týsdagur 10. desember 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Meira møsn frá yvirlækna
Tummas í Garði
Tummas í Garði, yvirlækni, hevur seinastu 10 árini verið
størsta forðingin fyri góðum samstarvi millum sjúkrahúsini
Jákup Petersen
yvirlækni
Nú Sosialurin hevur havt
eitt átak um føroyska sjúkr
ahúsverkið, hevur tað enn
einaferð eydnast Tummas í
Garði at gnýggja salt í sárini
millum sjúkrahúsini.
Sum sjúkrastjóri á Lands
sjúkrahúsinum (LS) kundi
ein síggja hann ferð eftir
ferð sita í sjónvarpi og lufta
sínar tankar um Klaksvíkar
Sjúkrahús (KS), at tað skuldi
niðurleggjast. Hetta sjálvt
um hann var sjúkrahússtjóri
á LS og fyri so vítt onki hevði
við KS at gera.
At KS skal varðveitast er
ein politisk avgerð og sjálv
andi ikki nakað sum ein
varastjóri á LS í tíð og ótíð
skal leggja seg í.
Nú hann ikki longur er
varastjóri á LS men »bert«
vanligur yvirlækni, heldur
hann, at tíðin er komin til
at oysa burtur úr sær alt tað
gall, sum hann hevur savnað
saman seinastu 10 árini.
Hetta gall verður so sjálvandi
at renna niður yvir KS. Og
nú hann allíkavæl er ígongd
við at tøma seg, so skulu
politkarar eisini fáa høvi at
smakka hesa beisku vætu.
Leysa kanónin á
Landssjúkrahúsinum
Úrslitið er sum sagt ein
blandingur av reinum møsni
kryddað við grundleysum
pástandum og reinari nið
urgerðing. Helst grundað á
vánaligt innlit og útbúgving.
Maðurin hevur jú ikki arbeitt
sum lækni í eini 9 ár, og tað
kann jú millum annað geva
illgruna um hannsara før
leika sum yvirlækni á LS í
heila tikið.
Meira ítøkilig tó hetta:
Greinin í Sosialinum byrj
ar við at Tummas í Garði
(TíG) gevur okkum eina
mynd av sær sjálvum: »Við
brekin, sterk persónligheit
við stórum ego«.
Farið verður síðani bein
leiðis til snarálop á sjúkra
húsini í Klaksvík og á Tvør
oyri har TíG sær fyri sær
stjórar liggjandi frammetir
rommum við føturnar á yv
irlæknunum.
Eg veit ikki í hørjum heimi
TíG sveimar men eitt er púra
greitt, at stjóravald er komið
fyri at verða í Føroyum og vit
hava frá okkara arbeiðgevara
greitt fingið at vita, at farðast
skal eftir hesi skipan.
Skipanin við øllum hesum
stjórunum kom í kjalarvørr
inum av New Public Mana
gement og hevur víst seg at
verða eitt klokkuklárt sjálv
mál. Í okkara grannalondum
eru tey komin væl áleiðis at
fara frá hesum, tí tað er ineff
ektivt og sjúklingafjart. Tað
tekur væl eini 10 ár afturat
áðrenn vit vakna herheima.
Síðani skal tað sambart
TíG verða ógjørligt fyri KS og
Suðuroyar Sjúkrahús (SS) at
finna almen kirurg og med
isinara. Hvussu kann tað so
bera til at vit hava bæði al
men kirurg og medisinara á
KS?
Vit hava ikki brúk fyri
eini tilvildarligari smælari
sergrein og hesar læknar
hava vit heldur ikki. Okkara
kirurgur er almen kirurgur
og hevur ikki sergrein. Medi
sinarin tað sama. Konsulent
arnir taka sær av sergrein
um.
Klaksvíkar Sjúkrahús-
eitt sera virkið og
effektivt sjúkrahús
Seinastu 15 árini hava skift
andi akslaserlæknar vitjað
Klaksvíkar
Sjúkrahús
og
framt framkomnar skurð
viðgerðir. Síðani varð byrjað
við hesum á LS og kom undir
heitið dupultfunktión.
Seinastu 18 árini hevur
framkomin urologi verið at
funnið í Klaksvík. Hon er
væl regulerað við sjúklingi,
tryggd og førleika í miðdep
ulin. Urologurin sum stendur
fyri virkseminum hevur lagt
upp til eina skipan sum kann
lyfta alla urologiina í Før
oyum upp á eitt tryggt støði.
Hann hevur í hesum sam
bandi fyri nógvum árum
síðani (stuðlaður av Heilsu
málaráðnum) gjørt eina full
komna frágreiðing um hetta.
Men skurðdepilin á LS vil
ikki spæla við. Teir vilja hava
alt ella onki. Annars verður
hetta nú kallað fyri dupult
funktión.
Almen kirurgi hevur virk
að á sjúkrahúsinum í 100 ár
og gerð tað framvegis. Einasti
munur er, at støðið er hækk
að munandi samstundis sum
viðringin fyri sjúklinginum
og kunnleiki til avmarking
arnar hava fingið fyrstu rað
festing.
Ortopedi hevur verið virk
in á KS í meira enn 40 ár. Hon
er eitt skuladømi uppá eitt
virksemi sum grannalondini
leggja út á smærri sjúkrahús.
85% av ortopediskum skurð
viðgerðum eru sterkt stand
ardiseraðar viðgerðir sum
vanliga ikki krevja innleggj
an og tryggt kunnu gerðast
á smærri eindum. Hini 15%
skulu miðsavnast til sjúkahús
við 300.000 – 500.000 í upp
tøkuøkinum. Og tað halda vit
fast um í Klaksvík. Ortopedi
varð seinri tikin upp á LS og
verður nú kallað dupultfunk
tiónir.
Barnaortopediin íroknað
klumpfótsviðgerð hjá nýføð
ingum hevur 15 ár á baki í
Klaksvík. Klumpfótsviðgerð
in eftir framkomnu Ponzetti
metoduni byrjaði í Klaksvík
áðrenn hon fekk fótafesti
í Danmark. Er nú standard
viðgerð í flestu londum í
vesturheiminum.
Hondkirurgi hevur verið
virkin á KS í 15 ár og tikið
sær av sjúklingum úr øllum
Føroyum.
Ryggkirurgi hevur verið
virkin á KS í 20 ár. Gjørdar
verða tær skurðviðgerðir
sum tryggt kunnu fara fram
á teimum smáum sjúkrahús
um sum vit hava í Føroyum.
Hetta eftir avtalu við orto
pedisku og neurokirurgisku
deild á Ríkissjúkrahúsinum.
Nú er so LS farið undir
at taka avloysarar til at
fremja ryggskurðviðgerðir.
Og tað skuldið ikki undra
meg um teir har fara undir
viðgerðir sum
aðrastaðni eru
miðsavnaðar
og harvið lækka
støðið
innan
hetta øki eisini.
Síðani
verður
helst
tos
um
dupultfunkt
iónir.
Kikarakann
ingar
byrjaðu
í Klaksvík í 70-
unum og hava
ment seg síðani.
Seinri hevur LS
tikið hetta upp
eisini og kallar
tað sjálvandi fyri
dupultfunktión.
Skipaðar
út
skiftingar
av
mjadnum og knø
um fóru ígongd á
Klaksvíkar Sjúkr
ahúsi í 1988. Síðani
komu eisini skip
aðar
liðútskift
ingar á LS og verða
nú kallað dupult
funktión
o.s.fr.
Men lat meg støðg
að her. Næstan all
ar
funktiónirnar
sum KS hevur, eru
tiknar upp, áðrenn
henda viðgerð fanst
í Føroyum. Síðani
hevur LS eisini tikið
tær upp og kallar
tað
dupultfunk
tiónir. Skulu hes
ar dupultfunktiónir takast
burtur so er bert rímiligt, at
LS leggur tær niður.
TíG herjar nú
mót trøllum
Hinvegin, tá TíG tekur upp, at
serlæknar koma til Føroyar
(les KS/SS) og taka høpis
leysar sergreinar upp, so er
tað LS sum er oddafiskurin á
hesum øki. Tað var einaferð
ein greið ætlan fyri hvørjar
sergreini vórur neyðugar á
LS. Hon var sjálvandi kastað
fyri borð og teir yvirlækn
ar sum vóru áhugaði fyri
føstum starvi á LS vóru sett
ir og teirra sergreinir bygd
ar upp. So TíG - sópa heima
áðrenn tú kemur við kusti
num til KS og SS.
TíG herjar víðari móti tí
hann kallar fyri ”smáu sjúkr
ahúsunum”. Eg gangi út frá,
at hann her meinar við KS og
LS. Og her kemur fram tann
veruligi vandin við tí LS sum
TíG sær fyri sær. Nakað sum
eg havi havt frammi fleiri
ferðir.
Tað stendur at lesa um
hendan vandan á fyrstu síðu
í tema Sosialinum 25 nov. um
sjúkrahúsini. Her endurgeva
teir Tummas í Garði fyri at
siga, at ”Trygdin í vanda”. Tað
tragiska er tó, at tað er hann
sjálvur sum er íferð við at
seta trygdina í vanda.
Um ein gongur í tí vildfar
ilsinum at Landssjúkrahúsið
er stórt so er tryggd, dyggd
og tænasta í stórum vanda.
Hetta er sjálvandi ein heim
føðislig, nalvabeskoðandi og
vandafull niðurstøða sum er
til stóran ampa fyri sjúkling
ar. Tað verður eisini kallað
følsk tryggd.
Tað vil siga, at sjúklingar
í góðari trúgv lata seg uppí
hendurnar á sjúkrahúsinum
uttan at vita, at hetta er eitt
lítið sjúkrahús við sera av
markaðum
førleikum.
Á
sama hátt sum KS og SS.
Munurin er bert, at vit á
KS og so vítt eg veit eisini á
SS eru púra greið yvir okkara
avmarkingar, arbeiða eftir
hesum og bera tað fram fyri
sjúklingin.
Sostatt gerast KS og SS
tryggari sjúkrahús at vitja
enn LS og hetta hava sjúkl
ingar sjálvandi funnið útav
fyri langari tíð síðani. Við
hesum fylgir eisini dyggd og
sjúklingatrygd har starvsfólk
eru tætt uppat sjúklingin.