Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat hava sjúkrahúsini kostað landinum Fara vit víðari so kemur TíG við tí gamla tvætlinum um, at tað verður sparing í at niðurleggja KS og SS. Tað er jú prógvað ferð eftir ferð, at henda sparin bert er á papp­ ír­i­num. Tá avtornar liggur meir­i­út­reiðslan eftir eitt nið­ur­lagt sjúkrahús uppi á um­l­eið 15%. Tað eru trygg tøl fyri tí. Hinvegin hevur LS sein­ astu 15 árini fingið økt sína játt­an svarandi til játtanina til KS og SS tilsamans. Ha­ raft­u­rat eru nýbyggingar og ren­o­ver­ingar uppá slaka mill­ iard gjørdar ella ávegis. Og hvat er komið burturúr? LS hev­ur seinastu árini fingið minni kanningar og viðgerðir tí sjúklingar av meginøkinum leita alt meira til KS nú tað gjørd­ist høgligt við einum und­i­r­sjóv­ar­tunnil. Og møsnið frá Tummasi held­ur Gudhjálpi mær áfram. Tí so leggur TíG høv­ur á skrá og fær kroyst burtur úr sær hvussu harmu­ligt tað er við øll­um hes­um kostnaðarmiklu tól­u­n­um á KS. Eg kann vissa TÍG um, at hann kann sova tryggt. 90% av allari medi­sinsk­ ari út­gerð stendur á LS. Restin er á KS og SS. So her hava vit tvey sera effektiv og bí­lig sjúkrahús sum skapa trygd, dyggd og tænastu til borgar­nar í øllum landinum. Yvilæknaførleikin lækkar støðugt Argumentið um, at savna alla við­gerð á LS skal hjálpa uppá roynd­ir­nar hjá læknunum er heilt burturvið og fylgir om­ an­fyr­i­nevndu vandaleið við falsk­ari trygd. Seinastu árini eru eisini ser­lækn­a­út­búgv­ing­ar­nar hjá før­oyskum yvirlæknum versn­a­ðar munandi. Tað er kom­in ein siðvenja (óvani), at læknar taka partar av sínu ser­lækn­a­út­búgv­ing á LS. Tað vil við øðrum orð­um siga, at partar av ser­lækn­a­út­ búgv­ing­ini fer fram á einum sjúkr­a­húsi sum hevðið verði nið­ur­lagt um tað til dømis lá í Dan­mark. Síðani verður farið av og á til donsk sjúkrahús (sum eru tey vánaligastu í Norð­an­londum) at taka rest­ ina í pørtum. Hetta var ongantíð ætl­ anin við serútbúgving og er sjálv­andi á sera lágum støði. Har­aft­ur­at verður farið alt ov skjótt til Føroyar eftir, at ser­lækn­a­góð­kenn­ing­in er komin. Soleiðis fáa nógvir av okk­ ara yvilæknunum heldur ikki tær neyðugur royndirnar sum skulu til fyri at kunna røkja serlæknatænastu í ein­ um so avbyrgdum landi sum Før­oyar. Eisin uppdateringin av serlækn­u­num er í nógvum før­um vánalig. Tað eru bert fáir sum hvørt ár fara longri tíðarskei av land­i­num til størri sjúkrahús í grann­a­ lond­u­num til uppdatering og at fáa sær royndir. Narkosulæknar í Føroyum TíG er harmur um, at tað eru nark­os­u­lækn­ar í Klaksvík og á Tvør­oyri og, at betri var um teir vóru í Havn. Vit høvdu fastan nar­kos­ u­lækna í Klaksvík og hann fór til Havnar. Og eg stuðlaði hon­um fullt og heilt í hesum. Or­søk­in var sjálvandi, at roynd­ir og uppdatering av ein­um einsamallum narko­s­ u­lækna í Klaksvík varð vón­ leyst. Møguliga heldur fræg­ ari á LS. Klaksvík fór so yvir til nar­k­o­s­u­l­ækna avloysarar. Tað vil siga narkosulæknar sum eru í starvi uttanlands og fáa sínar royndir og upp­ dat­e­r­ingar har teir arbeiða. Hesir koma fullt upp­ dat­er­aðir til KS. Og eg kann tryggja TíG um, at vit ikki seta narkosulækna av­loys­ar­ ar sum í áravís hava ar­beitt í fyr­i­sit­ing­ar­ligum starvi. Sita serlæknar hendur í favn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Tummas herjar víðari við, at ser­lækn­ar í Klaksvík hava lít­ ið at gerða. Hevur hann nak­ að ítøkiligt? Í skrivandi stund havi eg hesa vikuna 10 liðútskiftingar av køum og mjadnum, 3 rygg­ s­kurðviðgerðir og 14 aðrar ort­o­ped­isk­ar skurðviðgerðir við kikara og øðrum liða og bein skurð­við­gerð­um. Nakað tað sama er tá hin­ ir serlæknarnir eru. Vit vilja helst halda arbeiðið innan fyri normala arbeiðstíð, men tað er ofta trupult hjá uro­ logu­num sum javnan fara út­um vanliga arbeiðstíð. Her verð­ur í hvussu er ikki sitið á hond­un­um! Læknalig grungeving í sjúkrahúsverkinum Sum nakað nýtt tekur TíG upp møguliga læknaliga grund­geving fyri at hava 3 fullt útbúgvin sjúkrahús í Før­oyum. Fyri tað fyrsta skal sig­ast, at vit hava ikki 3 fullt til­búgv­ in sjúkrahús í Føroyum. Sum sagt hava vit 3 smá sjúkr­a­ hús í Føroyum har tað eina er betri fyri tá tað kem­ur til størri bráðneyðuga við­gerð. Hini bæði hava eina bein­a­ grinds tilbúgving. Tá tað kemur til lækna­ liga grundgeving fyri sjúkra­ húsum í Føroyum so finst ong­in læknalig grund­gev­ ing fyri, at hava sjúkr­a­ hús í Føroyum í heila tikið. Um gjørt verður und­an­tak fyri hesum, so er hampulig lækna­lig grund­gev­ing fyri, at hava 3 væl­út­búnar skaða­stovur við seingj­ar­m­ øguleika, vælútbúna kann­ ingar­park við fram­komn­um kann­ingar­tólum og møg­ uleika fyri akuttum lív­bjarg­ andi átøkum sum ikki tola langvegis flytingar. Rest­in eigur so vítt gjørligt at fara fram uttanlands. Politiskt/búskaparligu við­ur­skift­ini hava sett okkum karm­ar at arbeiða innanfyri. Okk­ara uppgáva er gerða okk­ara gerning innan hesar karm­ar ístaðin fyri í tíð og ó­tíð brúka nógva orku til at um­røða karmarnar og leggja á hvønn annan. Heldur taka sær av sjúklinginum. Hvør skal liva og hvør skal doyggja At enda í greinini leggur TíG trumfin á borðið. Hini sjúkra­ húsi­ni eru orsøk til at fólk doyggja óneyðugt. Um bert hann hevðið fingið hesar sjúkl­ing­ar fyrr undir hond so høvdu tey ikki doyð. Okkara royndir benda meira á, at súklingar doyggja júst tí teir koma á LS. Skuldu als ikki verið sendir til LS. Høvdu gloymt, at hetta er eitt lítið sjúkrahús við sera av­mark­aðum møguleikum. Vit hava annars ein lista! Tað kann verða at TíG held­ur seg verða Gud og av­ gerð hvør skal liva og hvør skal doyggja. Men í tí ver­ u­liga lívinum er hetta ikki gald­andi. Í summun førum hava vit sent sjúklingar beinleiðis av land­inum og har eru fleiri sólskynssøgur sum sjúkl­ ingar kunnu siga frá. Leys kanón á Landssjúkrahúsinum Haldi tað verða sera óheppið at hava hasa leysu kanónina gang­andi á LS. Vit byggja stillt og róligt upp eitt sera gott samarbeiði við yv­ir­ lækn­ar og starvsfólk annars á LS til TíG metir, at tíðin er komin til at leggja hetta sam­starv­ið í sor. Og so byrjar hann at skjóta við síni leysu kan­ón sum er neyvt instilla í ein land­nyrð­ing. Í staðin fyri at tosa um LS tá hann verður boðin í fjøl­miðl­ar­nar, so fer meg­in­ part­ur­in av tíðini til at hella skræpu nið­ur yvir Klaks­vík­ ar Sjúkr­ahús. Er tað ongin sum kann taka í nakkaspikið á hes­um manni so vit kunnu byggja eitt gott samstarv inn­an sjúkra­hús­verk­ið?