Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2013 · Nr. 142 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vónin í Herning Pál er føroyska Jóannes Hansen Í gjárkvøldið endaði norður­ lendska svimji­kappingin fyri juniorar, NJM, og pre­ seniorar, NM, sum síðani fríggja­morgunin hevði verið í Svimjihøllini í Gundadali. Teir umleið hálvtannaðhundrað útlendsku svimjararnir við fylgdarfólkum fóru av land­ inum aftur tíðliga í morgun. Nakrir av føroysku svimjar­unum fóru eisini av landinum fyrrapartin í dag. Talan er um teir føroy­ingar­ nar, sum seinni í vikuni skulu luttaka í EM kappingini á stutt­geil. Tann kappingin verður frá fyrrapartinum hós­dagin og fram til og við sunnudegnum. Í dag fóru føroysku svimjararnir niður til Billund og haðani til Herning. Teir búgva á gistingarhúsi tætt við Boxen, har kappingin verður, og før­oysku svimjararnir fara longu seinnapartin í dag at venja í kappingarhylinum. Har hava teir møguleika at venja fram til hósdagin. Møguleiki verður at síggja EM kappingina á donsku TV2 rásini. Danir gera nógv burturúr fyrireikingunum til EM kappingina. Teir siga, at henda svimjikappingin verð­ ur tann størsta, sum nakran­ tíð hevur verið í Danmark. Karmarnir vóru góðir Annars lótu gestirnir, sum í vikuskiftinum vóru í Svimjihøllini í Gundadali, sera væl at fyrireikingunum. Tað fegnast formaðurin í Svimji­sambandinum, Jon Hestoy, um. Hann er tó ikki ovfarin av føgru orðunum, tí hann hevur verið so ofta og so nógva staðni til slíkar kapp­ingar, so hann veit, hvat plagar at verða gjørt burtur­ úr, og hvat ikki plagar at verða gjørt burturúr. – Tá ið tað verður sagt, at vit gera nógv burturúr fyri­ reik­ingunum og karmunum, so verður tað sammett við, hvat plagar at verða gjørt burturúr kappingum av hes­ um slagnum. Vit høvdu ljóð og ljós sjov, teppi framman­ fyri væl pyntaða pallin og so víðari. Sovorðið er van­ ligt í sambandi við stórar kapp­ingar – tað vil siga EM og HM og sjálvandi OL – men tað kemur sjáldan fyri í sam­bandi við kappingar av tí slagnum, sum vit nú skipaðu fyri. Luttakararnir og áskoðar­arnir leggja tað til merkis, og teimum dámar tað væl, at nógv verður gjørt burturúr. Jon Hestoy hevur nógvar roynd­ir í at luttaka í og at fyrireika altjóða kappingar. Hetta var síðsta ferðin, at hann sum formaður í Svimji­ sam­bandinum var vertur fyri altjóða kapping í Føroyum. Tað verður aðalfundur í sep­ tember, og tá fer hann at takka fyri seg sum formaður. Tað boðaði hann frá á aðal­ fundinum, sum varð hildin fyrr í heyst. – Vit høvdu ikki havt møgu­leika fyri hesum, um tað ikki eru so nógvir stuðlar og hjálpar­fólk, sum hóskvøldið brúktu fleiri tímar at seta upp og í gjárkvøldið aftur tóku tøk, tá ið tað varð riggað av. Pál er vónin Tá ið vit spyrja Jon Hestoy um, hvørjum úrslitum tað kann roknast við, at føroysku lut­takararnir í EM í Herning fara at røkka, so er hann rættu­liga jarðbundin: – Pál Joensen telist millum bestu svimjararnar av øllum á 1500 metra teininum. Hann er komin beinleiðis í finaluna. Har verður kappingin tøtt, men tað er møguleiki fyri, at hann skal megna at røkka á heiðursmerkjapallin. At tað er møguleiki fyri tí er bara undirstriking av, hvussu framúr Pál er. Pál Joensen hevur fimti bestu tilmeldingartíðina á 1500 metrum. Bestu tíðina eigur italiumaðurin Gregoriu Paltrinieri. Tíðin hjá honum er 14:27.56. Næstbestu tíðina eigur Mads Glæsner úr Dan­ mark. Tíðin hjá honum er 14:30.01. Triði bestu tíðina eigur ukreinski Sergiy Frolov. Tíðin hjá honum er 14:30.87 og framman­fyri Pál Joensen er eisini ungverski Gergo Kis, sum er tilmeldaður í tíðini 14:34.69. Tilmeldingartíðin hjá Páli Joensen er 14:36.93. Tíðin hjá Mateusz Sawrymowicz úr Póllandi er 14.38.29. Tað eru meiri enn tíggju sekund millum bestu og sættu bestu tíðina. Men tein­ ur­in er 1500 metrar, og tí verður tað dagsformurin hjá hesum seks, sum verður av­ ger­andi fyri, hvussu teir fara at standa seg. Var tað einki í NJM og NM kappingini, sum bendi á, at møguleikar eru fyri, at onkur annar føroyskur svimjari fer at gera seg galdandi? – Tað er so lætt at sam­ meta tíðirnar, og hesa ferð vóru tær ikki so góðar hjá før­oysku svimjarunum skilt á tann hátt, at einki før­oyskt met varð sett í hesi kapp­ ingini. Sjálvandi telur dags­ form­urin eisini á styttru tein­ unum. Men tað skal valdast. Tíðirnar benda á, at tað er lítil og eingin møguleiki fyri, at føroysku svimjararnir fara at megna at kvalifisera seg í hálvfinalurnar. Avbjóðingin er heldur at kappast fyri at sleppa nøkur pláss burturúr botninum. Karmarnir ikki alt at siga Eisini seinni í vikuni, tá ið EM kappingin í Herning verður á skránni, fer nógv at verða tosað um, hvør orsøkin er til, at tað eru nøkur, sum standa seg framúr væl, meðan onnur ikki røkka tí, sum tey høvdu ætlað. Jon Hestoy hevur verið ígjøgnum alla mylluna. Fyri umleið tredivu árum síð­ani var hann á danska lands­lið­ num, og hann gjørdi seg eis­ ini galdandi, tá ið hann vandi í USA. Royndirnar hjá honum siga, at nógvir lutir skulu spæla saman, um tað skal eydn­ast at vera í kapping um fremstu plássini í stórum al­ tjóða kappingum. – Ofta verður tosað um, hvussu týdningarmikið tað er, at karmarnir og kring­ um­støðurnar eru í lagi. Tað hevur sjálvandi týdning. Tó haldi eg, at júst Pál Joensen og hansara avrik eru gott ítróttur svimjing Hóast Birita Debes var tann føroyski svimjarin, sum megnaði bestu úrslitini í norðurlendsku svimjikappingini, so heldur formaðurin í Svimjisambandinum, at tað bara er Pál Joensen av føroysku svimjarunum, sum hevur møguleika at røkka á tindin í EM næsta vikuskiftið