fríggjadagur 28. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
21
– Tað kann vera, at at tað
finnast serlig flogfør, sum
eru egnað til endamálið og
sum kunnu brúka vøllin
sum er.
Endamálið við loftvegis
flutningi má vera, at fisk-
urin verður flogin so tætt
við hjá keyparunum, sum
gjørligt.
Men Egil Olsen sigur,
eisini, at skal hetta for-svar-
ast fíggjarliga, er tað uttan
iva eisini neyðugt, at flog-
farið fær farm at flyta
heimaftur við.
Og í hesum sambandi
heldur hann, at føroyingar
mugu broyta hugburð, tí
sum er, flyta vit nógv tað
mesta inn úr Danmark.
Men skal tað eydnast at fáa
farm heimaftur við flogfar-
inum, mugu vit eisini venja
okkum við at keypa aðrar
vørur enn tær, vit fáa úr
Danmark.
Mugu taka í egnan
barm
Fiskivinnufrøðingurin
heldur eisini, at skal tað
eydnast at fáa fatur á fesk-
fiskamarknaðinum av álv-
ara, mugu vit eisini verða
til reiðar at ganga undir
ávísar treytir frá keyparun-
um.
Og ein av hesum treytun-
um er at levera til tíðina.
– Føroyingar mugu vera
til reiðar at binda seg til at
levera eina ávísa nøgd av
einum ávísum fiskaslagi,
kanska enntá av einari ávís-
ari stødd um dagin ella um
vikuna í so og so langa tíð
framyvir, kanska í tríggjar
mánaðir fram.
– Tað eru treytir, sum før-
oyingar mugu vera til reiðar
at lúka. Men so mugu vit
eisini hava so góðar flutn-
ingsmøguleikar, at tað ber
til at gera slíkar avtalur.
Men hann heldur, at eitt
er at vera til reiðar at gera
slíkar avtalur. Eitt annað er
at halda tær.
– Føroyingar mugu eisini
gera sær greitt, at slíkar av-
talur um levering skulu hal-
dast. Og tað fyri einhvønn
prís.
Og har heldur hann, at vit
mugu taka í egnan barm, tí
hann hevur varhugan av, at
føroyingar hava ein ávísan
trupulleika á hesum øki.
Hann sigur, at eftir tí,
hann hevur prátað við fólk í
fiskivinnuni
uttanlands,
hevur hann fingið eina
kenslu av, at føroyingar
hava trupulleikar við at
halda tær avtalur vit hava.
– Tað skínur ígjøgnum, tá
ið eg tosi við útlendingar, at
teir hava ikki rættiliga álit
á, at vit eru førir fyri at
halda tær leveringsavtalur,
vit gera. Teir spyrja aftur og
aftur um tað nú er heilt vist,
at vit eru førir fyri at halda
avtalurnar, vit gera.
Egil Olsen leggur afturat,
at tað er ikki hann sum sig-
ur, at føroyingar ikki eru
nóg álítandi. Tað eru fólk í
fiskivinnuni
uttanlands,
sum hava hesa uppfatan av
føroyingum.
– Teir siga, at føroyingar
halda ikki altíð gjørdar
avtalur og tað er ómetaliga
óheppið.
Egil Olsen sigur, at skulu
føroyingar gera sær nakra
sum helst vón um at fáa
fótin fastan, skulu gjørdar
avtalur haldast.
– Eftir tí, útlendingar
siga, er støðan ov ofta tann,
at vit gera avtalur til ein
ávísan prís, men at vit ikki
himprast við at leypa frá
hesi avtalu um onkur annar
knappliga einaferð bjóðar
eitt sindur hægri prís.
Egil Olsen sigur, at hetta
er ein hugburður, sum tað
er alneyðugt hjá føroying-
um at sleppa burturúr,
skulu vit gera okkum vónir
um at vinna feskfiska-
marknaðin.
Tættari tilknýti
ímillum skip og virki
Men hann heldur, at skulu
vit gera okkum rættiliga
galdandi á feskfiskamarkn-
aðinum við føstum langtíð-
aravtalum um levering,
mugu vit eisini vera til
reiðar at broyta samanspæl-
ið ímillum skip og virki.
– Tað verður neyðugt við
tættari samstarvi ímillum
skip og virki. Skal eitt ávíst
virki kunna halda langtíð-
aravtalur við sínar keypar-
ar, má virkið eisini kunna
gera langtíðaravtalur við
sínar leverandørar, sum eru
skipini.
– Tað merkir, at tað má
bera til hjá virkjum at gera
fastar avtalur við skip um at
avreiða til virkið yvir eitt
longri tíð.
Men í hesum sambandi
heldur hann, at fiskidaga-
skipanin er ein vansi.
– Við fiskidagaskipanini
vita vit ongantíð, hvussu
stórar nøgdir, vit fáa. Vit
hava eitt ávíst tal av fiski-
døgum, men nøgdirnar av
hvørjum fiskaslagi vita vit
onki um. Tað er í hvussu so
er ein fyrimunur við kvota-
skipanini, at við henni ber
tað nógv betri til at stýra
fiskiskapin eftir teimum
ávísu fiskasløgunum, sum
marknaður er fyri.
– Skulu vit hugsa um at
røkja
marknaðin
best
møguligt, er fiskidagaskip-
anin sostatt ein vandi.
Hann nevnir stórar fyri-
tøkur í Íslandi sum dømi.
Har fáa skipini boð um at
vera inni aftur ávísar dagar
fyri at virkini kunnu halda
avtalur við keyparar um
levering.
Sostatt er tað marknaður-
in, sum stýrir fiskiskapin-
um. Tað er í veruleikanum
støðan á marknaðinum sum
avgerð, hvat skipini fiska
og, nær tey avreiða.
Hann sigur ikki, at vit
skulu aftur til tað gamla, at
skipini heilt og fult skulu
binda seg til eitt virki. –
Men skulu vit inn á fesk-
fiskamarknaðin, haldi eg,
at ein treyt er, at tað verður
munandi størri samstarv
ímillum skipini og virkini.
Spurningurin
er
so,
hvussu vit fáa fiskimenn at
góðtaka eina slíkt samstarv,
tí teir hava altíð tvíhildið
um, teir selja, har prísurin
er bestur.
–
Spurningurin
er,
hvussu langt fram í tíðina
vit hyggja. Skulu vit kanna
prísin yvir eitt longri tíðar-
skeið, kundi tað væl víst
seg, at fiskimaðurin eisini
fekk ein fyrimun burturúr
tí, hóast teir blivu tættari
knýttir at ávísum virkjum.
Aftur at skera við
hond
Og at enda heldur Egil
Olsen, at tað kundi eisini
væl hent, at verðið ein
gongd leið at farið aftur at
skorið flak við hond.
– Ùrtøkan verður væl
betri og flakið verður
somuleiðis væl betri og
treystari. Men hóast hetta
er eitt handverk, sum skotar
hava varðveitt, er hetta nú
nakað, føroyingar hava
gloymt. Tí er hetta eitt
hondverk, sum aftur skal
lærast í Føroyum.
– Men tað ber til og eg
trúgvi, at keyparin er sinn-
aður at betala sera góðan
prís fyri eina sera góða
vøru.
Sostatt heldur Egil Olsen
at tað eru tríggjar fortreytir,
sum skulu lúkast fyri at fáa
fótin fastan á marknaðin 1:
Betri flutningsmøguleikar.
2: Bygnaðarbroytingar í
fiskivinnuni í Føroyum 3:
Vit mugu í størri mun vera
til reiðar at gera langtíðar-
avtalur.
Umframt flak, ivast hann
ikki í, at føroyskur saltfisk-
ur fer at standa seg, tí hann
hevur sera gott orð á sær.
Men tað átti aftur at verið
ein fyrimunur at virka salt-
fisk úr púra feskum fiski, tí
eg giti mær til, at hann
missur í dygd við at vera
dupult-frystur.
Eitt stórt vónbrot
Egil Olsen hevur mangan
víst á, hvussu alstóran
týdning, gransking hevur.
Tí ørkymlar tað hann, at
samgongan hevur skert
játtanina til gransking.
– Játtanin á fíggjarlógini
stendur ikki mát við tey
føgru orðini í samgongu-
skjalinum og tað var eitt
stórt vónbrot. Men sam-
gongan hevur boðað frá
betri tíðum fyri føroyskari
gransking næsta ár, so tað
bíða vit spent eftir.
– Samgongan hevur ferð
eftir ferð víst á, at gransk-
ing er eitt tað mest týdning-
armikla av øllum og tað
tykir mær løgið at skerja
tað, sum hevur størst týdn-
ing.
Egil Olsen heldur tvørt-
urímóti at tá ið trupulleikar
stinga seg upp í einum sam-
felag, eigur júst gransking-
in at verða økt, heldur enn
skerd.
– Tað er ongin logikkur í
tí, sum er hent, sigur hann.
Eitt, sum hann hugsar um
í sambandi við gransking,
er at royna at menna tøkni-
ligar haldførisloysnir til
fisk.
Tað er at royna at finna
útav, hvussu vit bera okkum
at fyri at fáa fisk at halda
sær betri.
– Íslendingar gera nógv
burturúr gransking á hesum
øki. Teir gera nógv burturúr
at kanna tað, teir nevna
superkøling, ella undirkøl-
ing, tvs, hvussu teir best og
mest effektivt fáa fiskin
køldan niður í eini tvey
kuldastig.
– Hann vísir á, at luftals-
liga skal sera nógv orka til
at kølafiskin frá frostmark-
inum og eitt stig niðurum.
– Fiskurin heldur sær
nógv betri, beinanvegin vit
fáa kølt hann niður um
frostmarkið. Men á hesum
øki eru íslendingar væl
frammanfyri okkum. Vit
mugu eisini kanna eftir,
hvussu onnur bera seg at og
so at seta tær góðu loysn-
irnar í verk í Føroyum.
Egil Olsen ivast ikki í, at
verða tær tillagingar gjørd-
ar, sum hann hevur umrøtt,
so fer flakavinnan eisini at
fóta sær aftur.
– At vit kappast við lág-
lønarlond er ikki serstakt
fyri fiskivinnuna. Tað er
galdandi fyri allar vinnur.
Men okkara uppgáva verð-
ur so at leggja dent á teir
kappingarfyrimunir,
vit
hava. Og har er feskur fisk-
ur ein avgjørd og stór
styrki.
Men so kunnu vit aftur-
ímóti flyta tann partin av
fiskivinnuni, sum er serliga
arbeiðskrevjandi, til Kina.
Egil Olsen sigur, at ísl-
endingar eru farnir at senda
tann partin av fiskinum,
sum nógv bein er í, til Kina
at fáa hann skildan. Og so
selja íslendingar aftur fisk-
in.
– Ístaðin fyri at koyra ein
part av fiskinum vekk, hava
íslendingar sæð, hvørjir
møguleikar eru í láglønar-
londunum og hava útnyttað
hendan møguleikan.
Tað kunnu vit eisini gera,
heldur hann.
Men so heldur hann eis-
ini, at tað hevði verið ein
fyrimunur at fingið smá
virki, sum kundu virka ser-
vørur burturúr serligum
fiskasløgum, eitt nú langa-
sporli og stinglaksi, tí tað er
fiskur, sum tað ikki slepst
av við í Føroyum.
– Men hetta er fiskur,
sum ikki heldur sær væl og
tí er tað neyðugt við sera
góðum flutningsmøguleik-
um fyri at tað kann bera til.
Hann vísir eisini á, at nú
hevur so nógv verið at fáa
av vanligu fiskasløgunum,
at ongin hevur hugsað um
hitt, men tað heldur hann er
skeivur hugsunarháttur í
longdini, tí marknaður er
eisini fyri fyri teimum
fiskasløgunum og tað snýr
seg um at fáa alt til høldar,
sigur Egil Olsen.
- At taka kappingina upp við kinesarar, er deyðadømt í føðingini. Hinvegin ber tað eisini til at útnytta láglønarlondini til egnan
fyrismun, heldur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur
framhald av síðu 19
At eta kapslar við
fiskaolju er líka gott
fyri heilsuna sum at
eta fisk fimm ferðir
um vikuna
HEILSA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Øll vilja vit vera frísk, og
flestu vilja eisini síggja
hampiliga gott út so hvørt,
sum
árini
ganga. Tey
fægstu ynskja at gerast
gomul og tíðliga.
Nógv verður etið og
drukkið av ymiskum úr-
dráttum, tí tey, sum selja
hesar úrdráttir, siga, at teir
eru góðir fyri hetta ella hitt.
Góðir kapslar
Tað er líka so gott fyri
heilsuna at eta kapslar við
fiskaolju, sum tað er at eta
feskan fisk av einum fati.
Hetta vísir ein kanning hjá
finskum granskarum.
Talan er um kapslarnar,
Bio-Marin Pluss og kapslar
við DHA.
Nakrir ungir og frískir
menn vóru við í kanningini
sum vísir, at kapslarnir eru
líka so heilsugóðir sum at
eta feskan fisk fimm ferðir
um vikuna.
Galapagos: Veiðimenn á
Galapagos-oyggjunum
gjørdu bart, tá ið nakrir
granskarar fyrr í ár komu
til oyggjarnar at kanna
støðuna hjá kópi og skjald-
bøkum. Teir gjørdu ikki
matari enn at steingja
granskararnar
inni
á
Charles Darwin Research
Center, har teir høvdu
fólkini sum gíslar.
Krevja broytingar
Menninir kravdu, at veiði-
reglur, sum komu í gildi í
1998 til tess at verja kóp og
skjaldbøkur fyri útruddan,
verða broyttar.
Veiðimenninir halda, at
teirra virksemi hevur størri
týdning enn arbeiðið hjá
granskarum at verja kóp og
skjaldbøkur
við
Galapagos-oyggjarnar.
Søgan sigur einki um,
hvussu tiltakið spældi av.
-vj.
Noreg keypir útlendskan fisk
Noreg: Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár innflutti Noreg fisk úr øðrum londum fyri út við 724 miljónir norskar
krónur. Hetta er heldur meira enn somu mánaðir í fjør.
Í januar, februar og mars í ár var útflutningsvirðið av fiski úr Noregi stívliga 7 miljardir norskar krónur.
Noreg keypir fisk úr eitt nú Stórabretlandi, Danmark, Ruslandi, Írlandi, Føroyum og Íslandi.
-vj.
Tóku granskarar
til gíslar
Heilsugóðir fiskaoljukapslar
Ein finsk kanning vísir, at
fiskaoljukapslar eru góðir
fyri heilsuna
Tað var her á Galapagosoyggjunum, at veiðimenn tóku
granskararnar til gíslar
Sørvingar royna eina
betran av línuspæl-
inum hjá Oilwind,
sum greiðir húkarnar
á stokk, so hvørt
drigið verður
TØKNI
Edvard Joensen
Við einum nýggjum »splitt-
ara« í spælinum, verður tað
gjørt nógv lættari at egna
stampin aftur, tá hann kem-
ur á borðið.
So einfalt er úrslitið
higartil teimum royndum,
Bjarni Joensen í Miðvági
ger við gamla, kenda línu-
pælinum frá Oilwind.
Brøðurnir Helgi og Jákup
Heri Leonson rógva út úr
Sørvági við glastrevjabát-
inum Álitið, sum smiðju-
menninir í Miðvági eiga.
Samstundis royna teir eisini
eitt nú nýggju ábøturnar á
línuspælið, sum Bjarni
Joensen arbeiðir við.
– Hetta riggar bara heilt
væl, letur Jákup Heri Leon-
son at. Bjarni hevur gjørt
ein nýggjan »splittara«,
sum fangar húkin og stýrir
honum beinleiðis niður á
ein stokk, sum settur verður
í sjálvan stampin. Stampur-
in verður síðan festur undir
spælið, soleiðis at samband
er við traktina, sum húkurin
kemur ígjøgnum. Soleiðis
fer húkurin beinleiðis niður
á stokkin, meðan línan
sjálv verður kveilað niður í
stampin.
Úrslitið hevur higartil
verið gott, sigur Jákup Heri
Leonson. Eingin snúður er
á teymunum, tá liðugt er at
draga, og tað hava egnar-
arnir funnið útav. Og tað
ger so aftur, at tað ikki
stendur á hjá teimum at fáa
egnarar í Sørvági.
Eitt, sum teir serliga
fegnast um, er húkafangar-
in sjálvur. Hann riggar sera
væl, siga teir. Hann tekur at
kalla hvønn einasta hús,
sum drigin verður og leggur
niður í »magasinið«.
Línuspælið verður alla
tíðina betrað og útbygt. Eitt
nú kenna teir at kalla ikki
til, at ein teymur er snúrað-
ur upp á ryggin meira. Tí
syrgir spælið sjálvt fyri.
Í smiðjuni hjá J.K. Joen-
sen & Soni í Miðvági ar-
beiða teir við eini heildar-
ætlan, sum skal umfata
bæði draging og egning.
Ætlandi
skal
hendan
skipanin, tá hon er liðug,
spara so mikið av arbeiði
og kanska fólki eisini, at
hon skal kunna vinnast inn
aftur eftir rímiliga stuttari
tíð, vóna teir.
Bøta um línuspælið
Línuspælið líkist einki frá tí vanliga, tá ein sær tað……
……men húkurin fer beinleiðis niður á stokkin, og eingin
snúður er í teyminum, tá egnast skal aftur
C
M
Y
K
21
20