mánadagur 9. desember 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
er talan um einvegis ferðslu
móti málinum hjá Gunnari.
Hol kemur á bara fáar
minuttir
fyri
hálvleik.
Gunnar kann einki gera, tá
bólturin kemur innfyri aftur
og inni í fimm-metrinum
setur Celtic spælari fótin á.
Í seinna hálvleiki er einki at
gera. Celtic er nógv betri og er
tað ikki fyri djarvt verjuspæl
og Gunnar Nielsen, so vinnur
Celtic meiri enn 5-0.
– Celtic er í einum ser
flokki. Teirra spælarar eru á
altjóða stigi, sigur maðurin
við síðuna av.
Hann er úr Tjekkia og
lesur Sports Management
í Skotlandi og starvast hjá
bretskari
umboðsmanna
fyritøku. Hann heldur neyvt
eyga við øll spælarum og
øllum tí, sum fyrigongur í
skotskum fótbólti. Hann er
ikki í iva um, at onkrar av
spælarunum hjá Celtic vera
seldir í summar. Hann vísir
millum annað til Virgil van
Dijk, hollendska miðverjan
hjá Celtic.
– Hann verður seldur í
summar til Premier League.
Hann er millum teir besti
spælararnar hjá Celtic og tað
er stórur áhugi fyri honum,
sigur hann.
Í seinna hálvleiki gerst
meiri og meiri greitt, at mun
urin á Celtic og Motherwell
er
stórur.
Serliga
hevur
Motherwell ringt við at
skapa málmøguleikar.
– Teir hava selt tveir av
skjótu framrættaðu spælar
unum, og hava keypt spæl
arar við teknikki í staðin.
Liðið hevur ikki klárað at
umstillað seg til tað, er niður
støðan
hjá
fótbóltskøna
tjekkiska manninum.
Gunnar – næstbesti
hjá Motherwell
Gunnar hevur ikki so nógv at
gera í fyrra hálvleiki. Hann
bjargar
einum
frísparki,
men annars er talan um skot
uttan fyri brotsteigin. Eis
ini kemur hann væl út til
innleggini og tað avlastar
verjuni. Gunnar kann einki
gera við málið, men tað gjørdi
avrikið í fyrra hálvleiki til
fánýtis, tí Motherwell tapti
dystin í somu løtu, sum Celtic
skoraði.
Í
seinna
hálvleiki
skal Gunnar verja málið
frammanfyri øllum Celtic
viðhaldsfólkunum. Við upp
rættum ryggi og bringuni
gongur Gunnar í málið og
hyggur Celtic viðhaldsfólkini
í eyguni. Eitt greitt tekin um,
at føroyski málverjin ikki
ræðist gestirnar úr Glasgow.
Celtic skorar fýra mál í
seinna hálvleiki, men hóast
tað, so spælir Gunnar væl
og hevur fleiri bjargingar.
Tað er bara málið til 3-0, sum
Gunnar kundi gjørt nakað
við, tá hann ikki heldur ein
um skoti.
Gunnar hevur fleiri bjarg
ingar og tann besta kemur til
seinast, tá hann elegant fær
hondina á dundurskot úr
vinstru.
Bløðini eru eisini positiv
um avrikið hjá føroyska
landsliðsmálverjanum.
Scottish Sun gevur Gunnari
bestu metingina, saman við
Keith Lasley, av spælarunum
hjá Motherwell. Teir fáa eitt
seks tal í part, meðan besti
spælarin á vøllinum fær eitt
sjey tal.
Í Daily Record fær Gunnar
eitt 5-tal. Tað er triðjbest av
spælarunum hjá Mother
well.
– Fekk onga verju í sam
band við málini, skrivar
blaðið.
Í seinna hálvleiki følir
Gunnar okkurt í lærinum og
gevst við at sparka út. Hann
endar við at tveita bóltin út,
men tað gongur nú væl, tí
bólturin kemur heilt upp á
miðvøllin.
Gunnar stríðist nú við
at blíva klárur til komandi
dyst, sum er á útivølli móti
Ross County, sum eina ferð
hevði Atla Gregersen á lønar
listanum.
Trívist væl
í Motherwell
Gunnar Nielsen hevur nú
verið í Motherwell í skjótt
eitt hálvt ár. Hann og fam
iljan eru í holt við at finna
seg til rættis í skotska bý
num. Gunnar hevur roynt
at verið í einum av heimsins
størstu feløgum, tá hann
spældi í Manchester City,
sum ikki spardi upp á nakað.
Í Motherwell Football Club
er støðan ein onnur.
– Hetta er ein nógv minni
felag, men felagskenslan mill
um spælararnar og starvs
fólkini er góð, tí fólk kenna
hvønn annan og koma hvørj
um øðrum við, greiðir Gunnar
Nielsen frá.
Gunnar royndi í Man
chester City at blíva álvars
liga skaddur, men er í dag
komin fyri seg, eftir at hava
fingið nakra av tí bestu
hjálpini, ið finst á økinum.
Støðan er ikki heilt tann
sama í Motherwell.
– Vit høvdu læknar og
einir fimm massørar í Man
chester, men her eru tveir
massørar og ein lækni er í
felagnum til ásettar tíðir, sigur
Gunnar, sum tó letur væl at
umstøðunum í felagnum.
Hann er heldur ikki í iva
um, at Celtic er í serflokki í
skotskum fótbólti.
– Teir arbeiða við einum
heilt øðrum budgetti enn
hini feløgini. Tað at vit tapa
5-0 móti teimum merkir ikki,
at vit ikki kunnu vinna teir,
men fyri hini liðini snýr tað
seg fyri tað mesta um at blíva
nummar tvey, sigur føroyski
landsliðsmálverjin.
– Vit hava sum mál at
røkka topp 3. Tað er ikki so
langt upp til triðja plássið,
so tað malið trúgva vit uppá,
sigur Gunnar Nielsen víðari.
Gunnar Nielsen hevur
gjørt ein tvey ára sáttmála
við Motherwell, og fyribils
hugsar hann bara um tey
bæði árini.
– Nú havi eg akkurát
vunnið mær plássið í mál
inum, og royni at prógva
at knæið er í ordan aftur.
Hetta var týdningarmikið
fyri meg og fyribils hugsi
eg bara um at spæla her í
Motherwell, sigur Gunnar
Nielsen, sum hevur spælt
flestu av seinastu dystunum
hjá Motherwell, eftir at Lee
Hollis bleiv skaddur.
Eftir fleiri ár í skugganum
av monnum sum Brad Friedel
í Blackburn, Shay Given og
Joe Hart í Manchester City,
so tykist Gunnar fyribils
hava funnið sína hill í al
tjóða fótbólti. Málverji hjá
Motherwell
og
føroyska
landsliðnum!
trondur@sosialurin.fo
At Gunnar Nielsen
stendur í mál.
Hann hevur
leingi leitað
eftir møguleikanum at
fáa spælitíð. Tað hevur
nú eydnast honum og tað
slapp hann bara væl frá.
Eitt er so balladan rundan
um dystin, sum ongantíð er
serliga hugaligt. Hitt minus’ið
er munurin á liðnum. Her
var als ikki talan um ein toppdyst í
skotskum fótbólti, men heldur um eitt
einaveldið, ið trumlar alla mótstøðu
niður. Lítið kappingarfør kapping.
Motherwell vunnið eitt steyp Motherwell
hevur bara vunnið eitt steyp í søguni. Tað var skotsku
steypakappingina í 1991. Felagið hevur verið í
Premier League síðani 1984. Venjari í dag er Stuart
McCall, sum hevur gott orð á sær í Motherwell.
Celtic er nógv betri og er tað ikki fyri djarvt verjuspæl
og Gunnar Nielsen, so vinnur Celtic meiri enn 5-0
Dystarmyndir: motherwellfc.co.uk
Millum postkortini í almenna Motherwell Football Club
handlinum, er ein mynd av Gunnari Nielsen, ið er umringaður
av liðfeløgunum, sum allir hava hvør sítt postkort
Mynd: Tróndur Arge