Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ikki altíð nemt, at búgva uttanlands, tá øll familjan býr í Føroyum, tað kemur ein serligur longsul á ein, ein longsul eftir sínum kæru og tað er ei heldur altíð líka nemt at koma at vitja. Tí gleddu vit okkum sera nógv, at koma at vitja abb­ an. Vit høvdu nógvar góðar dagar saman og vit vóru við til, at hátíðarhalda gullbrúdleypið hjá abbum og ommuni, sum var 21. juli og tað eru vit so sera glað og takksom fyri. Tú var dementur, men fólk sum ikki kendu teg líka væl sum vit, høvdu kanska sagt at tú ikki var sjúkur ella ikki tóktist at verða sjúkur, tí at tú varð altíð líka glaður og blíður at tosa við. 3 aug. bert 14 dagar eftir gullbrúdleypið valdi tú, at fara foldum frá, men vit droymdu ikki um at tín tíð longu varð komin. Tú var og er ein lívsjáttandi og umsorganarfullur maður. Tú varð altíð glaður og sang altíð, man sá gleð­ ina sum lýsti í eygu tínum, tá tú gleddist um okkurt og júst hesa gleðina hevði tú til øll tíni abbabørn og lang­ abbadóttrina Heidi, sum tú var so ótrúliga góður við. Tá ið eg var yngri, plagdi eg oftani at sova niðri hjá tykkum, av tí at tað var mest um summarið, fekk eg tí navni summargesturin og her eru nógv góð minnir at minnast aftur á. Abbasonurin Steintór búði hjá tykkum og tað dámdi tær sera væl og tú var so góður við hann. Tú upplivdi eisini at Steintór fekk skiparaprógvið í summ­ar og tað var tú so fegin og stoltur um. Tær dámdi ógvuliga væl at arga ommuna minnist eg og hetta flentu vit altíð eftir, men um tú ikki var heilt væl fyri onkran dag segði tú altíð:" Maria, ogur bæði hava havt eitt gott lív saman og je eri góður við teg, minst til tað". Nú vit fara at nærkast móti jóltíðum, renna nógv minnir fram fyri mær, tá vit plagdu at hjálpa tær at pynta húsið, garðin og jólatræið, tað var so sera hugna­ ligt, tú var sum eitt barn á jólum. Tá vit komu inná gátt hjá tær og ommuni og skuldu fara heim aftur, segði tú altíð:”Ring tá tú er komin niðan, so je veit at tú er komin heim í øllum góðum”. 20. sept. kom Kjartan í verðina og tú gleddi teg, at síggja títt næsta langabbabarn, men hetta náddi tú tí­ verri ikki, men tú hevði verið og er ótrúliga góður við hann. Takk fyri alt abbin, takk fyri at tú hevur ríkað okkara lív hvønn einasta dag. Saknurin er stórur, tú er í okkara tonkum hvønn einasta dag. Hvíl í friði. Góði abbi tú skal vita, At ongin er sum tú á fold Ì mínum hjarta pláss tú eigur Til tey leggja meg í mold Abbadótturin Minningarorð um abba mín Steinthór Djurhuus Føddur: 23.11.1936 – andaðist: 03.08.2013 Hanna Smith deyð 92 ára gomul Í 1943 framdi hon tað roysni at svimja av Eystnesi til Havnar Hósdagin andaðist Hanna Smith, Keypmannahavn, 92 ára gomul. Hanna var ætt­að úr Vági, hon var systir Willi­ am Smith, listamálara, Ruth Smith, listamálara og Pola Smith, málarameistara. Hanna, sum var barnleys, hevur búð í Danmark alt sítt vaksna lív, men sum ung fór hon til Havnar at læra til sjúkrasystir. Hon gjørdist kend í 1943, tá hon framdi tað bragd at svimja av Eystnesi í Eysturoy til Havnar - inn á Havnarvág. Tað var Pauli Dahl, yvir­ lækni, sum eggjaði henni at gera okkurt roysnið. Hann var – eins og Hanna – ættað­ ur úr Vági. Tosað var um at svimja úr Nólsoy til Havnar, men tað helt Hanna ikki so nógv um, tí tann teinin hevði Mia Jacobsen av Glyvrum, sum giftist til Vágs – hon var mamma Ingeborg Vinther – svomið frammanundan. Fleiri bløð skrivaðu um hendinginga: Dagblaðið: »Í gjár útinti frúgvin Hanna Smith eitt roysnins­ bragd. Hon svam av Eystnesi til Havnar í 2 tímar og 50 minuttir. Hetta er ein teinur upp á 6.700 metrar (3,6 sjó­ míl). So skjótt tíðindini frættist um Havnina streymaði fólkið út á brimgarðshøvdið at taka ímóti hesi reystu gentu, og fólkið fagnaði henni dúgliga. Hanna Smith er ættað úr Vági og er sjúkrasystir á Lands­s­júkrahúsium. Blaðstj. Knút Wang.« Dimmalætting: »Flot Svømmepræstation fra Østnæs til Thorshavn Den 21 årige Sygeplejeelev på Alexandrines Hospital i Thorshavn, Frk. Hanna Smith fra Vaag, startede i Gaar Kl ca. 2. Em paa en Svøm­metur fra Østnæs til Thors­havn. Strækningen er ca. 7,5 km, og Turen tog den energi­ske Svømmerske 2 Timer 50 Minutter – en ual­ minde­lig smuk Præstation. Lægebaaden med Læger og Sygeplejersker ledsagede Frk. Smith, men ved Land­stig­ ningen ved Molen i Thors­ havn viste den unge Dame ikke synderlige Tegn på Træt­hed. Hun havde klaret den lange Svømmetur med glans.« Aftaná hevði Hans Andreas Djurhuus yrking um hend­ ingina: Drukku Skotadøgg, skóru niður Fløgg, góvu Stabbasteinum banahøgg. Legði Eystnes frá, svam ta bylgju blá – lendi ómóð inn á Havnarvág. Somu ólavsøku hevði onk­ur skorið Dannebrog niður úr flaggstongini á Løg­ting­in­um. Merkið varð vund­ið á flagg­ stongina á Ting­hús­vøllinum og Dannebrog í flaggstongina, sum var á suðurendanum á Løgtinginum. Dimmalætting kallaði hetta »en ualmindelig sjofel Handling«, sum ikki varð uppklárað. Nógv tos hev­ur uttan iva verið um hend­ingina, sum Hans Andreas Djurhuus eisini um­ røður í yrkingini. Hanna Smith fer til gravar í dag klokkan 11 danska tíð úr Korsør Kirkegårdskapel, Kærsvej 2, DK-4220 Korsør. Til minnis um Hannu ber til at lata nýggja langhylinum í Vági eina peningagávu. Konta í Suðuroyar Sparikassa.