týsdagur 10. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nýggjar og sterkar vitaminur eru
á hillunum hjá Biosym. Omnimin
Pure er ein sterk og fjølbroytt
multivitamin, sum hevur heilar 27
týdningarmiklar vitaminur, miniralir
og sporevni í sær.
Henda fjølbroytta multivita
minin er dagførd í heyst, og sum
nakað nýtt hevur hon eitt nú so
nevndu K2-vitaminuna í sær eins
og eitt hægri innihald av D-vitami
num enn áður.
Biosyms-barnavitaminin
-
OmniMINI - hevur eisini fingið ein
nýggjan smakk, nevniliga smakkin
av einari tripiskari frukt, og nú
smeltar henda vitaminin á tunguni
hjá barninum eftir lítlari løtu.
Góðar vitaminur
til kaldar tiðir
Vilmund Jacobsen
Tað er so nógv salt í brúsutablettum,
at hesar yvir eina longri tíð kunnu
ávirka blóðtrýstið og soleiðis elva til
blóðtøppar ella bløðingar í heilanum.
Tað vísir nýggj gransking.
- Tí eiga brúsutablettir at verða
merktar við ”høgum saltinnihaldi”,
heldur professarin, Hans Ibsen,
dr.med., sum umboðar felagsskapin,
Hjernesagen. Hann er eisini yvirlækni
á sjúkrahúsinum í Holbæk.
Ræðandi tøl
Í bretskari kanning, sum fevndi um
fleiri enn 1,3 miljónir fólk, sæst, at tey,
sum taka brúsutablettir við salti, vóru
í 22% størri vanda fyri bløðingum ella
blóðtøppum í heilanum samanborið
við fólk, sum brúka vanligar tablettir.
Líkindini til, at fyrrnevndu fáa ov
høgt blóðtrýst, eru sjey ferðir størri
enn hjá teimum seinnu nevndu - og
líkindini til, at fyrrnevndu doyggja fyrr,
eru 28% størri.
Hinvegin vísir granskingin ikki, at
tað bara eru brúsutablettir við salti,
sum einsamallar eru orsøkin til hesi
støðuna.
Kortini heldur professarin, Hans
Ibsen, at niðurstøðurnar í granskingini
eiga at føra til, at brúsutablettir verða
merktar.
Hildið verður eisini, at brúsutablettir
helst ikki skulu takast av fólki við
høgum blóðtrýsti.
Brúsutablettir verða útskrivaðar
av læknum í Danmark, og tær verða
eisini seldar í handkeypi. Haraftrat
koma vitaminir, kálk og zink, ið eisini
finst sum brúsutablettir.
Salt gevur blóðtøpp
Tað er saltið (natrium) í tablettunum,
sum er vandamikið.
Sambært umrøddu gransking fær
eitt fólk, sum tekur hægst tilmæltu
nøgd av brúsutablettum í eitt
samdøgur, vanliga 6-8 gramm meira
salt - og bara í brúsutablettunum -
enn tað, sum verður tilmælt at taka
av salti um døgnið.
Hetta
kann
í
longdini
vera
vandamikið fyri heilsuna.
Salt ávirkar blóðtrýstið, og eitt
ov høgt blóðtrýst kann eitt nú elva
til hjartasjúkur og kann eisini elva til
blóðtøpp í heilanum.
Blóðtøppur og heilabløðing av brúsutablettum
- Salt í brúsutablettum økir um vandan fyri blóðtøppi og bløðingum í heilanum, skrivar www.
helse.dk, sum vísir til bretska kanning, har fleiri enn 1,3 miljónir fólk eru við
Vilmund Jacobsen
Fólk eiga at kenna vandarnar, sum
kunnu standast av saltinnihaldinum
í brúsutablettum. Flestu kunnu taka
vanligar tablettir, og tí nýtast fólk
ikki at útseta seg fyri vandarnar
við
ov
høgum
saltinnihaldi
í
brúsutablettum.
- Vit vita, at annar hvør blóðtøppur
ella
bløðing
í
heilanum
kann
umgangast, um blóðtrýstið er í lagi.
Tí halda vit avgjørt, at brúsutablettir
skulu merkjast, so fólk vita, at hesar
hava høgt innihald av salti. Læknar
skulu eisini lata vera við at skriva út
hesi sløg av heilivági - við høgum
saltinnihaldi - til fólk, sum eru í vanda
fyri høgum blóðtrýsti.
Tað sigur stjórin í landsfelagnum,
Hjernesagen, Lise Beha Erichsen.
Hjernesagen er landsfelag fyri
fólk, sum eru rakt av bløðingum ella
blóðtøppi í heilanum og fyri fólk, sum
eru rakt av øðrum heilaskaðum.
Hvønn dag fáa í miðal 35 danir
bløðingar ella blóðtøpp í heilan. Fyri
tey, sum yvirliva heilabløðing ella
blóðtøpp, merkir tað ofta eina tilveru
við lamni eins og talitrupulleikum og
troyttleika við ymiskum avleiðingum.
vilmund@sosialurin.fo
Kelda: www.helse.dk
Fólk eiga at kenna vandan
Tað eru summi, sum brúka brúsutablettir, tí tey hava
trupult við at svølgja vanligar tablettir - ella tí, at
brúsutablettir hava skjóta ávirkan í kroppinum
Hvussu bundin ert tú av sigarettini? Tað er nikotinið í tubbaki, sum ger teg bundnan av
royking, og tað er eisini nikotinið sum ger tað trupult fyri teg at halda upp at við at roykja.
Fær kroppur tín ikki dagligu nøgdina av nikotini, kanst tú gerast irriteraður, rastleysur, dovin
- og tú kanst eisini fáa høvuðpínu og leyst lív. Á heimasíðuni sundhed.dk finnur tú út av, um
tú ert selskapsroykjari, vanaroykjari ella stórroykjari, og her er kanska hjálp at heinta.
Brúsutablettir við saltinnihaldi skulu ikki takast av fólki við høgum blóðtrýsti