Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge – Fir Park, Motherwell Tað er bítandi kalt at koma úr tokinum á Glasgow Central station. Ferðin til Skot­lands er seinkað vegna ódnar­veður, og tað er longu dystar­dagur. Tað er einki at síggja til í Glasgow, at Celtic um nakrar tímar skal spæla móti Motherwell, sum liggur eitt korter ella so frá Glasgow í bili. Gunnar Nielsen hevur vunn­ið sær fyrsta plássið mill­ um stengurnar, nú Lee Hollis er skaddur. Mothewell bleiv í fjør nummar tvey. Í løtuni er felagið nummar fimm í hesum kappingarárinum, men tað eru bara fá stig upp til heiðurs­merkini. »Gott at Rangers fór at heysin« Skotskur fótbóltur hevur ver­ið domineraður av tveim­ um stórfeløgum. Celtic og Glasgow Rangers. Tey hava í nógv ár verið í einum flokki fyri seg. Tey hava um 50.000 áskoðarar til hvønn heima­dyst, koma javnan í Champions League og hava nógv størri inntøkur enn hini lið­ini í Skotlandi. Fyrra árið fór Glasgow Rangers á heysin. Liðið mátti tí spæla í League Two, sum er fjórbesta deildin í Skot­landi, og er í dag at finna í triðj­ bestu deildini. Taxa­sjafør­ urin hevur, sum taxasjaførar í Bret­landi flest, eina meining um fótbóltin í landinum. – Tað er gott, at Rangers fór á heysin. Skotskur fót­ bólt­ur hevur bara snúð seg um Celtic og Rangers, men nú mugu miðlarnir finna upp á okk­urt annað at skriva um, sigur taxasjaførurin við síni skotsku dialekt. – Tað er eisini stuttligt fyri liðini í lægri deildunum, at sleppa at spæla móti Rangers, sum hevur so nógv viðhaldsfólk til allar dystir­ nar, sigur hann víðari. Hann letur tó illa at skil­ inum í Rangers. Teir brúktu nógvar pengar, sum teir ikki høvdu. Ringast av øllum er tó, at felagið ikki rindaði skatt í trý ár. – Rangers keypti bara dýrar spælarar og gav teim­ um ein ørgrynnu í løn. Teir høvdu ikki pengarnar og tað er snýt. Tað verða eisini nógv­ar skattakrónur brúktar í samband við hvønn einasta dyst. Tá teir so heldur ikki hava rindað skatt, so hevur tað kostað skotska sam­ felag­num fleiri milliónir pound, sigur hann argur á mál­inum. Skotskur fótbóltur hevur sæð betri dagar. Landsliðið hevur stórar trupulleikar og talentini í skotskum fótbólti er ikki á sama stigi, sum tey hava verið onkuntíð fyrr. Tá prátið fellur inn á ørindini hjá einum føroy­ing­ ini í Skotlandi, vísir tað seg, at maðurin handan róðrið heldur við Partick Thistle. Hann minnist væl Jákup Mikkelsen, sum spældi í felagnum í 2003 og 2004. – Ja, eg minnist væl Jákup Mikkelsen. Hann dámdi mær bara væl. Haldi hann klár­aði seg væl í felagnum, sigur hann víðari. Fir Park og postkort av Gunnari Fir Park liggur í einum íbúðar øki. Í mun til leikvøllir sum Wembley ella Old Trafford, so tekur tað bara eina lítla løtu at ganga ein rundtúr rundan um Fir Park, ið tekur beint undir 14.000 áskoðarar. Leikvøllurin er nakað illa farin og talan er í ongan máta um ein nýmótans leikvøll. Onkrir partar eru umvældir, men tað er so alt. »Players Lounge« ljóðar eisini sum eitt forment stað at sleppa inn, men sannleikin er ein annar. Í mun til slík støð á millum annað Etihad leikvøllinum hjá Manchester City, so er her talan um ein ein »lounge«, sum minnir um ein gamlan pub. Ein tíma fyri dystarbyrjan er lítið at síggja til nakað av fólki. Almenni Motherwell Football Club handilin er heldur einki at reypa av í mun til tað, sum vit síggja í onkrum av Premier League fel­øg­unum. Onkur hissini áskoðari kem­ur inn at keypa sær eitt turri­klæð. Millum postkortini er ein mynd av Gunnari Nielsen, sum er umringaður av liðfeløgunum, sum allir hava hvør sítt postkort. Ballada í Motherwell Uttan fyri Motherwell handil­in verður tú aftur møtt­ur av eini myrkari síðu av fót­bóltinum, sum vanligi sjón­varps­hyggjarin sjáldan sær. Áskoðaraballada. Í hesum førinum er tal­ an um einar tjúgu ungar mans, ið hava hug at gera ov nógv um seg. Løgreglan eru einir seks ella sjey í tali. Tveir á hestabaki, sum ganga fremst og fáa fatur á odda­manninum í hesum bólk­inum av ungum Celtic við­halds­monnum. Hann ger mótstøðu og løgreglan tekur makt í brúk. Fleiri av hinum gerast í øðini. Onkur skrálar ókvæmisorð eftir løgregluni, meðan aðrir taka fartelefonina fram og filma hendingina. Beint uttan fyri handilin stendur ein familjupápi og tosar í telefon. Honum dámar einki ófriðin og sigur við konuna, at hon skal koyra runt áðrenn hon setur sonin og vinmannin av. Ófríðurin gongur skjótt yvir, men tað er myrkt og kalt uttanfyri. Tey flestu ganga við húgvu ella hettu, og hava turriklæð um háslin og upp fyri munnin. Tá kann verða ringt at skilja millum ein óðan Celtic fjepp­ ara og ein smílandi og róligan áskoðara. Bløðini nevna eisini ófrið­ in dagin eftir. Á útivølli á heimavølli Longu undan dystinum er greitt, at viðhaldsfólkini hjá Gunnari og Motherwell eru í undirtali. Handan ann­að málið er fult Celtic við­halds­ fólkum. Á aðrari langsíðuni eru somuleiðis fleiri túsund Celtic viðhaldsfólk. Tað eru eisini viðhalds­ fólkini hjá Celtic, sum halda lív í. Tey halda nógvan gang og fleiri ferðir tveita tey grønar roykbumbur á vøllin. Gjøgnum allan dystin eru viðhaldsfólkini omaná. Syngja og rópa, men tað kanska eisini lætt, tá liðið hjá tær er nummar eitt, verandi meist­ari, helst komandi meist­ari og vinnur 5-0. Motherwell uttan hóttan – Celtic í serflokki Dysturin á Fir Park fríggja­ kvøldið vísir eisini eina mynd av skotskum fótbólti. Tað er at kalla ikki kapping um meist­ara­heitð. Tað er ein kapp­ing um at blíva nummar tvey aftan fyri Celtic. Motherwell klárar at halda málið reint næstan all­an fyrra hálvleik. Celtic hev­ur okkurt einkult álop, með­an Mother­well mest líkist før­oyska landsliðnum móti risum sum Týsklandi og øðrum. Spælararnir hjá Celtic eru í einum flokki fyri seg. Motherwell hevur okkurt einkult innlegg, men annars fótbóltur Motherwell stovnað í 1886 Motherwell er stovnað í 1886. felagið spælir á Fir park, sum hevur pláss fyri 13.742 túsund áskoðarum. Motherwell liggur eitt korter í bili frá Glasgow. Motherwell er ein samarenning av Glencairn FC og Alpha FC. Gunnar Nielsen var millum bestu spælararnar, tá Motherwell fríggjakvøldið tapti 5-0 fyri Celtic, sum er í serflokki í Skotlandi. Lopið frá Manchester City til Motherwell er langt, men Gunnar trívist væl Well í Motherwell Myndir: Tróndur Arge