Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finnur Olsen in memoriam *22.04.1925 - †04.12.2013 Nú kvirt er í túni við Mirmansveg, nú Finnur av foldum er farin, í dygdum for oss hann var heilt fyri seg, so eftir hann vakur er varðin. Hann heilsubrek longu sum ungdómur bar, hann leitaði víða sær bata, og burturi á flatlondum heilsuráð var, sum grøði til hann kundi lata. Hann átti í ógævu vinir um lond, teir gingu í skóg og í bøi, teir bundu ímillum seg lagnunnar bond, sum hildu úr sjúku til grøði. Og aftur á heimligum klettum hann var tann sami, sum hann var á sinni, við tóna í túni og bili í garð og ótaldum ítrivum inni. Og ein dagin bar hann konu um gátt, og brátt hoyrdist í garðinum meiri, tí nú hevði Judith sítt fyrsta átt, og síðani komu fleiri. Í Meka hjá Hilmar hann støðaðist væl, maskinsmiður av teimum góðu, og hitaverk hansar í stórum tal, um oynna í hópatal stóðu. Ein mansaldur skúlatænari var hann millum teir góðu og trúgvu, so skúlin honum bert lovorð bar, for avrik í dygd og í rúgvu. ---- Um sjúka teg nívdi í ár so long, so brendi í tær hesin eldur, sum ger at ellisár blíva mong, tá hegni og áræðið heldur. Hvønn leygarmorgun í svimjihøll, har gamlir í garði teir daga, har kritaði tú teimum vátan vøll, so teir kundu svimja og baða. Nei, aldri vann letin á tínum stríði, tá tú telgdi søgu, sum oss bleiv sonn, tá tú tókst tilfar og skapti prýði, við hegnishond úr hvalatonn. Nú fórst tú til fedrar um síðsta liðið, nú legði tú verk títt niður á fold, eig sælu í Himni og hvíl í friði, hjá grannum í garði í vígdari mold. Á køldum vetrardegi, ein dag stutt fyri jól, fór Finn av foldarvegi at finna sítt Himnaból.