fríggjadagur 28. mai 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
23
Færri eigarar er betri fyri vinnuna
Tilfeingið eigur at
umsitast av einum
ella nøkrum heilt
fáum fyritøkum -
allarhelst privatum,
sigur Pavel Salz, ið
roknar við at fiski-
vinnutjóðir sum Før-
oyar noyðast at finna
nýggjar loysnir fyri at
fáa fatur á fiskimonn-
um. Framtíðar ung-
dómurin tímir ikki at
vera til sjóðs í dagar
og vikur
Pavel Salz var í eini fimtan
ár stjóri fyri hollendsku
hagstovuni LEI. Ein av
teirra stóru uppgávum var
at framleiða fiskivinnuhag-
tøl til ES-nevndina. Tølini
hjá Salz og LEI blivu brúkt
tá ES skuldi avgera sín
kvotu- og fiskivinnupolit-
ikk. Hesa tíðina var LEI eitt
av teimum leiðandi hag-
stovunum í heiminum inn-
an fiskivinnu. Saman við
Pavel Salz eru fleiri aðrir av
teimum viðurkendu ser-
frøðingum hjá LEI farnir
aðrastaðni at arbeiða, og í
dag hevur hendan stovan
ikki somu tyngd sum
gjøgnum áttati og nítiárini.
– Tilfeingið eigur at um-
sitast av einum ella nøkrum
heilt fáum fyritøkum - all-
arhelst privatum. Hetta vil
økja um lønnsemi í vinn-
uni, tí at fyritøkurnar duga
at síggja virði í vinningi
yvir eitt longr tíðarskeið,
sigur Pavel Salz,
Ungdómurin sigur nei
Fyri trimum árum síðani
valdi Pavel Salz at siga upp,
og byrja fyri seg sjálvan
som ráðgeva. Nú hann vitj-
ar í Føroyum í samband við
FAREC-ráðstevnuna skal
han tosa um hvørjar loysnir
hann
metir
europeiska
fiskivinnan má velja í
framtíðini.
– Um fá ár vilja allar
fiskivinnutjóðirnar í Eur-
opa hava stóra trupulleikar
við at fáa egnan ungdóm til
at velja eitt lív sum fiski-
menn. Tað føroyingar og
aðrar
fiskivinnutjóðir
noyðast at viðurkenna er at
vit standa yvirfyri stórum
broytingum,
trýr
Pavel
Salz. Hann er føddur í
gamla
Tsjekkoslovakia,
men hevur síðani fyrst í
sjeytiárunum verið hol-
lendskur ríkisborgari.
– Óansæð hvat fiskimenn
og politikarar siga og vóna.
Fiskivinnan sum vit kenna
hana í dag er við at fara í
søguna. Tað vil í framtíðini
vera sera trupult at fáa ung-
dóm til at gerast fiskimenn
sum eru til sjóðs stóran
partin av árinum.
Pavel Salz veit at hansara
meiningar sjáldan frøða
fiskimenn, men hann veit
samstundis at hann hevur
stuðul millum reiðarar og
fiskimenn sum royna at
hyggja inn í framtíðina.
Ongan stuðul
Fyri fimtan árum síðani
skrivaði Pavels Salz eina
bók um fiskivinnu í norður-
atlantshøvum. Nú umhugs-
ar hann at geva út bókina av
nýggjum og hyggja nærri
eftir hvat sum hevur hent
hesi árini. Vit spurdu hann
hvat sum er farið fram?
– Tað vit hava sæð er at
tey flestu londini hava valt
at fara frá stuðulsskipanum
til ein flota har javnbjóðis
kapping millum skipini av-
gerð hvør sum klárar seg.
Men hóast stórar broyting-
ar, so velja fleiri lond fram-
vegis at brúka almennar
pengar til at tryggja at fiski-
flotin ikki doyr út. Millum
tey sum framvegis brúka
almennan stuðul er ES.
Men hóast hetta so kann ein
siga at hugburðurin er
broyttur.
Fiskivinnan,
myndugleikarnir og gransk-
arar hugsa annarleiðis í dag,
sigur Pavel Salz.
Hann meinar at tað er
neyðugt at nýhugsan fær
pláss, og at doyvandi al-
mennur stuðul verður tikin
burtur so fiskivinnan sjálv
kann finna loysnir sum
tryggja øllum atgongd til
fisk eisini í framtíðini.
–
Fiskivinnutjóðirnar
noyðast at finna nýggjar
vegir fyri at fáa fatur á fiski
í framtíðini, sigur Pavel
Salz.
– Í ES-nevndini eru tað
framvegis fleiri sum hugsa
uppá tann gamla mátan.
Men møguliga síggja vit
eitt ljós í hinum endanum
av bergholinum. Eg hugsi
serliga um Franz Fischler
og einstakar av hansara
nærmastu
starvsfólkum.
Hesi hava eftir mínari met-
ing víst kunnleika og evnir
til at hugsa nýggjar og víð-
gongdar tankar, sigur Salz
og vísir til at Fischler mill-
um annað tosar um eina
umfatandi umlegging av
fiskivinnuni, og at tann
gamla skipanin má burtur.
Tað eru serliga fiski-
vinnutjóðirnar innan ES
sum Salz kennir væl, sjálvt
um hann eisini hevur ar-
beitt í menningarlondum og
hevur fylgt gongdini í norð-
anlondum
og
Kanada.
Hann sigur at óansæð hvar
hann hevur verið, so hava
fiskivinnusamfeløg eitt til
felags, og tað er at leita eftir
tí sum var.
– Tað sum sermerkir
fiskivinnusamfeløg er ein
vón um at alt skal vera sum
tað einaferð var. Søguliga er
hetta sera stuttskygt, tí ta’d
vit minnast og kenna til er
tann fiskivinannan sum hev-
ur verið tey seinastu kanska
50-60 árini - og tey flestu av
okkum minnast ikki so langt
aftur í tíð heldur.
Fiskivinnubýir hvørva
Í Stórabretlandi vilja bæði
fiskimenn og politikarar
geva ES skuldina fyri synd-
arligu
støðuna
bretska
fiskivinnan er í ídag.
– At geva ES skuldina
fyri vesaladómin er eingin
gongd gøta, og at fara burt-
urúr ES-fiskivinnupolitikk-
in vil ikki hjálpa bretum eitt
einasta petti. At melda
Stórabretlandi út úr ES
gevur ikki meir fisk í havið.
Hetta er ein lættisoppa
hugsan sum skal geva fólk-
ið eitt einkult svar uppá hví
fiskurin ikki er í havinum
longur.
Pavel Salz meinar at bæði
bretar, ES og aðrar tjóðir
sum hava trupulleikar við
fiskivinnuni noyðast at seta
sær
nakrar
álvarsligar
spurningar og royna at
finna svørini.
- Ungdómurin tímir ikki
at vera til sjóðs, inntøkan er
ov lág og tey flestu tosa um
hvussu lítil framtíð tað er í
fiskiskapi. At stór havøkir
eftir øllum at døma ikki
geva av sær nokk fisk til at
eitt samfelag kann liva av
fiskinum er eisini nakað ein
noyðist at hava við í hugan-
um. Fyri ES-londini er tað
eisini ein stór avbjóðing at
ein norskur ella føroyskur
fiskimaður hevur eina inn-
tøku sum liggur fýra ferðir
hægri enn miðal inntøkan
hjá ES-fiskimanninum.
Pavel Salz meinar at støð-
an í ES er komin hartil at
samveldið noyðist at sleppa
sær av við 70-80 prosent av
sínum fiskimonnum.
– Um ES vil at teirra
fiskivinna skal bera seg, og
tann einstaki skal hava eina
liviliga inntøku frá fiski-
vinnuni, so skuldi ES ikki
havt meir enn 50.-60.000
fiskimenn. Í dag eru tað
200.000. Hetta lýsir rætti-
liga gott støðuna haldi eg.
Hetta merkir eisini at fleiri
smærri fiskivinnubýir vilja
hvørva komandi árini.
Han roknar við at býir
sum Aberdeen og Scrabster
ikki hava nakað framtíð
innan fiskivinnuna, og vísir
til at býir sum Hull, Grims-
by og Bologne longu eru
farnir í søguna sum fiski-
vinnusamfeløg.
– Menningin krevur sítt,
og tey smáu samfeløgini
megna ikki at yvirliva
krevjandi kappingina. Eg
rokni við at vit um fá bert
hava nakrar heilt fáar býir í
ES sum liva av fiskivinnu,
og hetta eru býir sum Peter-
head í Skottlandi og Vigo í
Spania.
Pavel Salz metir at hetta
er ein góð loysn, um mein-
ingin er at samfeløgini
skulu yvirliva og geva nak-
að av sær.
– Vit noyðast at byggja
upp eina fiskivinnu sum
ber seg sálva, og hetta krev-
ur at onkur má lúta. ES er
komið á eitt vegamót har
ein noyðast taka eina av-
gerð um leiðina víðari. Nú
nyttar ikki at fylla í holini á
tí gamla vegnum. Tað má
byggjast ein nýmótans veg-
ur, og hesin má byggja á
eitt nýtt grundarlag, sigur
Pavel Salz.
Hann meinar at tað fyrsta
ES má gera er at broyta
dagsins politikk um "rel-
ativan stabilitet". Hendan
tvangstroyggjan er so slitin
at hon má burtur, og sam-
bært Salz arbeiðir ES-
nevndini nú við at broyta
hendan politikkin.
Stovnar uttan mørk
Pavel Salz meinar at tað
fleiri staðni er heilt skeivt
at tosa um ein tjóðskap tá
ein tosar um fiskastovnar.
– Fiskurin kennir eingi
mørk. Tað verður tosa dog-
matisk um ein rætt hjá eini
tjóð. Hetta er ein grund-
leggjandi trupulleiki undir
tí politikkinum vit hava
havt í nógv ár. Norðsjógv-
urin er eitt gott dømi har
fleiri tjóðir krevja sín part
av fiskinum. Í staðin áttu
vit at sæð tað sum er av
fiski í Norðsjónum undir
einum. Støðan í dag er at
fiskastovnarnir verða nið-
urfiskaðir. Mín loysn er at
ein ella nakrir heilt fáir
leikarar sleppa inn á hend-
an vøllin. Helst ein, kanska
tveir
tríggir,
umsitarar
skuldu fingið í uppgáva at
umsita allan fiskiskap í
Norðsjógvinum. Hetta vildi
gjørt at tilfeingið bleiv hag-
reitt á ein hatt sum tryggjad
at fiskur var í økinum eisini
til komandi ættarlið.
– Vit mugu hava meir
privata kapping inn í fiski-
vinnuna, samstundis sum
vit noyðast at hava ein nógv
haðari stýrda umsiting av
fiskiskapinum, sigur Pavel
Salz. Han meinar at hetta
kann loysast uppá fleiri
mátar.
– Fiskirættindini kunnu
leigast út, ella vit kunnu
hava eina samtøku av reið-
aríum sum kundu umsiti
fiskiskapin á einum komm-
ersiellum
grundarlagi.
Óansæð øoysn so er málið
betri stýring við fiski-
vinnuni. Hetta er ikki ein
uppgáva hjá myndugleik-
unum, ið hava so ómetaliga
nógvar aðrar uppgávur sum
teir kunnu taka sær av.
Pavel Salz trýr ikki at til
dømis norðmenn kunnu
halda fram við at halda lív í
sínari fiskivinnu í Norður-
Norra um teir ikki lata
kapping koma í.
– Tað kunnu gevast nógv-
ar góðar grundgevingar fyri
at útjaðarin skal hava al-
mennan stuðul fyri at halda
lív í smáum plássum. Men
hetta má ikki gerast ein
koddi. Tey smáu samfeløg-
ini noyðast at flóta í sær
sjálvum og geva eitt fíggj-
arligt yvirskot. Soleiðis er
tað ikki í dag. Tey flestu
lond sum hava eina mun-
andi fiskivinnu noyðast at
seta sær meir týðulig mál
við síni fiskivinnu.
C
M
Y
K
23
22