Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið eldri sonurin og eg fóru út at geva okkara langommu og ommu á Selheyggi jóla­ pakka í fjør, tóku vit hesa mynd­ina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu, og at hetta fór at vera seinasta ferð, vit komu at geva henni jólagávu. Stutt eftir vikn­aði hon, og hennara tíð her á fold var komin at enda. Omma andaðist 15. jan­ uar 2013, 92 ára gomul. Omma varð fødd við Gjógv 7. oktober 1920 og var hugnaliga barnaheimið hjá henni Blásastova (bygd uml. 1906). Har vaks hon upp saman við eldru systkjum sínum, Jóhannu og Jógvan Sofus. Hon var dóttir Jørginu og Jóhan í Blásastovu. Omma tosaði mangan um góðu barnaárini við Gjógv og ikki minst skúlatíðina, sum hon mintist aftur á við gleði. Børnini gingu tá í skúla annan hvønn dag og høvdu stóra virðing fyri skúla, foreldrum og lærara. Læ­ raran, Jóhan Kalsoy, um­tal­ aði omma mangan við føgr­ um orðum. Helst man hann eisini hava verið ein góður lærari og man hava lagt gott grundarlag undir Gjáar skúla, tí omma var ikki sørt errin av, at børn, sum høvdu gingið í skúla við Gjógv, vóru blivin eitt nú bispur og professari. Omma plagdi mangan at taka til, at tað var so nógv broytt í hennara tíð, at hon ikki kundi ímynda sær, at onnur fara at uppliva eins stóra broyting. Hon mintist væl ta gomlu tíðina í Føroyum uttan dagsins hentleikar og suffaði hon mangan, tá ið hon hugsaði um knossið, tey høvdu fyrr. Børnini vóru við í øllum: hoyggjaðu, fingust við torv, tóku upp eplir o.a. og so vóru genturnar eisini uppi í tí húsliga arbeiðinum. Seinni gekk hon eisini til neyta, og tað var ikki altíð so høgligt, tí onkuntíð kundu neytini liggja heilt norði á Ambadali. Tá konufólkini vóru til neyt­ ar, høvdu tær stokkar við og bundu so meðan tær gingu. Heimaftur bóru tær fýra dyllur hvør (uml. 16 litrar). Omma kom til Klaksvíkar at tæna, og tá rann saman millum hennara og abba (Erik Mørkøre). Tey giftust og fingu sjey børn: Kristionnu, Jørgin, Hannebeth, Jóhan, Hjørdis, Erland og Birgir. Tey bygdu eitt gott og trygt heim á Selheyggi. Hús­ ini vóru tá millum ovastu hús í Klaksvík. Útsýnið úr køks­vindeyganum hevur altíð verið og er enn sera gott. Ígjøg­num køksvindeygað hevur omma kunnað eygleitt ta stóru menning, sum var í Klaksvík í farnu øld. Abbi sigldi tey fyrstu árini og fór eisini onkra vandaferð undir krígnum niður til Skotlands at selja fisk. Seinni legðist hann upp á land og arbeiddi sum bryggjari á Føroya Bjór. Samanhaldið millum ommu og abba var sera gott. Tey hildu væl saman og stuðl­aðu hvør øðrum væl. Kær­leikin teirra millum var altíð eyðsýndur. Tað sást ikki minst ta fyrstu tíðina eftir, at abbi var farin. Hon sakn­aði tann mann, sum hon hevði elskað og hildið so leingi saman við. Tey bygdu á sama virðisgrundarlag - tað góða gamla føroyska slag­ið, sum hvíldi á einum krist­num fundamenti, og har man vísti virðing fyri hvør øðr­um, svar­ aði hvørjum sítt, var álítandi og visti, at røkjuskapur og trúfesti eru góðar dygdir. Sum barn var tað hugna­ ligt at fara gongutúr túr við mammu tvørturum Sandin og út á Selheygg. Omma var so blíð og týð at koma inn til og skjót við einum góðum drekkamunni og onkrum heimabakaðum afturvið. Omma var eisini ein nær­ løgd kvinna, alt var vælgjørt. Hon hevði stóran áhuga fyri samfelags­viðurskiftum og las altíð bløðini og lurtaði eft­ir útarpinum. Eisini var hon sera áhugað í, hvussu tað gekst við skúlagongdini hjá okk­ um ommubørnunum, tí hon spurdi altíð, hvussu tað gekst í skúlanum, tá ið vit lósu. Omma hevur bundið ótelj­andi pløgg til familjuna og sjó­menn ígjøgnum Sjó­ mans­kvinnuringin, sum hon var trúgvur partur av í fleiri áratíggju. Líka til tað sein­asta bant hon. Omma hevði ikki heimahjálp og gjørdi at kalla hvønn dag døg­urða til sín sjálvs og onn­ur. Morgunlesturin í ÚF var fastur táttur í ger­andis­ degnum hjá henni. Eg minn­ ist væl, hvussu kedd hon varð, tá ið hann eina­ferð varð hóttur, men gleðin var stór, tá ið hann aftur kom í skránna, tí hjá eldri fólki eru góðar rutinur í gerandisdegnum av størri týdningi, enn vit ofta geva okkum far um. Tað lá ommu á hjarta, at hennara barnaheim, Blása­ stova við Gjógv, skuldi verða gjørd í góð­an stand, so familj­ an kundi fáa størri gleði av hús­un­um. Og tíbetur unt­ist henni at uppliva, at Blása­ stova fekk nýggj vindeygu og mið­støðu­hita, so húsini gjørd­ust heit og fjálg og fingu heitt vatn – eitt stórt fram­stig, sum omma fegn­ aðist stór­liga um. Tað sein­ asta summ­arið, omma livdi, vitj­aði hon við Gjógv og búði í Blása­stovu í út við eina heila viku. Hon gekk runt í bygdini og sá ymiskt fyri seinastu ferð. Tað var so hepp­ið, at fróðarmaðurin, Asfinn Sigvardsen vitjaði í Blása­stovu og fekk eina sera góða samrøðu við ommu um ta gomlu tíðina við Gjógv. Sam­røðan kann lesast inni á www.bygdin.fo. Tað var sum um, at nú, tá ið Blásastova var gjørd í stand, og omma hevði fingið sagt sítt seinasta farvæl við sína heimbygd, og árini vóru blivin 92, so var hon líkasum klár at fara hið­ ani. Omma var ógvuliga av­ klár­að og óttaðist als ikki deyð­an, tí hon visti, at deyð­ in er ikki endin, og hon hvíldi trygg í lyftinum, at Jesusar fullgjørda verk á Gol­gata skuldi føra hana til eitt tryggari og betri stað, har sjúka og deyði ikki eru til meira. Ommusa lív var eyðkent av nøgdsemi og Guðs­ótta, og sambært Halgu bók, so er tað mikil vinn­ingur. Tað hevur eisini verið mikil vinningur fyri okkum, ið hava havt so góða ommu, langommu, móðir og vermóðir. Hon var ein sterk og vís kvinna, sum gav sær góðar stundir til eitt prát og var altíð nærverandi. Tú fekst eina kenslu av, at hon var ein kvinna, sum var í javnvág við seg sjálva og síni virðir. Ein fór altíð glaðari út aftur, tá ið man hevði vitjað á Selheyggi. Ærað veri minnið um ommu mína, Berlinu Mørk­ øre. Erik Biskopstø Minningarorð um Berlinu Mørkøre f. 7.10.1920 – d. 15.01.2013 Min elskede hustru Ida Aase Vindekilde f. Thomsen * 25. september 1916 † 4. december 2013 er stille sovet ind Ole Bisættelsen finder sted fra Kildebrønde Kirke fredag den 13. december kl. 11.00