Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 11. desember 2013 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Tá steðgaði tann sið­venj­ an av tí orsøk, at her vóru ikki nóg nógvar nunnur í Havn til at standa fyri til­tak­inum. Onkrar vóru og ferð­aðust í heimlandinum, með­an aðrar vóru fluttar heim. Strangur skúli Tær ymisku reglurnar, ið nunnur­nar høvdu sett í gild­ ið á skúlanum, høvdu við sær, at summi hildu skúlan vera strangan. – Jú, kanska var tað strangt. Næmingarnir skuldu møta til tíðina, og komst tú fimm ferðir ov seint, mátti tú sita eftir. Eisini skuldu næmingarnir úr skógnum í gongini og seta teir undir sín knagga, har klæðini hingu. Tær vóru av tí gamla skúla­ num og kravdu nógv av næm­ing­unum. Tær kravdu ein góðan atburð, fortelur Poulina Slættanes og heldur fram: – Hatta er tó nakað, sum skúlin heldur fast við enn tann dag í dag. Til dømis hava vit framvegis morgun­sang, sum fer fram á júst sama hátt sum fyri eini 80 árum síðani. Vit signa okk­um, syngja ávísar sálmar, biðja somu bønina og so fram­ vegis. Eisini halda vit fast við siðvenjuni at fara til jóla­ guds­tænastu, og sum einasti skúli í landinum fara vit til guds­tænastu í Mariukirkjuni á páskum, greiðir Poulina Slættanes frá. Hon vísir á tað ser­liga sam­bandið, sum næmingar­ nir høvdu við skúlastjóran. – Sættu hvørja viku kom skúlastjórin inn í flokks­ stovuna við ein­um um­ mæli. So blivu næmingarnir róptir upp ein og ein eftir ummælinum, har skúlastjórin gav viðkomandi nøkur orð á vegnum. Teir næmingarnir, ið ikki høvdu gjørt sær nóg góðan ómak, fingu tað at vita, men tað bleiv sagt upp á ein penan máta. Hetta var eisini heilt serstakt fyri skúlan, sigur Poulina Slættanes. Siðvenjurnar eru minniligar Nunnuskúlin hevur altíð havt sínar egnu, serligu sið­ venjur. Eitt nú var tað í fleiri ár vanligt, at næmingar í 7. flokki fóru námsferð til Hetlands. – Hetlandsferðirnar hjá næmingunum byrjaðu fyrst í 80unum, og endamálið var sjálvandi, at okkurt gott skuldi spyrjast burturúr. Nunnurnar gjørdu altíð nógv burtur úr at vísa á munin á fátøkum og ríkum, og tað var nakað, tær løgdu stóran dent á. Hetland minti rættiliga nógv um Føroyar, men var eitt sindur aftan­ fyri okkum, og sostatt kundu næmingarnir síggja henda munin og eisini læra at prís­ meta tað, tey høvdu í Føroy­ um, sigur Poulina Slættnes og leggur afturat, at seinasta Hetlandsferðin var í 2006, tá Smyril Line legði rutuna niður. Sum einasti skúli í land­ inum hátíðarheldur Nunnu­ skúlin hvørt ár Sankta Frans dag til minnis um deyðadag Frans av Assisi. – Júst tann dagurin stendur rættiliga sterkur í minn­inum hjá flest øllum, sum hava gingið í Nunnu­ skúl­anum, og tað er ein dagur, sum vit framvegis há­tíðar­halda við ymiskum tiltøkum, kappingum og ísi. Eisini halda vit altíð ST dagin við innsavning og ser­ligari umrøðu og virðing fyri neyðhjálp, sigur Poulina Slættanes. Hon vísir á, at tað kann vera avbjóðandi at halda fast við tær ymsu siðvenjurnar og samstundis vera ein modernað­ur fólkaskúli. – Hinvegin eru fleiri av sið­venjunum blivnar ein so mikið fastur partur av skúl­anum, at vit ikki kunnu ímynda okkum, at tær ikki skulu vera longur, sigur Poulina Slættanes. rannva@sosialurin.fo Talan er um sunnar reglur, og tær gera skúlan til tað, hann er – Siðvenjurnar eru blivnar ein so mikið fastur partur av skúlanum, at vit ikki kunnu ímynda okkum, at tær ikki skulu vera longur, sigur Poulina Slættanes Myndir: Álvur Haraldsen