fríggjadagur 28. mai 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aldur: 17 ár
Skúli: 2.s í Hoydølum
Verður tú fjálturstungin
áðrenn próvtøkur?
Ikki so øgiliga. Men eg verði
nógv meira nervøs til tær
munnligu royndirnar, enn tær
skrivligu.
Hvussu fyrireikar tú teg
áðrenn próvtøkur?
Eg royni at lesa og sovrit. Royni
at repetera tað, sum eg ikki
ordiliga minnist.
Heldur tú, at próvtøkuskipanin,
sum hon er nú, er nóg góð?
Eg haldi, at tað virkar nokk so
tilfeldugt hvørjum fakum vit
koma upp í. Og eg haldi, at
tað er nokk so býtt, at tað
bara verða vald nøkur einstøk
fak út. Antin burdu vit farið
upp í øllum ella ongum. Tað er
for tilfeldugt sum tað er nú.
Birna Heinesen
Næmingurin kemur upp í ókend-
um/kendum teksti, fær ávísa fyrireik-
ingartíð og skal síðani leggja fram
fyri ókendum próvdómara.
Fyrimunir: – Næmingurin fær, við at
leggja fram undir einum ávísum
trýsti, ein forsmakk uppá veruliga
lívið, har tílíkar "próvtøkur" fara
fram allatíðina, t.d. tá tú skalt til
arbeiðssamrøðu.
Próvtalið
lýsir
kunnleikastøðið hjá næminginum
umframt at geva eina ábending um,
hvussu
næmingurin
megnar
krevjandi støður.
– Próvdómarin sær ein næming
hann ikki kennir, og næmingurin
verður tí dømdur púra objektivt.
– Hetta er ein sera góður háttur at
royna vitanina hjá næminginum.
Bæði ta, sum er komin ígjøgnum
undirvísingina, men eisini almennu
vitanina, sum er komin aðrastaðni
frá. Næmingurin sleppur veruliga at
royna seg.
– Tað er nærum ógjørligt at fáa
ringan karakter, tá næmingarnir
koma upp í kendum teksti, og hava
20 minuttir av fyrireikingartíð. Tað
hjálpir væl hjá teimum fjáltur-
stungnu at vita, at tey hava 20
minuttir at savna sær tankarnar.
Vansar: – Næmingurin skal megna
at kóka 9 ára skúlagongd niður í teir
20 minuttirnar, sum próvtøkan varir.
Hevur næmingurin ein ringan dag,
kunnu 9 ár av lærdómi tískil verða
undirmett.
–
Næmingurin
kann
verða
óheppin og fáa ein spurning, hann
ikki er stinnur í og tískil fáa eitt
vánaligt próvtal. Hevði hann fingið
onkran annan spurning, kundi hann
fingið hægri próvtal. Myndin, sum
royndin gevur av kunnleikanum í
fakinum er tískil ikki altíð sonn.
– Fleiri dugnaligir næmingar eru,
ið líða av eksamiuótta. Hesir fáa ofta
eitt prógv, ið als ikki samsvarar við
kunnleikan, tí svarti klappurin fer
fyri, tá teir síggja grøna borðið.
– Tað er nærum ógjørligt at fáa
ringan karakter, tá næmingurin
kemur upp í kendum teksti, og
hevur 20 minuttir av fyrireikingartíð.
Tað nýtist ikki geva eina sanna mynd
av hvat næmingurin dugir, bert hvat
hann hevur lisið og noterað seinastu
20 minuttirnar.
Næmingarnir sleppa at velja eitt evni at arbeiða við
ígjøgnum árið, antin í bólki ella sum einstaklingar.
Teir vita, at tá árið er liðugt, skulu teir eksaminerast í
evninum. Teir arbeiða sostatt stútt fram ímóti
próvtøkuni, har teir sleppa at leggja fram.
Fyrimunir: -
– Næmingurin veit alt árið, at hann skal próvførast í
evninum, og tað kemur tískil ikki sum ein skelkur ella
sum ein orsøk til panikk, at próvtøka verður í
evninum.
– Hugtakið "ábyrgd fyri egnari læring" liggur í
hesum førinum tungt á næmingunum, og tað er sera
mennandi.
-– Hjá teimum við serliga ringum royndarótta, hevði
tað lætt ómetaliga nógv um at skula til próvtøku í
bólkaarbeiði,
tvs
saman
við
nøkrum
av
floksfeløgunum.
– Møguleiki verður at hava tvørfakligar verkætlanir,
soleiðis, at næmingarnir kunnu flætta torføru
lærugreinarnar saman við teimum, ið fella lættari.
Hetta hevði eisini bøtt um ampan undan
próvtøkunum.
Vansar:
– Torført verður at døma avrikið hjá tí einstaka, tá
royndin fer fram sum bólkaarbeiði. Tað verður lætt
hjá teimum veiku næmingunum at "fjala" seg
aftanfyri teir sterkaru, sum draga heildarmyndina
–og harvið próvtalið, upp.
– Ein vandi er eisini við at flætta lærugreinarnar
saman, tí torført verður tá at geva próvtal í øllum
lærugreinunum. Næmingurin fær loyvi at velja
verkætlan í síni sterkastu lærugrein, og verður tískil
ikki royndur á sama hátt í øllum lærugreinum.
Allar munnligar próvtøkur
ver›a avtiknar
Fyrimunir:
– Eingin royndarótti kann oyðileggja próv-
talið.
– Dugnaligu, men dovnu næmingarnir
verða noyddir at gera meiri við skúlan, tí
ársmeti verður galdandi. Teir kunnu ikki
bara dúva uppá at skora ein góðan karak-
ter undir próvtøkuni.
Vansar:
–Tað er ógvuliga sannlíkt, at royndin bert
verður útsett. Ístaðin fyri at eita fráfaring-
arroynd, fer hon at eita upptøkuroynd, tí
hægri skúlarnir verða framvegis noyddir at
hava eitt greitt mark fyri hvør ið sleppur inn
og hvør ikki sleppur inn. Fráfaringar próv-
tølini eru ideel at hava sum mark. Verður
royndin broytt til upptøkuroynd, ístaðin fyri
at vera fráfaringarroynd, verður hetta ein
stórur smeitur fyri tey, ið hava eksamiuótta.
Tað verður hvaðna verri at skula próvførast
í ókendum umstøðum, av ókendum
lærarum, eina tíð eftir, at tey eru farin úr
fólkaskúlanum og hava havt undirvísing.
Verkætlan
Galdandi próvtøkuháttur
– Eg veit, at nakrir lærarar gerast
nervøsir tá teir skulu føra næmingar
upp til próvtøku. Men tað er kanska
serliga tær allar fyrstu ferðirnar, teir
føra upp. Tað minnist man eisini frá
sær sjálvum, at man var eitt sindur
spentur og nervøsur. Nú havi eg ført
upp í eini 20-30 ár, so nú nervar tað
meg ikki longur, sigur Kári Nolsøe
Olsen, ið undirvísir í sálarfrøði inni á
Kambsdali.
– Men man fyrireikar seg væl. Eg
plagi at gjøgnumganga allar spurn-
ingarnar væl og virðiliga og seta meg
væl inn í alt. Og eg eri ógvuliga
bevístur um hvussu eg beri meg at
undir próvtøkuni. Eg royni at vera so
róligur sum gjørligt, so næmingurin
skal kenna seg tryggan, sigur Kári.
Hann sigur, at tað ikki ber til at
leggja nakra ætlan um hvussu tú skalt
tosa
við
næmingarnar
undir
próvtøkuni, tí teir eru so sera, sera
ymiskir. Summir koma inn og tosa
allatíðina sjálvir, meðan aðrir heldur
vilja verða spurdir og leiddir. Hann
heldur tó ikki, at nervarnir hava so
nógv at siga, sum fólk vilja gera tað
til.
– Tað kemur næstan ikki fyri, at
næmingar koma upp og eru so
darvaðir av nervum, at tað
oyðileggur teirra próvtøku. Tað er
sera sjáldan, at tú sum lærari
gerst
yvirraskaður
av
eini
próvtøku.
Teir
góðu
næmingarnir klára seg sum
regul væl, meðan teir, ið ikki eru
so stinnir, fáa samsvarandi
karakter. Tað ganga ár ímillum
yvirraskilsini, greiðir Kári frá.
– Tað eru sjálvandi
nøkur, ið ikki megna
trýstið av próvtøk-
unum, men tey eru
fá.
Kári sigur, at um
ein næmingur kem-
ur inn, sum sjónliga
er
darvaður
av
nervum,
plagar
hann at taka tað
heilt róligt, og lata
næmingin fáa frið
at falla til róð,
áðrenn hann byrj-
ar at spyrja.
– Man gevur
teimum kanska
ein leiðandi spurning, og letur tey
so tosa. Hóast tað av og á ikki er so
nógv høpi í tí, tey siga, so kann man
altíð fara afturum aftur og spyrja tey
seinni, tá tey eru blivin rólig aftur.
Hann heldur tó, at hansara próv-
tøkur
plaga
at
ganga
ganska
ódramatiskt fyri seg. – Sálarfrøði er
ein lærugrein, har tú altíð kanst siga
okkurt. Tað er kanska verri við læru-
greinum sum matematikk og fysikk,
har tað er nágreiniliga vitanin, sum
telur.
Men Kári Nolsøe Olsen vísir á, at
tað aloftast ikki er nakar munur á
ársmetinum og próvtøkutalinum.
– Í allar flestu førum er
talið tað sama, kanska eitt, tvey stig
við síðunar av. Tað eru undantøkini, ið
antin fáa nógv betri ella nógv verri
próvtal enn ársmet. So hatta við
nervunum er ikki ein so stór sak, sum
tað altíð verður uppblást til, heldur
hann.
Kári heldur, at próvtøkan saktans
kundi verið broytt soleiðis, at næm-
ingarnir fóru upp í bólkum.
– Teir kundu t.d. havt eitt
bólkaarbeiði, sum teir løgdu fram fyri
sensor, heldur hann.
Aldur: 20 ár
Skúli: Studentaskúlin á
Kambsdali
Verður tú fjálturstungin
undan próvtøkum:
Eg verði eitt sindur
fjálturstungin, men tað veldst
um lærugreinina, sum eg skal
upp í. Er tað ein, har tú veitst,
at tú klárar teg rímuliga væl,
eru nervarnir ikki eins nógvir
sum til eina, har tú møguliga
ikki klárar teg so væl.
Hevur tú nakran ávísan hátt at
fyrireika teg til próvtøkuna:
Nei, ikki beinleiðis nakað fast.
Men eg royni at halda meg til
lesnaðin um dagin. Tað vil siga,
at um eg skal til arbeiðis, so
verður tað bara um kvøldarnar.
Tí dagarnar nýti eg til at lesa.
Heldur tú, at próvtøkuskipanin,
sum hon er í dag, er nóg góð:
Eg haldi, at skipanin er nóg
góð, sum hon er. Kanska
onkrar broytingar í teimum
skrivligu royndunum. Til dømis
haldi eg, at tað er løgið, at vit
fáa meira tíð til at skriva
føroyskan stíl enn enskan, har
vit fáa nógv fleiri uppgávur.
Meinhard Mikladal
Nervarnir hjá lærarunum
hvørva vi› árunum
Eftir próvtøkuna
Bið um eina frágreiðing um próvtalið
Reagera! Ert tú glað/ur, rópa so gleðisróp. Ert
tú skuffað/ur, tosa um tað. Tað er týdningar-
mikið at fáa próvtøkuna út úr kroppinum, áðr-
enn næstu próvtøku
Er tað ein møguleiki, tak tær so av løttum rest-
ina av degnum. Ert tú í tíðarneyð áðrenn næstu
próvtøku, tak tær kortini av løttum í nakrar tím-
ar- tað er ógvuliga týdningarmikið fyri kropp og
sál.
C
M
Y
K
23
22