Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur svimjing dømi um, at viljin og íløgan eiga sín stóra lut í tí. Evnini eru týdningarmikil, men skal nakað spyrjast burturúr, so skal vilji til at brúka nógvar tímar í hylinum hvørja viku og hvønn dag. Tað hevur Pál gjørt í stuttum hyli og meiri og minni einsamallur saman við Jón Bjarnason, tað hevur hann fingið løn fyri, og eg vóni, at hann fer at standa seg uppaftur betri. Hvussu við føroysku svimji­framtíðini? – Serliga á kvinnusíðuni hevur tað verið soltið sein­ astu tíðina. Poula Ø. Mohr er givin. Nú er Birita Debes okkara fremsti kvinnuligi svimjari. Hon stóð seg væl í kapp­ingini hetta vikuskiftið. Fyrr í ár hevur hon sett fleiri met í ryggsvimjing. Um hon eis­ini í Herning megnar at svimja skjótari, enn hon áður hevur gjørt, so verður tað gott avrik. Hon hevur fingið gott í beinini hjá Rúna Gaardbo, venjara hjá FLOT, og hjá Peturi Heðin á Fløtti, sum venur Ægir. Men hon er ikki í nánd av teim­um bestu í Europa. Nú tykjast nakrar ungar gent­ur at bjóða seg fram, eitt nú Lív E. Eidesgaard. Tað búgva møgu­ leikar í teim­um. Hvussu langt tær fara at røkka valdast fyrst og fremst, hvussu nógv tær ætla at leggja fyri, sigur Jon Hestoy. Og hvussu við mannfólk­ unum? – Tað gekk ikki so væl hjá teimum í vikuskiftinum, sum teir sjálvir høvdu vónað. Óli Mortensen vann bronsu á langa teininum. Hann var sjálvur vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist honum at vinna silvur, og tíðirnar hjá Alva Hjelm og Eyðbjørn Joensen, sum eisini eru farnir til Danmarkar í dag, vóru ikki so góðar, sum teir høvdu vónað. Hví? – Ein góður spurningur. Tað hevur ikki gingið væl hjá hesum ungu monnunum í stórum kappingum at víst tað, sum teir annars hava víst. Hesa ferð kunnu vit vóna, at orsøkin er, at kapp­ ingin í Herning næsta viku­ skifti órógvaði. Nú hava teir møgu­leika bara at hava fokus á tí kappingini. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at spæla av. Tíverri vísir tað seg í løtuni, at tað knípir við ung­um svimjarum millum mann­fólkini. Tað eru kreppu­ ágangirnir frá níti árunum, sum svíkja, sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya. Hósdagin fer hann til Herning at fylgja Pál Joensen og øllum hinum før­oysku lut­takarunum í EM kapp­ ingini á stuttgeil. Ferða­leið­ ari er Rókur í Jákupsstovu, liðleiðari er Turið Kjærbo, og venjarar eru Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason. Føroysku luttakararnir í EM á stuttgeil í Herning frá hósdegnum 12. og fram til sunnudagin 15. desember eru Pál Joensen, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð, Guðrun Mortensen og Birita Debes. Jóannes Hansen Føroyar vunnu seks heiðurs­merki í NJM og NM kappingunum, sum hetta vikuskiftið vóru í Gunda­dali. Bestu úrslitini av føroysku svimjarunum rakk Birita Debes úr Ægir. Hon vann einastu gull­krón­ una til Føroya, tá ið hon við fínum avriki sigraði í 100 metra kappingini í rygg­svimjing, og hon vann silvur í 50 metra kappingini í rygg­svimjing. Hóast avrikini hjá Biritu vóru góð, so megnaði hon ikki at seta nýggj met. Hon eigur sjálv metið. Tað verður vónað, at hon í EM kappingini á stuttgeil, sum verður í Herning seinni í hesi vikuni, fer at betra um sítt egna met. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann bronsu í 1500 metra frí­svimjing­ini. Hann hevði vónað at rokk­ ið silvurplássið, men tað eydnaðist ikki. Hini trý heiðursmerkini vórðu vunnin í kappingum, har tað ikki bar til at sleppa undan hjá Føroyum at vinna heiðursmerki, um tað eydnaðist at svimja tein­in lógliga. Talan var um tvey heiðursmerki í lið­kapp­ingum og um bronsu­krónuna, sum Turið S. Christiansen vann í 200 metra bringusvimjing. Føroyar høvdu møgu­ leika at vinna eitt bronsu­ merki aftrat. At tað ikki eydn­að­ist komst av, at før­oyska liðið varð koll­ dømt í kappingini 4 x 100 m blandað fyri kvinnur. Svøríki vann gull og Dan­ mark silvur. Tað lut­tóku bara trý lið í hesi kapp­ ing­ini. Føroyska liðið varð kolldømt orsaka av óreglu­ ligum starti. Óførur norðmaður Noreg stóð seg væl í kapp­ ingini. Millum tey, sum vóru í Svimjihøllini í Gundadali, varð serliga lagt til merkis Henrik Christiansen. Longu fríggjakvøldið vann hann 1500 metra kapp­ing­ ina í frísvimjing. Tíðin hjá honum var 14:56.99. Næstur honum var Ole Martin Bjørlykke, sum eisini er úr Noregi. Tíðin hjá honum var 15:19.31. Henrik Christiansen er føddur í 1996 og harvið 17 ára gamal. Tíðin hjá hon­ um í 1500 metra kapp­ing­ ini var so mikið góð, at hann bara er átjan sekund aftan­fyri sættu bestu til­ meldingartíðina til EM kapp­ingina, sum í hesi vik­ uni verður í Herning í Dan­ mark. Tað er einki at ivast í, at tað næstu árini verður nógv meiri at hoyra um Henrik Christiansen úr Noregi. Umframt at vinna gull á 1500 metrum frí, so vann hann gull í 400 metr­um blandað, gull á 400 metrum frí, gull í lið­ kapp­ing 4 x 200 metrum frísvimjing og silvur í 200 metra frí. joannes@sosialurin.fo Serliga varð lagt til merkis norska Henrik Christiansen, sum vann 1500 metra frí­ svimjingina í lutfalsliga góðari tíð Birita átti einasta føroyska gullið Føroysk heiðurmerki í NJM og NM 6. til 8. desember 2013 • Birita Debes gull í 100 metra ryggsvimjing og silvur í 50 metra ryggsvimjing • Óli Mortensen bronsu í 1500 metra frísvimjing • Lið 4 x 100 m frísvimjing kvinnur silvur: Jonna Bjartalíð Thomsen, Guðrun Mortensen, Birita Debes, Cecilia Eysturdal (tvey lið luttóku í hesi kappingini) • Lið 4 x 200 m frísvimjing kvinnur bronsu: Birita Debes, Guðrun Mortensen, Jonna Bjartalíð Thomsen og Cecilia Eysturdal (trý lið luttóku í hesi kappingini) • Turið Christiansen bronsu í 200 metra bringusvimjing kvinnur Myndir: Álvur Haraldsen