Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt - Nei, vit hava onga formella kunning fingið um nakað sum helst. Men vit hava hoyrt tað sum slatur í eina tíð, og sjálv­andi løgdu vit til merkis, hvat lands­stýrismaðurin segði í løg­ting­inum henda dag­in. Men vit skilja ikki rætti­liga enda­málið. Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðri­stovu eru samdar. Tær tríggj­ar hava allar verið í starvi á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum í mong ár, og kenna deildina sum sín egna buksulumma. Fríggja­dagin í næstu viku, 20. desember, eru 20 ár síðani dialysu­við­gerðin varð sett á stovn á Landssjúkrahúsinum. Deild­in hevur opið seks dag­ ar um vikuna, umframt trý kvøld. Bara sunnudag er frið­ur. Í løtuni fáa 14 fólk dia­ lysu­við­gerð, og tvey afturat eru áveg. - Tey hava onga nýra­ funk­tión. Okkara uppgáva er at reinsa skitnu evnini úr kroppi­num, og eisini skulu vit halda eyguni eftir, hvussu tey hava tað undir dialysuni. Summi gerast illa fyri, blóð­ trýst­ið kann fella, tey kunnu enntá svíma, greiðir Laila Nikolaj­sen frá. - Men vit kenna brúkar­ ar­nar so mikið væl, at oftast eru vit fyrireikað, leggur hon afturat. Flytingin Tilsamans seks fólk manna dialysudeildina á Lands­ sjúkra­húsinum. Tær tríggjar á vaktini í dag siga seg væl skilja, at brúkararnir vilja hava tilboðið so tætt sum til­ber. Men tær hava ilt við at skilja, hví tað nú eisini er tann besta loysnin. - Tað ber ikki til at stongja ella niðurleggja deildina her á Landssjúkrahúsinum. Tí vit fáa jú eisini sjúklingar í respira­tor ella av intensiv, sum hava tørv á dialysu. Hen­da funktiónin má vera á Lands­sjúkrahúsinum, argu­ mentera tær tríggjar. Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðri­ stovu duga snøgt sagt ikki at síggja endamálið við polit­ isku ætlanini hjá Kar­sten Han­sen: - Við verandi manning ber ikki til at býta okkum upp, soleiðis at vit koma at arbeiða bæði í Havn og í Klaks­vík. Og vit hava heldur ikki nóg nógv dialysutól til at kunna flyta tey aftur og fram. So her verður neyðugt, bæði at seta fólk og keypa nýggj dialysutól, um til­boðið skal vera bæði her í Havn og í Klaksvík. Úrslitið verð­ur í besta føri ein nýggj dupult­ funktión, og hvar er tá spar­ ing­in, spyrja tær tríggjar við ein munn. Tær hava allar fylgt við orða­skiftinum um sjúkra­ hús­verkið og hava hug at venda argumentatiónini hjá lands­stýrismanninum 180 stig. Ítøkiliga á samrøðu við Karsten Hansen í Sosialinum 29. november. - Har spurdi lands­stýris­ maðurin sjálvur, hví viðgerð, sum hevur virkað væl í Klaks­vík í áratíggju, skal niður­leggjast, tí sama tilboð kann bjóðast í Havn. Vit hava also havt eina dialysudeild á Lands­sjúkrahúsinum í 20 ár, og hon virkar eftir okkara tykki væl. So hví flyta nakað, sum virkar, bara tí sama til­ boð skal bjóðast í Klaksvík, spyrja tær provokerandi? Tilboðið Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðri­ stovu eru samdar um, at tað er ein gongd leið at fáa til­boð­ ið við dialysu út til brúkar­ar­ nar. Men tað krevur hjálp frá fakfólki, umframt eitt ávíst dirvi frá teimum, sum hava dia­lysu­na fyri neyðini. - Hæmodialysan, ið vit bjóða her á deildini, kann í princippi­num veitast fólki heima við hús. Tey kunnu fáa eitt dialysutól heim at brúka. Men higartil hevur eing­in gjørt tað. Eg haldi ikki, at tey tora tað, men vilja heldur vera í tryggum um­hvørvi her á deildini, um so er at nakað hendir, metir Tóna í Niðristovu. 20 ár við dialysu -Sjálvandi skilja vit, at brúkarar vilja hava tilboðið so tætt sum tilber. Men vit síggja snøgt sagt ikki endamálið við at býta tilboðið sundur millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús, siga starvsfólkini á dialysudeildini Jón Brian Hvidtfeldt - Jú, eg havi ein donor, men eg vigi ov nógv. Eg má fyrst tapa meg eini 20 kilo, áðrenn lækn­a­rnir fáa gjørt nakað. Tað sigur 61 ára gamli Bogi Gaard Joensen, sum hevur sína føstu gongd á dia­lysu­deild­ini á Lands­ sjúkra­húsinum. Fýra dagar um vikuna, fimm tímar hvørja­ferð. Bæði nýruni eru gingin fyri, og tí má ein mask­ina reinsa blóðið í han­ s­ara kroppi. - Eg verði heintaður í Sør­vági klokkan hálvgum átta um morgunin og eri heima aftur um hálvgum fýra tíðina seinnapart, sigur Bogi Gaard Joensen, sum ikki hevur annað val enn at legg­ja sítt lív eftir dialysuni: - Jú, maskinan er mítt nýra. Blóðið gerst skitið, eg ken­ni meg illa til passar og tað fer at skriða illa. Men fái eg dialysuna, so er í lagi, greið­ir Bogi Gaard Joensen frá. Dialysan ger tó, at hann ork­ar lítið. Og tá Bogi Gaard Joen­sen harumframt hevur sukur­sjúku at dragast við, er ork­an ov lítil til at hann kann á­taka sær nakað arbeiði. - So eg eri fyri­tíð­ar­pen­ sjón­ist­ur. Eg orki ikki at a­r­ beiða. Men eg veit um fleiri, sum klára at arbeiða eitt sindur, hóast tey ganga í dia­ lysu. Tað er so ymiskt, leggur hann afturat. Tilboðið Bogi Gaard Joensen er sera væl nøgdur við tilboðið á Lands­sjúkrahúsinum. Hann hev­ur fingið dialysu í trý og eitt hálvt ár, og viðgerðin er eftir­hondini ein natúrligur part­ur av lívinum. 61 ára gam­li skopun­ing­ur­in í Sør­ vági brúk­ar mongu tímar­nar í dia­lysuni til at lesa, lurta eft­ir út­varpi ella hygg­ja í sjón­varp. - Og so fái eg bæði morg­ un­mat og eisini døgurða. Tað er fínasta slag, sig­ur Bogi Gaard Joensen. Hann fylgir væl við í po­ li­tik­ki, lurtar javnan eftir ting­varp­inum, og hoyrdi eisini landsstýrismannin í heilsu­málu­m henda dag­in í løg­tinginum, tá dia­lysu­við­ gerðin var uppi og vendi. - Jú, eg hoyrdi hann tosa um Norðoyggjar og tørvin har norðuri. Men hvat við Sand­oynni og Suðuroynni, spyr Bogi Gaard Joensen og legg­ur afturat, at eisini hann hev­ur ein tíma til Havnar úr Sør­vági. - Tað er púra vitleyst at býta hetta tilboðið sundur mill­um Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús. Her mugu politikararnir hal­da fingrarnar burturi og lata serfrøðina ráða. Eingin ivi um tað, sigur Bogi Gaard Joen­sen, sum nú hevur tosað seg heitan: - Blanda politikararnir seg uppí, so verður galið, undir­strikar hann. Spurdur, um tað fyri seg sum brúkara ikki er líka mik­ið at fáa dialysu á Lands­ sjúkra­húsinum ella í Klaks­ vík, dregur Bogi Gaard Joen­ s­en á svarið. - Jú, fyri sovítt. Men her er eitt tilboð á Lands­sjúkra­ húsi­num, og tað virkar sera væl. So hví fara at blanda poli­tikk upp í hetta. Lat nú serfrøðina Bogi Gaard Joensen brúkar fýra dagar um vikuna í dialysu. – Maskinan er mítt nýra, sigur 61 ára gamli skopuningurin, sum býr í Sørvági