast, og Simona kundi skotið øll stigini heim, men tað eydnaðist henni ikki at fáa bóltin í meskarnar. Hóast sigurin sjálvandi var tað, sum liðini fóru eftir, so ber eisini til hjá teimum at liva við javnleikinum. Mun­ urin frá Kyndli til Neistan er bara tvey stig, og saman við VB stríðast tær nú um pláss í FM-finaluni, har alt í løtuni bendir á, at VÍF er hitt liðið. Tað stóð nógv á hjá meistarunum, men tær togaðu at enda ein javnleik heim, soleiðis at tær framvegis eru við í dystinum um finaluplássini Myndir: Álvur Haraldsen