týsdagur 10. desember 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MEST er størsta skipasmiðusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um
skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík
og dóttirfelagið PAM Offshore Services, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni
serliga í Noregi. Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu
og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 400 starvsfólk eru í starvi
í MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.
Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.
ARBEIÐSØKI
Sum verkætlanarleiðari fært tú ábyrgdina av størri og smærri umvælingar-
og umbyggingaruppgávum. Tú hevur tætt samskifti við kundar, starvsfelagar
í fyritøkuni og feløg, sum vit samstarva við. Verkætlanarleiðarin hevur
ábyrgdina av:
• At gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi
við kundan og starvsfelagar
• At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan
til ásetta tíð og kostnað
• At góðskan á arbeiðinum er sum avtalað
• At gera upp, eftirmeta og avhenda uppgávur
Starvsstaðurin er á høvuðsdeildini hjá MEST í Havn, men verkætlanarleiðarin
kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.
Verkætlanarleiðarin vísir til leiðaran fyri Verkætlanar-og teknistovudeildina.
TÍN VANGAMYND
Tú hevur útbúgving innan verkfrøði ella aðra hóskandi útbúgving, so sum
maskinmeistari, og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur hollan
kunnleika til skip, skipsútbúnað og størri verkætlanaðir. Tú arbeiðir
sjálvstøðugt, ert jalig/ur og dugir at samstarva. Tú heldur tíðarfreistir,
arbeiðir við nærlagni og hevur fíggjarligt skil. Tað er ein fyrimunur, at tú
dugir væl føroyskt og enskt.
Tú dugir væl at samskifta og hevur góðar KT førleikar. Tað er ein fyrimunur,
um tú hevur royndir við KT forritum, sum t.d MS Project, AutoCAD, Inventor
og Ansys.
STARVIÐ, LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum
avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir eru í samráð við
leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
MEIRA AT VITA
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Sunvard Joensen, leiðara av Verkætlanar- og teknistovudeildini, tlf. 791136.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 2. januar 2014 og sendast við telduposti til: sunvard.joensen@mest.fo
MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo
ROYNDUR VERKÆTLANARLEIÐARI TIL MEST