týsdagur 10. desember 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sonevnda posa-dialysan,
á fakmáli peritonial dialysa,
er eisini ein gongd leið fyri
fleiri. Tað er ein lættari við
gerð, har fólk fáa eitt rør
inn í búkholuna, sum verður
reinsað við serligum dialysu
vatni. Men viðgerðin er ikki
nøktandi fyri øll.
- Ja, tað ber til hjá nøkrum.
Men fyri onnur er neyðugt
við hæmodialysu, har blóðið
verður reinsað. Og tey koma
so øll inn higar, siga tær
tríggjar, Laila Nikolajsen,
Sólgerð á Bakkanum og Tóna
í Niðristovu.
TÍÐINDI
Laila Nikolajsen, Sólgerð á Bakkanum og Tóna í Niðristovu
til arbeiðis á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum
ráða
Fýra dagar um vikuna, fimm tímar hvørjaferð, er 61 ára
gamli Bogi Gaard Joensen í dialysu á Landssjúkrahúsinum
Jón Brian Hvidtfeldt
Skulu sjey brúkarar úr Norð
oyggjum
og
Eysturoynni
hava rætt til dialysuviðgerð í
sínum nærumhvørvi, ítøkiliga
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Ein ítøkilig áheitan frá
hesum
brúkarum
hevur
fingið Karsten Hansen at
umhugsa at flyta part av
dialysuviðgerðini av Lands
sjúkrahúsinum til Klaksvíkar
Sjúkrahús. Í løgtinginum
um dagarnar upplýsti lands
stýrismaðurin í heilsumálum,
at hann er farin at kanna
møguleikan fyri at partur av
dialysuviðgerðini kann gerast
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hóast landsstýrismaðurin
í tinginum gjørdi greitt, at
enn er eingin avgerð tikin,
so fær útsøgnin ávaringar
lampurnar at ringja hjá ser
læknanum í nýrasjúkum,
sum hevur evstu ábyrgd av
dialysuviðgerðini í føroyska
heilsuverkinum.
- Landafrøðiliga atlitið og
frástøðan hjá norðoyingum
til Landssjúkrahúsið kunnu
ikki vera argument fyri at
flyta part av dialysuviðgerð
ini til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Avgerðin má ikki grundast
á tørvin hjá sjey brúkarum
júst nú, tí tørvurin kann
jú broytast, sigur Torkil á
Steig.
Hann vísir á, at tá málið
var
uppi
í
løgtinginum,
argumenteraði landsstýris
maðurin við at sjey av 13 dia
lysusjúklingum eru í norður
økinum.
- Tann støðan er longu
broytt, tí nú eru 16 dialysu
sjúklingar, harav sjey í norð
urøkinum. Og hvussu verður
støðan um trý ár, spyr Torkil
á Steig.
Yvirlæknin heldur lítið um
landafrøðiliga
argumentið
fyri at flyta eitt tilboð.
- Vit hava eisini brúkarar
úr Suðri, ið tá kunnu krevja
sama
tilboð
við
somu
argumentatión sum norðoy
ingar. Og hvat við brúkarum
úr Vágum ella Sandoynni?
Tilboðið má vera eins fyri all
ar borgarar, og tað er har, ið
landsstýrismaðurin má hava
sítt fokus, sigur Torkil á Steig.
Torkil á Steig hevur verið
yvirlækni við ábyrgd av nýra
sjúkum síðani 1. januar 2007.
Hann er sannførdur um, at
eitt dialysutilboð á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fer at gera samlaðu
rokningina dýrari.
- Í sjey ár havi eg stríðst
fyri at fáa umstøður og
pláss til dialysuviðgerðina á
Landssjúkrahúsinum. Hesi
viðurskifti eru nú komin
upp á pláss. Men hevur
landsstýrismaðurin nú fleiri
pengar til økið, so kunnu teir
brúkast munandi betri enn
til at seta á stovn eitt tilboð á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur
Torkil á Steig.
Styrk tilboðið
Yvirlæknin vísir á, at rákið
innan læknavísundina er, at
dialysan í størst møguligan
mun skal út í heimini hjá
borgarunum.
- Tað er eingin ivi um, at
dýrasta viðgerðin er á sjúkra
húsunum. Tí verður arbeitt
við at gera eitt so gott tilboð
sum tilber úti við hús hjá tí
einstaka brúkaranum, sigur
Torkil á Steig og vísir til so
nevndu posadialysuna:
- Posadialysan er í mong
um førum eins góð og hæmo
dialysan. Og fyri brúk-aran
kann tað vera ein lættari
loysn, tí viðgerðin kann fara
fram heima í stovuni hjá
brúkaranum sjálvum. Tað er
hendavegin, ið vit vilja fara,
sigur Torkil á Steig.
Men hetta krevur hjálp frá
fakfólki. Yvirlæknin eftirlýsir
eina formaliseraða avtalu við
Nærverkið, har tað verður
lagt í fastar karmar, hvørja
hjálp Nærverkið skal geva í
samband við dialysu.
- Tað hevði kravt kunning
og upplæring til tey starvsfólk
hjá Nærverkinum, sum skul
du veitt hesa tænastur til
dialysu-brúkarar, eina til fýra
ferðir um dagin, hálvan tíma
hvørjaferð. Men tað vildi
verið eitt alternativ og ein
loysn fyri fleiri av teimum,
sum í dag fáa hæmodialysu
her á Landssjúkrahúsinum,
sigur Torkil á Steig.
Tilmæli
Torkil á Steig hevur longu
verið á fundi við Karsten
Hansen fyri at umrøða teir
tankar, ið landsstýrismaðurin
hevur gjørt sær um dialysu
viðgerðina, nú hann hevur
fingið áheitan frá sjey brúk
arum. Sambært yvirlækna
num endaði fundurin við, at
Medisinski Depilin á Lands
sjúkrahúsinum nú skal gera
eitt tilmæli til landsstýris
mannin.
- Nú veit eg ikki, hvørja
ávirkan eg fái á tað tilmælið.
Men mín støða er púra greið.
Eg mæli frá at seta á stovn
eitt dialysu-tilboð á Klaks
víkar Sjúkrahúsi. Eg mæli
landsstýrismanninum til at
hyggja eftir samlaða tilboð
num til allar føroyingar. Og
har kunnu vit gera nakað
ítøkiligt við at styrkja tilboð
ið, soleiðis at tað verður gjørt
ligt hjá fleiri at fáa dialysuna
heima við hús, sigur Torkil á
Steig.
Hann dugir enn ikki at
seta orð á, hvat hendir, um
politiski viljin krevur eitt
dialysutilboð inn á Klaksvík
ar Sjúkrahús.
- Verður tað álagt mær
at skipa eina tílíka tænastu
har norðuri, so má eg fyrst
og fremst gera upp við meg
sjálvan,
um
mær
dámar
luktin í bakarínum. Lands
stýrismaðurin kann sjálvandi
seta á stovn eitt heilt nýtt
dialysutilboð á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, tað vil so vera
hansara val. Men eg vil so
mæla honum frá hesum.
Her eru ov fá fólk og ov fáar
maskinur
á
Landssjúkra
húsinum til at spjaða út á
onnur sjúkrahús, so tí vil reelt
vera talan um at seta á stovn
eina nýggja dupultfunktión,
sigur Torkil á Steig.
Yvirlæknin hevur ikki
roknað uppá, hvat tað kostar
at seta á stovn eina dialysu
viðgerð í Klaksvík.
- Men leystliga mett vil
íløgan í dialysutól og annað
væl vera 1,5 til tvær milliónir
krónur.
Og
harumframt
kemur so raksturin, fyrst
og fremst løn til starvsfólk,
sigur Torkil á Steig, sum tí
hevur hesa greiðu áheitan á
landsstýrismannin:
- Hevur tú pengar, so brúka
teir til at styrkja tænastuna
hjá Nærverkinum, soleiðis
at fleiri kunnu fáa dialysu
viðgerð heima við hús, sigur
Torkil á Steig.
Lokalt argument kann ikki brúkast
Yvirlækni í nýrasjúkum mælir beinleiðis frá at seta á stovn eitt
dialysutilboð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Landsstýrismaðurin
má hyggja eftir samlaða tilboðnum til allar føroyingar, og
hevur hann nú brádliga fleiri pengar til dialysuviðgerð, so er at
brúka teir við fokus á sjúklingarnar, sigur Torkil á Steig
Landafrøðiliga atlitið og frástøðan hjá norðoyingum til Landssjúkrahúsið kunnu ikki vera argument fyri at
flyta part av dialysuviðgerðini til Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur Torkil á Steig, yvirlækni í nýrasjúkum