týsdagur 10. desember 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Málspurningar í sambandi við hjúnabandslógina
– eitt íkast til orðaskiftið um uppskot til broytingar av hesi lóg
Sigvald Kristiansen
Herfyri var nógv tosað og
skrivað um bógstavaraðið –
alfabetið – hjá okkum. Ósemja
er um, hvørjar bókstavar vit
skulu hava við og hvørjar
ikki. Ein bókstavur ella fleiri
velda mikið orðaskifti, tí
hetta hevur týdning í okkara
dagliga samskifti bæði í
skrift og talu. Og tað er bara
gott, at vit kunnu skifta orð
um tílíkt á ein sakligan hátt.
Viðvíkjandi uppskotinum
um broytingar í hjúnabands
lógini hevur lítið verið tosað
um tær málsligar avleiðingar,
tað kann fáa. Eins og við alfa
betinum átti lívligt kjak at
staðist av hesum, tí tað fer
at fáa ikki minni týdning á
tað dagliga samskiftið bæði í
talu og skrift, um broytingin
fer at vera soleiðis, sum ein
minniluti nú vil hava tað at
vera. Tí loyvi eg mær – hóast
ikki meira málkønur enn tey
flestu – at koma við nøkrum
hugleiðingum um orð og
hugtøk, sum hava við hesa
lóg at gera.
Í samband við hjúna
bandslógina hava vit hugtøk
ini hjún og gifta. Hesi bæði
húgtøkini er væl defineraði í
okkara málbrúki, bæði í okk
ara dagligari talu og í okkara
bókmentum. Orðabókin sig
ur eisini greitt, hvat hesi hug
tøk merkja.
Hjún verður definarað (í
fleirtali): eini hjún: maður
og kona, sum eru gift. Hjún
hevur í øllum samanseting
um í orðabókini týdningin
maður og kona.
Gifta verður definerað:
víga í hjúnaband, tey vórðu
gift, giftust. Gifta hevur eis
ini týdningin hjúnaband.
Hon gifti seg við honum.
Verða hesi hugtøk broytt,
fær tað álvarsligar og mis
háttar avleiðingar.
Dømi. Tað er løgið at síggja
í lesarabrævi fyri stuttum
samkynda kvinnu úttala seg:
Gift við konuni í 14 góð ár (tó
ikki í mínum heimlandi). -
Visti tú ikki, hvør segði hetta,
kundi tú eftir okkara vanligu
uppfatan av orðinum gift,
spurt, hvør er maðurin. Í van
liga málbrúkinum er hjúna
band millum mann og konu. Í
hesum førinum verður orðið
gift avlagað: Maður mín er
ein kona.
Annað dømi. Í samband
við vitjan av íslendska for
sætisráðharranum skrivar ein
um politikara, sum noktaði
at fara til døgurða saman
við forsætisráðharranum og
konu hennara. - Her verður
aftur avlagað. Í okkara van
liga málbrúki um hjúnalag
hevur maður eina konu ella
konan hevur ein mann. Kona
hennara ber snøkt sagt ikki
til at siga, gevur onga mein
ing.
Upp aftur annað dømi.
Ì samband við leikin “Borð
á Carello”. Leikin hevur
makin hjá íslendska for
sætisráðharranum Jóhonnu
Sigurdardóttir,
hon
eitur
Jónina Leósdóttir, skrivað. -
Her kemur orðið maki uppí
ístaðin fyri kona ella maður,
í hesum førinum kona. Men
maki kann vera annað eisini,
vinur, kenningur, onkur í
familjuni. Bjóðað verður til
veitslu við maka, her kann
makin verða hvør sum helst.
Maki sigur einki um hjúna
bandsviðurskiftini.
Sum nevnt er tað ein
minnilutabólkur í samfelag
num, tey samkyndu, sum
upprunaliga hava sett krav
um broyting í hjúnabands
lógini. Hesin minniluti er ein
partur av okkara samfelag,
hevur altíð verið tað, og tað
skulu tey sjálvandi eisini
hava loyvi til, eingin lóg forð
ar teimum í tí. Tey gera nú
meira vart við seg, eru sera
sjónlig í fjølmiðlunum, og tí
hava tey fingið ein viðhalds
bólk, sum stuðlar teimum í
teirra krøvum, bæði innan
politiskar flokkar og eina
mest millum ung. Tey hava
dugað væl í so máta at føra
síni sjónarmið fram.
Men eitt mark má vera
fyri krøvum, sum fara at hava
so umfatandi broytingar á
nakað
so
grundleggjandi
sum okkara málbrúk, og tað
er bert tað, sum eg leggi dent
á í hesi grein.
Tað mátti borið til at
funnið orð ella heiti til
samkynd pør, so okkara
orð sum hjún og gifta ikki
verða avlagað, sum dømini
omanfyri vísa. Meirilutin
kann við góðum rætti eisini
krevja nakað, og tað er, at
okkara mál ikki verður av
lagað við at broyta eina
lóg, men at vit varðveita
týdningin av teimum orðum
og heitum, sum hava verið
galdandi í øldir.
Tað tykist mær at vera
bæði væl lærd og menta
fólk, sum tala søk teirra
samkyndu, og hesi eru ofta
at síggja og hoyra í fjølmiðl
unum, bæði í bløðum, sjón
varpi og útvarpi, so onkur av
teimum mátti verið so fræg
ella frægur, at tey kundu
funnið orð ella smíðað heiti,
sum hóskar til teirra ynsk
ir um parlag, og sum ikki
avlagar okkara vanliga mál
brúk.
Eg vil heita á rættar
nevndina, sum víðari viðgerð
hetta broytingaruppskot av
hjúnabandslógini, um eisini
at hava málsligu sjónarmið
ini við í teirra metingum.
Skála 8. des. 13.
Virgar T. Dalsgaar
Tað er einastandandi løgið,
at ein einsamallur maður
hevur fingið kraddað sær
so nógv vald í samfelagnum,
sum tann ABC-køni harra
Jonhard Mikkelsen heldur
seg hava fingið!.
Hann postulerar skamm
leyst í tí síðsta Sosialinum,
at av tí, at HANN heldur
tað, so skulu allir føroyingar
hava eitt alfabet (stavrað),
sum ikki er tíðarhóskandi,
ella, sum hann málber seg:
"Alfabetið skal ikki fylgja við
tíðini".
Tað skal altso vera archa
iskt ella miðaldarligt. Hvat er
hetta fyri betong-filosofi?
Hvussu kann ein einstakur
maður hava uppnáað ein
so eliteran status í einum
demokratiskum landi? Hetta
minnir um ta ráðaríku og
diktatorisku tankagongdina,
sum man brúkti í Sovjetsam
veldinum, áðrenn Berlinmúr
urin datt.
Vit onnur hava hildið, at
so avgerandi og víttgangandi
vald bara kann liggja hjá ein
um parlamenti og aldrin hjá
einum einstaklingi, sum Jon
hardi Mikkelsen ella hjá ein
um ráði. Annars er Jonhardur
saman við drotningini komin
oman fyri grundlógina, men
við størri valdi, enn Margreta
Fríðriksdóttir hevur!
Eru vit komin so langt
burtur frá fólkaræði, at vit
á tí málsliga økinum eru í
ferð við eina heimføðisliga
regressión aftur til óupplýst
einaveldi, har ein lítil minn
ilutaklika sleppur at kúga
ella majorisera meirilutan
av fjøldini?
Heri Mohr
Nú hjúnabandið er á dags
skránni í løgtinginum, hevur
løgtingsformaðurin
beint
málið í rættarnevnd, hóast
hjúnabond vanliga fara í
seingina, at ”tosa um tingini.”
So er at spyrja, um nú løg
tingsins rættarnevnd er før
fyri at greiða spurningar hjá
slíkum bondum undir fløv
andi dýnum?
Valla annað enn í villum
kenslum at skræða dýnurnar
og fara til hendurs í tjúkkum
fjaðraroki.
Sjálvandi var tað ikki tað,
ið løgtingsformaðurin hugs
aði sær, tá ið hann koyrdi trý
sløg av klandrandi hjúnum í
eina felags rættarnevnd.
Hetta er tó eitt fløkt og
torskilt mál, ið skal avgreiðast
so ella so, tí frá spírstungum
ljóðar, at nógvir ”rættir før
oyingar” – bæði innan og
uttan tinggátt – teska eymt á
donskum, tá ið teir fara undir
dýnuna.
Tað er ikki bara í Føroyum,
at støða skal takast til
spurningin um, hvussu at
kvøðast skal um fleiri sløg
av hjúnabondum.
Fyri nøkrum fáum døgum
síðani var fólkaatkvøða í
Kroatia um hendan sama
spurningin. Atkvøtt varð um:
”Ert tú samdur um, at hjúna
skapur er sameining millum
ein mann og eina kvinnu?” 65
% svaraðu ja.
Um úrslitið sigur forsætis
ráðharrin í Kroatia, at hetta
var keðilig og skilaleys fólka
atkvøða, og hann vónar,
at tað ikki hendir aftur, at
tíð verður brúkt til slíkar
fólkaatkvøður.
Fólkaatkvøðan
gjørdist
veruleiki, av tí at 6000 fólk
”í familjunnar navni” høvdu
samlað 750.000 undirskriftir.
Hetta átakið varð undirtikið
av høgru andstøðuni og ti
socialt konservativu katólsku
kirkjuni.
Ein navngivin kvinnuligur
lækni í Kroatia segði seg vera
fegnan um, at hjúnalagið nú
verður varðveitt í sínum
traditionella líki. Hon vil
vera við, at við fólkatkvøðuni
fekk demokratiið góða hjálp
at vísa fólksins áskoðan um
hjúnalagið og familjuna.
Atkvøðan gevur greið boð
um, at hjúnabandið hevur
nógv at týða í okkara landi,
sigur tann kvinnuligi læknin.
Hon heldur ikki, at Kroatia er
búgvið til tær stóru kulturellu
broytingarnar, men ivast tó
ikki í, at homoseksuell kunnu
fáa teirra rættindi innan
fyri lógarmark. Sum ungt
land eru vit ikki búgvin til
stórar kulturellar broytingar
í hesum serliga máli, sigur
hon.
Ein navngivin sjónleikara-
og filmframleiðari í Kroatia,
sjálvur homoseksuellur, er
av eini heilt aðrari áskoðan:
Fólkaatkvøðan er stórt aftur
stig fyri landið og tey homo
seksuellu generelt. Hon hev
ur sett fólkið í tvíningar. Vit
eru eitt land við liberalum
virðum. Hóast vit hava bólk
ar av fólki, sum kanska hava
fascistiskar tendensir, er tað
veruliga ein minniluti uttan
útbúgving. Men nú er fleir
talið av liberalum og opnum
menniskjum sambært fólka
atkvøðuni ein minniluti. Og
listamaðurin vil vera við,
at forsætisráðharrin dugir
nú at síggja, at tað var ein
álvarsligur feilur, at hann
loyvdi fólkaatkvøðuni at fara
fram, og at hann tessvegna
longu nú roynir at bøta um
hetta við lappaloysnum við
víkjandi hjúnabandi og rætt
indum hjá teimum homo
seksuellu.
Líka mikið hvar vit eru
stødd, og um vit so einans eru
tvey á klótini – tað vóru sum
kunnugt tey fyrstu tvey, sum
ótu av kunnleikans træi –
sleppst ikki undan áhaldandi
klandri og bardaga kryddað
við klemmi og mussi.
Jú fleiri turtildúgvir við
trimum ymiskum paringum
tess meira verður klandur
við klemmi og mussi.
Og babylonskur forvirr
ingur økist proportionalt.
Tann
sterka
familjan
heldur, at hon fer at vikna, at
ættarkenslan fer at hvørva og
at samfelagið fer at hókna.
Um hetta gerst nútíð í
Føroyum, so kunnu vit ugga
okkum við, at nútíð altíð
verður fortíð – and the show
must go on.
An-alfabetisma
Hjúnabandið