Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Í 80 ár hevur Sankta Frans Skúli, sum eisini verður nevnd­ur Nunnuskúlin, hildið til í Varðagøtu 10 í Havn. Hóast skúlin í alsamt størri mun líkist flestu øðrum fólka­skúlum, hevur hann ávísar reglur og siðvenjur, ið gera skúlan serligan. – Tá skúlin byrjaði í 1933, vóru niðurskrivaðar 27 reglur, ið skuldu haldast. Onkrar av reglunum eru ikki gald­andi longur, men fleiri av teimum verða framvegis nýtt­ar á skúlanum í dag. Og tað riggar væl, at hava ein nýmótans skúla og sam­stundis hava hesar reglurnar at ganga eftir. Harafturat er tað mín fatan, at børnini vilja hava fastar ramm­ur, sigur Poulina Slættanes. Hon hevur verið lær­ari í Sankta Frans skúla síðani 1975 og hevur eisini verið varaskúlastjóri í fleiri um­førum. – Hetta er einasti skúli av sínum slag við teimum ymsu reglunum, sum eru galdandi, og tað ivist eg ikki í, at skúlin eisini fer at halda fast við í framtíðini. Eg haldi, at talan er um sunnar reglur, og tær gera skúlan til tað, hann er, sigur Poulina Slættanes. Nunnurnar vóru undangongukvinnur Søgan hjá Nunnuskúlanum byrjar heilt aftur í 1931, tá Van Rossum kardinalur kom á veg til Íslands at víga eina dómkirkju og steðgaði á í Føroyum. Hann helt tá, at tað átti at komið ein katólsk kirkja aftur, og hann fekk lagað tað soleiðis, at tveir prestar og nakrar systrar komu til Føroya. Systrarnar komu komu tíðliga í 1931 til Havnar, har tær leigaðu sær eina íbúð. Van Rossum kardinalur hevði ikki gjørt sær nakra hugsan um, hvat systrarnar skuldu gera í Havn. Men tað funnu systrar­ nar skjótt útav. – Tær fóru undir at reka privatskúla, tí tær flestu oru avlærdar sum lærarar. Onkur teirra var eisini sjúkrasystir. Tær, ið frægast vóru førar fyri at duga føroyskt, undir­ vístu í skúlanum, meðan hinar arbeiddu í køki, fjósi, urta­garði og seymistovu, greiðir Poulina Slættanes frá. Eitt, ið hon minnist ser­liga væl, er tann eyðkenda form­ skriftin, ið eisini verður rópt nunnuskrift. – Tað vóru nunnurnar, ið byrjaðu við tí skriftini. Tað, sum er serligt við tí skrivi­ háttinum, er, at næmingar­nar læra at skriva ein bókstav í senn, og so líðandi læra børn­ ini at skriva bókstavirnar saman­hangandi. Onkrar smá­vegis broyt­ingar eru gjørd­ar í skriftini í dag, men vit brúka hana enn, serliga tí at hetta er ein vøkur og týðilig skrift, sigur Poulina Slættanes. At nunnurnar eisini vóru framskygdar, eru fleiri dømi um. Eitt nú tá oljukreppa var í 1973. – Tá valdu tær at taka døgurða­tíman av sum tann fyrsti skúlin í landinum. Á tann hátt komu bilarnir ikki eftir børnunum á døgurða, og harafturat bleiv skúladagurin styttri. Hetta vísir eisini væl teirra sparsemi, sum altíð hev­ur verið teirra eyðkenni, sigur Poulina Slættanes. Fleiri onnnur ting hava eyð­kennt nunnurnar, sum høvdu skúla í Havn. – Nógvir føroyingar kenna til nunnubasarin á ólav­søku. Tað var fastur partur hjá nógvum at fara niðan til nunn­ur­nar á ólavsøku á til­ tikna basarin, har til bar at vinna ymiskt, sum nunnur­ nar sjálvar høvdu evnað til. Eg minnst, at tað var sannur grav­gangur eftir teimum sokallaðu nunnudukkunum. Øll vildu hava tær. Mær er fortalt, at nunnurnar gjørdu umleið 50 slíkar dukkur um árið, fortelur Poulina Slættanes. Seinasti basarurin hjá nunnunum var í 1972. – Tað kann væl vera, at onkur heldur, at skúlin hevur gamlar, strangar reglur, sum skulu fylgjast, men tað vísir seg, at børnunum dámar væl, at tað er skil í. Tí halda vit fast við reglurnar og siðvenjurnar, sum eyðkenna skúlan. Tað sigur Poulina Slættanes, sum í 38 ár hevur starvast sum lærari í Sankta Frans Skúla. Mánadagin kundi lærarar og næmingar hátíðarhalda tey 80 árini, skúlin hevur á baki Her skal skil vera í Myndir: Privatar