Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Við tveimum bjargingum – onnur eftir brotskast – í seinasta minuttinum var Mladen Mjerimacka maðurin, sum tryggjaði Kyndli eitt stig, tá teir grønu annars tóktust hava tveitt alt burtur Stjørnan misnýtti brotskast, tá tær kundu javnað, og so kundi StÍF lyfta seg av botnplássinum Mladen bjargaði Kyndli StÍF togaði seg úr botninum Jákup Mørk Hóast mansliðið hjá Kyndli hevur eina á pappírinum sterka manning, so hevur lítið gingið eftir vild hjá teim­ um grønu í heyst. Sunnudagin var granna­ uppgerð á skránni, og í hesi vísti Kyndil eisini, hví gongdin hevur verið somikið tung. Í løtum gekk annars heilt væl. Kyndil var omaná fyrra partin av dystinum, tá bert einmansheruin á strikuni hjá Neistanum, Jugoslav Djumic, helt teimum bláu inni í dyst­ inum. Og hóast Neistin tog­ aði seg alsamt tættari eftir steðgin, so helt Kyndil stevn­ ið frammanfyri, til tað rest­ aðu fimm minuttir. Tá slapp Neistin brádliga framum, og tó at Kyndil ikki vildi geva seg, so bendi alt á, at teir heldur ikki skuldu fáa stig burtur úr hesaferð. Tá tað stóð 30-29 á talvuni, og hálvur minuttur var eftir at spæla, fekk Neistin nevn­ liga brotskast. Juguslav varð settur at skjóta, men hesa ferð bjargaði Mladen í Kyndils-málinum, og ístaðin kundi Bárður Johannesen javna fyri Kyndil. Neistin fekk tíð til eitt seinasta álop, men aftur var Mladen fyri, tá Terji Mørk royndi seg, og so gjørdist talan um dupult- javnleik í stóru granna­upp­ gerðini á Hálsi. Jákup Mørk Meðan hini fýra liðini í deildini tykjast stríðast um pláss í FM-finaluni, so hava StÍF og Stjørnan í heyst stríðst um at sleppa av botnplássinum. Setningurin hjá feløgunum er at menna lokalar spælarar, heldur enn at stremba eftir oddinum her og nú, men hinvegin hava tey hvør í sínum lagi eisini argað ovaru liðini. Undan dystinum sunnudagin var Stjørnan eitt stig framman fyri StÍF, men tann støðan er viðvend í dag. Tað eydnaðist nevnliga hjá StÍF at vinna dystin, men seinastu løtuna stóð heilt nógv á. Eftir ein sera javnan og málfátækan fyrra hálvleik, brúktu vertirnir fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki til egnan fyrimun, og dysturin tóktist avgjørdur, tá tær vóru komnar upp á 19-14. Seinastu 10 minuttirnar bar tó einki til. Stjørnan át leiðsluna upp, og tá tær í seinasta minuttinum fingu brotskast, hevði Ella Petersen møguleikan at fáa javnvág í roknskapin. Men tað eydnaðist henni ikki at skora, og so kundu tær á heimaliðnum fegnast um næsta sigurin í ár. FSF-fundur í 15. februar Hetta er eitt av »friðarárunum«, har nevndarval ikki er á skránni, og so verða stundirnar ofta til at geva øðrum málum eina gjølliga viðgerð. Um feløg ynskja at leggja fram lógarbroytingar til aðalfundin, so eiga hesar at verða sendar FSF í seinasta lagi tvær vikur undan aðalfundinum. Hjalgrím tvey ár afturat Hesum boðaði Hjalgrím frá umvegis Facebook-profilin hjá sær. Sambært faroesoccer.com hevur 30 ára gamli Hjalgrím Elttør spælt 308 dystir og skorað 90 mál í landskappingini í bestu deildini. 48 dystir og 17 mál í steypakappingum. 9 dystir og eitt mál í europeiskum kappingum, og hann hevur spælt 27 A-landsdystir. Neistin - Kyndil 30-30 (15-18) 10 min: 4-6 20 min: 12-13 40 min: 22-23 50 min: 26-27 Neistin: Juguslav Djumic 10(3), Teitur Magnusson 9(3), John í Innistovu 3, Herbjørn Lava 3, Rói Hansen 2, Terji Mørk 2, Sjúrður Thomassen 1 Kyndil: David Edvardsen 9(1), Høgni Klein Olsen 4, Finnur Hansson 3, Hjatli Backmann 2, Ludvík Súnason 2, Tróndur Joensen 2, Josef Abrahamsen 1, Bárður Johannesen 1, Bjarni Sørensen 1 Brotskøst: Neistin 7/6, Kyndil 1/1 Útvísingar: Neistin 7, Kyndil 6 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) StÍF - Stjørnan 19-18 (7-7) 10 min: 4-2 20 min: 4-3 40 min: 12-10 50 min: 19-14 StÍF: Heidi Sevdal 4, Fríðrun Danielsen 4, Rebekka Justinussen 3(1), Rannvá R. Jacobsen, Guðrið Poulsen, Bára B. Danielsen, Paula B. Høgnesen Stjørnan: Mina Sirdal 8(2), Louisa Lassen, 4, Ana-Mara Ecaterinescu 3, Jansy Jacobsen 1, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1 Brotskøst: StÍF 1/1, Stjørnan 3/2 Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 2 Myndir: Álvur Haraldsen